Fimm leikarar fara avstað hesuferð - tríggir menn og tvær kvinnur. Borðtennis-leikarar hava ofta fingið heiðursmerki við sær heimaftur, og tað skuldu verið góð líkindi fyri at fingið okkurt aftur hesuferð.
Nýggjur leikari
Venjarin Preben Larsen hevur nevniliga funnið ein dana, ið hevur ættarbond til Føroya, og hann fer at spæla við føroyska landsliðnum á Oyggjaleikunum. Talan er um Thomas Sørensen, ið spælir í donsku kappingini.
Hann spælir dagliga á sama støði sum Kjartan Eli Hentze, sum hevur verið við á Oyggjaleikunum síðan 1997, og tí er hetta eitt ess í ermuni hjá føroyska liðnum.
Fyri tveimum árum síðani fekk Kjartan Eli Hentze bronsu í einmansleiki, og fyri fýra árum síðan fingu føroyingar bronsu í tvímansleiki fyri menn.
Í Thomas hava føroyingar fingið eitt gott kort í hondina bæði í einmansleiki men eisini í tvímansleiki, har Kjartan Eli og hann fara at spæla saman.
- Tann nýggi leikarin kann gerast eitt spennandi íkast fyri okkara viðkomandi. Hann og Kjartan Eli kunnu saman gera eitt sterkt par í tvímansleiki, eins og hann eisini verður ein hóttan í einmansleiki, sigur Petur Niclasen, hjálparvenjari.
Ung talent
Afturat teimum báðum er Ragnar Egilsson eisini við á liðnum hjá monnum. Hetta er eitt ungt talent, sum vit tó ikki skulu vænta okkum nakað heiðursmerki frá.
Hjá kvinnunum eru tað tvær blaðungar gentur, ið skulu umboða Føroyar. Tær eru Marin í Dali og Susy Midjord. Hetta er fyrstu ferð, at tær eru við, og tí skulu vit ikki vænta okkum at síggja tær heilt frammi í oddinum, men tær kunnu ogna sær virðismiklar royndir á hesum leikunum.
Spennandi verður at síggja, hvussu Føroyar fara at standa seg í liðkappingini. Hendan kapping er uppbygt av fýra dystum í einmansleiki hjá monnum, einum dysti í einmansleiki hjá kvinnum, einum dysti í tvímansleiki hjá kvinnum og einum blandaðum tvímansleiki. Her sleppa tey ungu veruliga at royna sína styrki í harðari kapping, og tað kann vera mennandi fyri leikararnar.
Kenna ikki mótstøðuna
Seinastu tíggju árini hevur tað verið ein leikari av Isle of Wight, ið hevur verið einaráðandi innan borðtennis hjá monnum. Hetta er ein professionellur leikari, ið hevur verið av eini aðrari planet samanborið við restina av luttakarunum. Tískil hevur tað í veruleikanum bert verið silvur og bronsa at kappast um.
- Vit hava hoyrt, at hesin leikarin ikki verður við í ár, og tað gevur okkum góðar vónir um, at vit kanska kunnu vinna fleiri heiðursmerki, men hetta vita vit tó ikki við vissu enn, sigur Petur Niclasen, sum annars roknar við, at støðið verður á leið tað sama sum fyri tveimum árum síðani.
Sett menning í verk
Annars metir Petur Niclasen, at støðan innan borðtennis í Føroyum er stabil. Talið av íðkarum er nøkulunda tað sama, sum tað hevur verið í nógv ár, tó at talið av feløgum er minkað.
- Við hesum venjaranum hava vit sett eina menning í gongd, og hetta samspælið riggar væl, metir Petur Niclasen. Hetta síggja vit aftur á landsliðnum, har nøkur ung talent sleppa at royna seg í ár.









