Notering
Eitt av almennu føroysku partafeløgunum, sum í mangar mátar kann tykjast sum møguligt evni til eina einnskiljing og eftirfylgjandi notering á einum virðisbrævamarknaði, er uttan iva Atlantic Airways.
Hóast flogferðavinnan sum heild hevur verið í at kalla kreppustøðu síðani terror-atsóknirnar tann 1. september 2001, hevur føroyska flogfelagið positiv úrslit, sum hava ligið um tær 10 milliónirnar. Framflutti vinningurin er eftir fyrstu mongu tungu árini nú 39 mió kr., og sunni raksturin kundi bent tann vegin, at íleggjarar væl kundu hugsað sær ein bita av køkuni, sum landið í løtuni eigur alla sum hon er.
Ikki her og nú
Men stendur tað til stjóran í felagnum, so verður talingur ikki um nakra børsnotering í nærmastu framtíð.
- Tað kann sjálvandi væl gerast áhugavert fyrr ella seinni, men her og nú er tað ikki nakað, sum vit mijða ímóti. Fyrst og fremst, tí vit í løtuni ikki standa við nøkrum serligum peningatørvi.
Við einum gjaldførislutfalli upp á 360, er helst eisini nakað um tosið hjá stjóranum, men tað hevur áður verið víst á, at skal felagið gera íløgur i nýggj flogfør, gerst talan helst um eina útreiðslu, sum er størri enn tað, sum felagið kann bera her og nú.
- Tað er sjálvandi rætt, men til ta tíð, tá hetta verður aktuelt, mugu vit so hyggja at, hvørjar møguleikar vit hava. Tað ber jú til bæði at leasa flogfør ella læna pening, og so er nýtekning av partapeningi sjálvandi eisini ein møguleiki. Men tað er so ein spurningur, sum vit ikki fáa tikið støðu til her og nú, staðfestir stjórin.
- Og spurningurin er eisini, í hvønn mun vit kundu drigið útlendskar investorar, um vit skuldu valt at gjørt sum eitt nú Faroe Petroleum. Teir eru í high-risk endanum av skalanum, har tað finnast fleiri investorar, sum hava ráð at satsa nakrar milliónir í eitt slíkt felag. Sjálvsagt við møguleikanum fyri jackpot, um t.d. ein stór oljukelda verður funnin. Hinvegin hava teir so eisini ráð at tapa, um allir brunnarnir vísa seg at vera tómir. Hjá okkum er vágin nakað minni, men úrtøkan er so eisini tilsvarandi lægri, og tá gerst talan helst ikki um eina eins áhugaverda íløgu, tá talan er um eitt virki av okkara stødd.
Treytir fylgja við
Og so heldur stjórin eisini, at tað umframt hetta eru onnur viðurskifti, sum í løtuni tala ímóti eini børsnotering.
- Skulu vit út, so kann motivið í løtuni helst bara vera tað, at vit vilja skaffa kapital. Men tú skalt so eisini minnast til, at tað eru forpliktilsir, sum fylgja við eini notering. Hartil er fyrireikingararbeiðið í eini børsnotering av slíkari stødd, at tað allar helst vil seinka tí arbeiðnum fram móti eini einsskiljing, sum nú er byrjað. Mín sannføring er í øllum førum, at ein einsskiljing má koma fyrst, og at tað síðani verður gjørt av, hvørt partabrøvini skulu skrásetast á einum marknaði ella ikki..