Danska steypakappingin
Talan gjørdist um rættiligt føroyingakvøld, tá 1/8-finalurnar í donsku steypakappingini vóru á skránni í gjárkvøldi.
Størstu yvirskriftirnar fekk Súni Olsen helst, tá hann var maðurin, sum tryggjaði AaB sigurin móti FCM. Súni var ikki millum teir fyrstu ellivu hjá AaB, sum uppiborið legði seg á odda stutt eftir steðgin. Men eitt korter fyri leiklok javnaði Frank Kristensen, sum júst móti AaB plagar at vera á blettinum fyri FCM.
Soleiðis gjørdist talan um longda leiktíð, og her setti AaB seg alt fyri eitt á dystin. Tað tóktist, sum bíðaðu áskoðararnir bara eftir, at avgerandi málið skuldi koma, men teir máttu bíða, til bara níggju minuttir vóru eftir, áðrenn sigursmálið kom. Men tá var tað eisini vert at bíða eftir.
AaB vann sær fríspark einar 25 metrar frá málinum hjá FCM. Súni Olsen, sum annars gjørdi tað gott, tá hann varð skiftur inn á miðvøllin, varð settur at skjóta, og restina av søguni hava vit føroyingar so oftani sæð. Gøtumaðurin hamraði eitt væl skrúvandi skot upp um manngarðin og móti málinum. Og har hevði Ola Tidmann ongan livandi kjans, tá bólturin umvegis stólpan fann sær leiðina til meskarnar.
Tríggir føroyingar í 120 min
Mest óvæntaða úrslitið mundi Frem tó standa fyri, tá teir á heimavølli tóku ímóti Viborg. Og úr einum føroyskum sjónarhornið var hugaligt at staðfesta, at Jón Rói Jacobsen og Jónas Þór Næs vóru partur av Frem-verjuni, sum aftan fyri seg hevði Gunnar Nielsen í málinum.
Viborg er í ár væl fyri í superliguni, og teir tókust eisini vera á sigurskós, tá Jose Mota legði teir á odda eftir steðgin. Emil Christensen fekk tó javnað, og so skuldi longd leiktíð til. Her legði Viborg seg aftur á odda, tá ein annars sera væl spælandi Gunnar Nielsen ikki megnaði at halda skotroynd, soleiðis at Alex Nørlund fekk sett returin í netið, men Frem og Emil Christensen vóru ikki lidnir. Emil syrgdi nevnliga fyri, at talan gjørdist um brotssparkskapping, og her gjørdust føroyingarnir avgerandi.
Gunnar tók kanska ikki nakað brotsspark, men við at fara rætta vegin hvørja ferð, trýsti hann at enda Viborg-skjúttan at skjóta á stólpan. Og tá Jón Rói fekk álitið at skjóta seinasta brotssparkið, var hann ískaldur.
Fleiri vóru nær við
Talan var annars um eitt kvøld, har nógv superligufeløg máttu arbeiða yvirtíð, fyri at koma víðari.
Umframt AaB, sum altso spældi 120 minuttir, noyddist OB heilt út í brotssparkskapping móti Kolding, eins og Esbjerg noyddist tað móti Lyngby og FCK noyddist tað móti Slagelse. Í øllum trimum førunum endaði alt tó við, at superligufeløgini høvdu bestu nervarnar úr 11 metrum.
Brøndby var einasta superligufelagið, sum bara spældi 90 minuttir, tá teir vunnu 2-1 á Silkeborg. Og á heimavølli vann B1909 heili 5-2 á Herfølge.
Tey átta liðini, sum soleiðis hava vunnið seg fram í fjórðingsfinalurnar, eru hesi: Randers FC, Brøndby, B1909, Frem, AaB, FCK, OB og Esbjerg.










