Nanny og Kjartan Nielsen gullbrúdleyp

Sunnudagin, 28. november, eru 50 ár, síðan Nanny og Kjartan Nielsen í Saltangará gingu saman í hjúnarlag.

Tey vórðu vígd í Glyvra kirkju. Tey eiga trý børn. Jón býr í Saltangará og eigur tvey børn, Edvard er giftur Onnu Mariu; tey búgva í Havn og eiga tveir synir, Nicolina er gift Jack; tey búgva í Fuglafirði og eiga trý børn.
Nanny er fødd 11. juni 1934 og er ættað úr Rytuvík. Foreldrini vóru Edvard og Dina Højgaard. Edvard var yngsti sonur fyrstu niðursetufólkini í Rytuvík. Dina var ættað av Regni á Toftum. Dina og Edvard fingu sjey børn, harav tvey eru deyð.
Kjartan er føddur 4. juli 1927. Hann er yngsti sonur Justines og Nicolinu Nielsen. Tey vóru bæði ættað úr Heiðunum. Tey fingu átta børn, harav trý eru eftir á lívi.
Nanny fór, sum vanligt var tá í tíðini, út at tæna. Hon var í fleiri húsum, og hon var eisini í Havn. Áðrenn hon giftist, arbeiddi hon eisini í fiski á Høgabóli. Meðan børnini vóru smá, var hon heimaarbeiðandi. Við hús hevði hon nokk at gera, tí Kjartan var sjómaður og burtur stóran part av árinum. Hon hevði kúgv, og seyður var eisini, sum hon passaði, tá ið Kjartan var burtur.
Tá ið hon aftur fór út at arbeiða, fór hon fyrst at vaska skúla í nøkur ár. Siðan fór hon at arbeiða á Lynfrost, og har arbeiddi hon, til hon fylti 70 ár ? burtursæð frá, at hon í sjey ár arbeiddi á Heiða Netavirki. Hon hevur eisini sitið sum nevndarlimur í Arbeiðarafelagnum Hæddini í fleiri ár.
Kjartan var ungur undir krígnum, og tá var ikki so nógv arbeiði at fáa. Men eitt sindur av fiskaarbeiði var, og so fiskaðu teir eisini sild.
Sum 17 ára gamal fór hann til skips, og fyrsti túrurin var við sluppini, Lissy. 20 ára gamal fór hann til Havnar á háskúla, og 22 ára gamal fór hann á skiparaskúla.
Kjartan hevur verið við fleiri skipum ? líka frá sluppum til stórar trolarar. Størsta partin av tíðini hevur hann siglt við skipum hjá P/F Lógv í Saltangará, bæði við Oknini og Nýpuni. Við Oknini fiskaðu teir eitt nú rækjur í Grønlandi. Hann sigldi oftani sum bestimaður.
Í 1984 legðist Kjartan upp á land, tó at hann var onkran túrin eftir tað, eitt nú við Roc Amadour.
Uppilagstur fór Kjartan á Lynfrost at arbeiða. Har var hann, til hann fylti 67 ár. Eftir tað fór hann at arbeiða hjá Nevinum, og har var hann, til hann var 76 ára gamal og gavst at arbeiða.
Gullbrúðarparið hevur havt eitt langt og gott familju-og arbeiðslív. Nú njóta tey pensjónistatilveruna og putlast við ymiskt heima. Heilsan er farin at bila hjá Kjartani, so hann fæst ikki við seyð longur, sum honum annars dámdi sera væl.
Nanny dámar ógvuliga væl at fáast við urtagarðsarbeiði, og um summarið er havin hjá teimum ein frægd fyri eyga.
Teimum dáma væl at fáa vitjan av ommu-og abbabørnunum, og børnunum dámar væl at vitja tey gomlu.
Stóri dagurin verður hildin í húsunum hjá Eldrafelagnum Nón í Runavík, har øll eru hjartaliga vælkomin millum klokkan 13 og 18.