lista- og handverksskúla liggur stilt í løtuni. Bólkurin fór til verka í fjør heyst, ætlanin var at hann skuldi handa álitið í vár, og at skúlin skal setast á stovn í hesum árinum. - Álitið er ikki liðugt [...] undirvísing. Formaður í arbeiðsbólkinum er Birgir Kruse, lærari og lærugreinaráðgevi. Hini eru Katrin Joensen, handarbeiðslærari, Dávur Winther fyri Klaksvíkar býráð, Tita Winther fyri felagið Føroyska Listafólk [...] Læruráð. Nær álitið og tilmælið koma frá bólkinum, dugir Hensar Ellingsgaard ikki at siga í løtuni. Men hann útihýsir ikki, at skúlin verður settur á stovn um árskiftið.
ikki sørt nýhugsan uppi í verkætlanini, sum teir tríggir næmingarnir á Fiskivinnuskúlanum, Johild Joensen, Jan Mortensen og Sólbjørn Kjærbæk vunnu kappingina við. Í stuttum gekk verkætlanin út upp á at vinna [...] ungdóm í Føroyum, sum er førur fyri at bróta upp úr nýggjum, sigur Ólavur Gregersen. Selja sítt hugskot Hann sigur, at tað nú verður spennandi at vita, um tað eisini fer at eydnast vinnarunum í vinnulívskappingini [...] Vestmanna kravdi ikki sørt av kapitali heldur, tí upplýst er, at íløgan var uppá einar 17 milliónir. Hann heldur, at verður ætlanin sett í verk, hevur tað týdning, at tað verður í Føroyum, við føroyskum pengum
dult fyri, at hann hevur umhugsað at farið uttanlands at roynt, hvussu langt fótbóltsevnini kunnu bera, og hann gjørdi góða reklamu fyri sær sjálvum. Jens Kristian Hansen vísti, at hann er við at koma [...] sum m.a. hevði við sær, at hann misti báðar landsdystirnir í juni, og Hans Fróði var bæði sterkur og ansin. Pól Thorsteinsson spældi so væl, at tað var um reppið, at hann var næstfremsta boðið, tá pressan [...] Miðvøllur og verja Á miðvøllinum var John Petersen alla tíðina eyðsýndur ? hann var kosin besti føroyski spælarin, tí hann, umframt at vera drúgvur í verjupartinum, megnaði at varðveita bóltin, snara
eigur Øssur eisini. Hon nevnist "Mín Krossfesting". Øssur er listamaður á mongum økjum og nú hevur hann enn einaferð givið bassfløgu út. Umframt tónleikin, so eru myndlist og yrkingar eftir listarmannin [...] huglagnum. "Mín krossfesting", "At dyrka sítt einsemi " og "Djevulin í mær" eru dømi um heitini á løgunum. Hann nýtir bassin sum sololjóðføri, hóast tey flestu helst seta bassin í samband við grund og fundament [...] Krossfesting er bandfest í RMS-studio í 1998-99 og Øssur hevur sjálvur framleitt, saman við Hjalta Joensen. Tutl gevur fløguna út og hon fæst kring alt landið í dag.
Fróði Karl Sikivat Andersen, Tvøroyri, ein son. Hann var 52 cm. langur og vigaði 2950 gr. 2. juli fingu Thora Petersen og Búi Holm, Bøur, ein son. Hann var 55 cm. langur og vigaði 4150 gr. 4. juli fingu [...] fingu Óluva og Karl Eli Sigvardsen, Tórshavn, ein son. Hann var 58 cm. langur og vigaði 4800 gr. 4. juli fingu Anny og Thorberg, Streymnes, ein son. Hann var 54 cm. langur og vigaði 3900 gr. 5. juli fingu [...] 3350 gr. 6. juli fingu Jónrid Jensen og Ingolf Joensen, Leirvík, eina dóttur. Hon var 52 cm. long og vigaði 3100 gr. 7. juli fingu Elin Mikkelsen og Hans Arni Didriksen, Toftir, eina dóttur. Hon var 54
var tað syrgiligt at lesa sumt av tí, ið skrivað varð. Eyðun Joensen, kliniskur psykologur legði kortini á borðið og var sera kontantur, sum hann altíð er. Síðani var samrøða við Pál Weihe, arbeiðsmedicinara [...] sum ikki hevur verið lýst leyst, og sum úttalar seg sum hann ger. Tað, sum P. W. skrivar, er m.a., at tíðin »at halda í hond«, er farin, t.v.s. hann leggur seg her út í eitt øki, sum einki hevur við starv
poppi. Jógvan Andrias, Tore og Inge Jógvan Andrias Joensen er úr Klaksvík, men býr í løtuni í Noregi. Nú er hann heima í Klaksvík og ger upptøkur til eina fløgu. At hjálpa sær hevur hann tveir norðmenn [...] at bera fram egnar og læntar vísur. Hans Jacob Hansen úr Fuglafirði er bæði myndlistarmaður, sjónleikari, tónasmiður og skald. Síðani hann varð pensioneraður hevur hann havt betri stundir til listina, og [...] (Noreg), Hans Jacob Hansen, Niels Midjord. Fríggjakvøldið 16. juli Kl. 20.00 Í »Atlantis« í Klaksvík Spælimenninir, Hans Jacobsen Hansen, Hanus G. Johansen, Karl Anton Klein, Jógvan Andrias, Tore og Inge
veraldarbardaga. Í Mykinesi stóð ein klíggjavevur uppi, til fyri einum 3 árum síðani, sigur Roar Olsen. Hann minnir á, at fólk í Føroyum í dag minnast ommur og abbar, ið nýttu klíggjavev, so um tey leggja leiðina [...] soleiðis væntar Roar Olsen eisini, at tað verður í ár, um veðrið verður hampuligt. Tað eru Anna Louisa Joensen, Roar Olsen og Kunningarstovan, ið taka sær av tiltakinum, sum annars er úrslit av samstarvi milum
almenna at bremsa gongdini eitt sindur. Edmund Joensen, formaður sambandsfloksins er samdur við teimum sum halda, at gongdin í føroyska búskapinum er óheppin. Og hann heldur eisini, at tað hevði verið rætt at [...] hevur verið gávumild ímóti okkum eisini, leggur hann afturat. ?Alt í alt er hetta orsøkin til framgongdina í samfelagnum. Tað almenna gongur á odda Edmund Joensen, at nú er føroyskur búskapur aftur á einum [...] rakstrinum, samstundis sum stórur dentur eigur at verða lagdur á at gjalda skuldina niður. Edmund Joensen sigur, at tann óhepnað gongdin í føroyska búskapinum er ein avleiðing av, at tað heilt einfalt er
enn er tað tó bert á tekniborðinum, sum hann tekur til. At DFDS skal vera við í ætlanunum vil hann ikki siga. Hann sigur, at tað má vera onkur misskiljing, at hann fyrr er endurgivin fyri at siga, at DFDS [...] Í dag hava vit rutur, sum nøkta endan á vikuni til fulnar, sigur Páll Gregersen. Men hann dylur ikki fyri, at hann fegin vildi havt eina fráferð týsdag. Um tað verður veruleiki, er ivaleyst, at virkini [...] verið, at kanska Skipafelagið Føroyar er við. Árni Joensen, stjóri á Skipafelagnum, avsannar, at Skipafelagið nakrantíð hevur verið upp á tal. Annars vil hann ongar viðmerkingar gera til málið.