Tá fjøltáttaði listamaðurin Øssur Johannesen gav sína fyrstu fløgu út, ið bert hevði eitt ljóføri, nevniliga bassin, so var fløgan eindømi í føroyska fløgusavninum. Nú er so ein slík fløga komin afturat á hesi hillini og hana eigur Øssur eisini. Hon nevnist "Mín Krossfesting".
Øssur er listamaður á mongum økjum og nú hevur hann enn einaferð givið bassfløgu út. Umframt tónleikin, so eru myndlist og yrkingar eftir listarmannin sjálvan í húsanum.
Húsin er rúgvusmikil, døkkur og er ein lítil bóklingur, har myndlist, yrkingar og frálíku fotomyndirnar hjá Jens von Krogh av bassleikaranum ganga upp í eina bergtakandi eind. Eitt upplivilsi, ið kann njótast saman við tónleikinum
At skapa lættan tónleik á eitt tungt og myrkt ljóðføri er ikki lætt, og tað roynur Øssur heldur ikki. Hugaheimur hansara er døkkur. Tað eru myndir hansara eisini, somuleiðis yrkingarnar og eisini tónleikurin.
Mín krossfesting er ein tung fløga, har bassur og ymsar effektir eru í hásæti og har Øssur prógvar hegni at handfara sítt ljóðføri. Løgini boða eisini frá huglagnum. "Mín krossfesting", "At dyrka sítt einsemi " og "Djevulin í mær" eru dømi um heitini á løgunum.
Hann nýtir bassin sum sololjóðføri, hóast tey flestu helst seta bassin í samband við grund og fundament undir øðrum tónleiki. Skal ein gera slíkt so krevst innlit og at ein ger tað sannførandi - og tað megnar Øssur.
Umframt at leika bass á fløguni, lesur Øssur eisini yrkingar sínar.
Mín Krossfesting er bandfest í RMS-studio í 1998-99 og Øssur hevur sjálvur framleitt, saman við Hjalta Joensen.
Tutl gevur fløguna út og hon fæst kring alt landið í dag.