Arbeiðið í arbeiðsbólkinum, sum skal gera álit um ein framtíðar føroyskan lista- og handverksskúla liggur stilt í løtuni. Bólkurin fór til verka í fjør heyst, ætlanin var at hann skuldi handa álitið í vár, og at skúlin skal setast á stovn í hesum árinum.
- Álitið er ikki liðugt. Málið er nú hjá landsstýrismanninum í undirvísingar- og mentamálum, sum skal taka avgerð í einum ávísum spurningi skúlanum viðvíkjandi. Trupulleikar hava verið í arbeiðsbólkinum í spurninginum um, hvat bólkurin er settur til at gera, og tað er greitt, at tað er ein ávísur ójavni millum áskoðanirnar í bólkinum sigur Hensar Ellingsgaard, deildarstjóri í Undirvísingar- og Mentamálastýrinum.
Til spurningin, um arbeiðssetningurin hevur verið nóg greiður, sigur deildarstjórin.
- Eftir mínum tykki hevur arbeiðssetningurin verið nóg greiður. Tað er serliga spurningurin, hvussu innihaldið skal vera í skúlanum, og hvat støði skúlin skal byggja á, sum limirnir í bólkinum ikki eru samdir um. Spurningurin, hvar skúlin skal liggja, er eisini eitt ivamál og er ein partur av knútinum, men tað verða í seinna enda politikararnir, ið taka ta avgerðina.
Føroyskt tilfeingi
Lista- og handverksskúlin hevur fleiri ferðir verið uppi og vent áður, var við í sonevnda skúlapakkanum á sinni, men so spurdist ikki meir burturúr. Men gongst sum Hensar Ellingsgaard í Undirvísingar- og Mentamálastýrinum ætlar, fer ein slíkur skúli av bakkastokki um ikki so langa tíð.
Umboð fyri Handarbeiðsskúlan situr í arbeiðsbólkinum umframt umboð fyri Klaksvíkar býráð. Handarbeiðsskúlin virkar sambært løgtingslóg frá 1983 um frítíðarundirvísing. Ætlanin hevur ongantíð frá Undirvísingar- og Mentamálastýrinum verið at hildið fram við hesi undirvísing sambært umrøddu løgtingslóg.
Høvuðsdenturin í nýggja lista- og handverksskúlanum verður føroyskt tilfeingi, men tað merkir kortini ikki, at ein slíkur skúli verður leysur av tí, ið rørir seg uttan um okkum.
Arbeiðssetningurin hjá arbeiðsbólkinum er m.a. at taka støðu til, um undirvísingin skal verða skipað sum grundskeið og víðkað skeið, har næmingarnir bæði læra grundleggjandi arbeiðshættir, ogna sær verkligt og fakligt innlit, samstundis sum næmingarnir fáa høvi til at ogna sær nágreiniliga vitan um ávís evni og ávísa lærugrein.
Bólkurin skal eisini viðgera, um undirvísingin skal geva ávís rættindi til víðari útbúgving í list og listahandverki, og hvørjar lærugreinir útbúgvingin skal fata um. Spurningurin er eisini, hvussu undirvísingin skal verða skipað, sum vikuskeið ella styttri skeið. Og um hon skal verða samskipað við framhaldsdeild fólkaskúlans, soleiðis at ein slíkur skúli kann bjóða næmingum fólkaskúlans verkliga og ástøðiliga undirvísing, ið kann fara fram eins væl í skúlanum og uttan fyri skúlan. Ella um undirvísingin eigur at verða skipað í sjálvstøðugum skúla ella saman við aðrari undirvísing.
Formaður í arbeiðsbólkinum er Birgir Kruse, lærari og lærugreinaráðgevi. Hini eru Katrin Joensen, handarbeiðslærari, Dávur Winther fyri Klaksvíkar býráð, Tita Winther fyri felagið Føroyska Listafólk, og Nicolina Beder fyri Føroya Læruráð.
Nær álitið og tilmælið koma frá bólkinum, dugir Hensar Ellingsgaard ikki at siga í løtuni. Men hann útihýsir ikki, at skúlin verður settur á stovn um árskiftið.