høvuðsnøvn heldur enn eitt stórt høvuðsnavn, eins og Westlife í fjør. So kunnu vit kjakast um, hvat er betri leisturin og um ikki talan bert er um undarførslur, tí tað ikki eydnaðist at fáa heilt stóra [...] annaðhvørt Frændur ella Eyðun & Terji, eru altíð á skránni. Hetta er nakað sum fyriskipararnir ynskja og sum fólkinum – ella í hvussu so er stórur partur av teimum, sum koma á Summarfestivalin – dáma. [...] minnir um tað, bar tú ikki eyga við á Summarfestivalinum. Annars er tað ikki heilt rætt at samanbera festivalarnar báðar. Sum Malan Eyðunsdóttir so væl segði á Rás2 fyrr í summar, so var talan um tveir
demokrati. Fráboðanin sigur einki um, hvat sýriski forsetin svaraði. Hetta stendur í einari fráboðan frá ST-høvuðsborgini. Enn er tó einki, sum bendir á, at sýriski forsetin er sinnaður at broyta kós. Í gjárkvøldið [...] Í gjár eydnaðist tað loksins ST-aðalskrivaranum, Ban Ki-moon, at fáa orð á sýriska forsetan, Bashar al-Assad. Teir seinastu mánaðirnar hevur aðalskrivarin ringt fleiri ferðir til forsetaborgina í Damaskus
Strandferðslan sigur hetta verða einastu loysn í eini knappheit. - Tað passar í hvussu er ikki. Í Føroyum eru nógvir útróðrarbátar, og tað er eingin ivi um, at allir hinir eru betri egnaðir enn Comrade. Borgarstjórin [...] Dahl meir enn einaferð hevur roynt at kroysta henda bátin inn í Strandferðsluna. Um hann er við hesa ferð, veit eg ikki, men eg kann so hava mín mistanka. Harry Jensen sigur, at um skúvoyarleiðin er Stran [...] hann rópar Comrade. - Teir siga stabilitetin verða í lagi, men er tað nógmikið til flutning av ferðafólki? Eg rokni við, at stabiliteturin er í lagi hjá øllum útróðrabátum, leggur hann aftrat. Á Skipaef
undir kapping um nýtt løgmanssteyp hevur EB/Streymur vunnið í 2008, 2010 og so í 2011. Tað verður kappast í tíggju ár um løgmanssteypið, og nú kappingin um hetta steypið er fýra ára gomul, er EB/Streymur [...] kennist søtari, enn hann var í fjør, tá ið vit eisini vunnu. Hetta sigur Heðin Askham, og hann útgreinar soleiðis: - Tað hevur verið so nógv rumbul kring felagið. Sjálvandi hevur hetta ávirkað spælararnar [...] spælararnar og okkum øll kring felagið. Tí er tað so sera kærkomið, at tað eydnaðist at vinna ídag. Heðin Askham segði, at tað kom væl við hjá teimum í EB/Streymi, at fuglfirðingar fyrstu løtuna lógu so aftarlaga
frá, og hann dylur ikki, at talan var um eina stóra forloysing, tá Jákup á Borg skoraði til 3-2. - Vit kunnu bara fegnast um, at tað eydnaðist okkum at binda um posan tá. Vit hava ikki avgjørt so nógvar [...] ein bara fegnast um tað. Mikkjal Thomassen fegnast eisini um, at B36-hópurin fekk hálvtannað samdøgur á Sandoynni, sum hann metir var ein góð samanristing hjá hópinum, og hann er fegin um gestablídni, sum [...] Nielsen fer at styrkja enn meira um liðið. - Vit mugu royna at trúgva uppá tað. Tað verður torført, men vit skulu bara koma í gongd og vinna nakrar dystir, men tað sær betri út, enn tað hevur gjørt áður
heitið hjá Jallinum er tað fyrsta til Knørrafelagið í hesi kappingini, og tað er merkisvert á tann hátt, at tað var ikki fyrr enn í næstsíðstu kappingini – á Fjarðastevnu – at tað eydnaðist Jallinum at vinna [...] Tað tykist ofta, sum um at tað eru somu bátarnir, ið vinna. Um FM vinnararnir í ár verða sammettir við FM vinnararnar í fjør, so er skjótt at staðfesta, at í mest sum øllum kappingunum var tað annar meistari [...] fleiri ferðir verið tvífaldur meistari, men hetta er altso fyrsta ferðin, at Argjabáturin hevur vunnið tríggjar ferðir á rað. Kappingin á Ólavsøku var tættari, enn hon hevur verið millum 8-mannaførini hinar
ólavsøkumetið. Hetta eydnaðist ikki hjá Klaksvíkingi, og heldur ikki í nakrari aðrari kapping eydnaðist tað at koma í nánd av bestu ólavsøkutíðini. Gongurólvur í síðstu løtu Havnar Róðrarfelag er vertur fyri [...] sjálvandi eisini mundu kennast søtir. Tað søguliga í FM heitinum í ár er, at hetta er fyrsta ferðin nakrantíð, at tað hevur eydnast Klaksvíkingi at vinna meistaraheitið við fullari úrtøku. Tá ið Klaksvíkingur [...] Ólavsøku merkisvert, at tað stemmaði so væl hjá Nevinum Reyða, sum var um reppið at taka Argjabátin, og hetta tilsaman man boða frá, at tað er meiri í væntu frá klaksvíkingum, sum søguliga ikki hava bestu ka
ikki júst er kendur fyri sín opinleika og gjøgnumskygni. Tvørturímóti! Jákup Emil Hansen er erligur. Sigur sum er og staðfestir, at hann ikki nakað matematiskt geni ella teldufrøðingur. Hann er 28 ára gamal [...] stigum, sigur Jákup Emil Hansen. Fyri hann er tað einki ivamál. - Hetta er matematikk og úrslitini kanst tú ikki seta spurnartekin við. Vit hava fleiri stig enn Wales og eiga tískil at verða frammanfyri [...] Århus. Hann er fótbóltsáhugaður. Heldur við NSÍ og stuðlar føroyska fótbóltslandsliðnum. Eftir sigurin á Estlandi fagnaðist hann sum øll onnur. Men Jákup Emil hugsaði eisini um, hvussu hetta fór at ávirka
ferðin var ímóti ÍBV úr Vestmannaoyggum, sum er á triðja plássi. - Vit duga ikki at greiða frá, hví hetta hevur tørnað soleiðis út, men tað er greitt, at hetta er nakað, sum vit mugu arbeiða við, sigur Pól [...] bestu íslendsku liðini er neyvan serliga stórur, men Pól Jóhannus Justinussen heldur, at talan er um øðrvísi viðurskifti í Íslandi: - Vit venja og spæla á grasi. Tað er øðrvísi enn í Føroyum. Í vetur vandu [...] okkum. Hetta sigur ein av teimum trimum føroyingunum í Vali. Tað er vinstri vongverjin, Pól Jóhannus Justinussen, sum vit tosa við. Hann er fastur maður á liðnum. Tað eru Jónas Þór Næs, sum er vongverji
nóg góður. Kanska er tað nakað um hetta, men fasti starturin og serliga fasti starturin á Ólavsøku, sum er festur inn á land, eiga at borga fyri, at róðrarteinurin á Ólavsøku altíð er tann sami. Veðurforsøgnin [...] 3.52.00. Hetta er styttsta tíðin, at nakar kappróðrarbátur nakrantíð hevur róð henda teinin. Fleiri royndir hava verið gjørdar at taka metið hjá skálamonnum. Fyri tíggju árum síðani var tað um reppið, at [...] vindferðin verður millum tríggjar og átta metrar um sekundið. Tað verður turt fyri tað mesta, og hitin fer at liggja millum átta og ellivu stig. Um hetta verður veðrið, so spæla umstøðurnar við soleiðis