So tók al-Assad telefonina

Í gjár eydnaðist tað loksins ST-aðalskrivaranum, Ban Ki-moon, at fáa orð á sýriska forsetan, Bashar al-Assad. Teir seinastu mánaðirnar hevur aðalskrivarin ringt fleiri ferðir til forsetaborgina í Damaskus, men al-Assad hevur sýtt fyri at taka telefonina. Men í gjár bar til.

-Í telefonsamrøðuni við forsetan gjørdi aðalskrivarin greitt, at hann og altjóða samfelagið stúra fyri tí veksandi harðskapinum í Sýrialandi, og hann bað forsetan gevast við at brúka hermegi ímóti mótmælisfólkinum, sum krevja demokrati. Fráboðanin sigur einki um, hvat sýriski forsetin svaraði.

Hetta stendur í einari fráboðan frá ST-høvuðsborgini.

Enn er tó einki, sum bendir á, at sýriski forsetin er sinnaður at broyta kós. Í gjárkvøldið frættist, at trygdarhermenn høvdu tikið andstøðumannin og fyrrverandi politiska fangan Walid al-Bunni og synirnar Moayed og Ayad. Tað var franska tíðindastovan AFP, sum bar tey tíðindini.