ein annar spurningur. Men nevndin metir, at tað fer at økja munandi um áhugan, tá nakað veruligt sæst eftir, og tískil skuldi verið møguligt at gjørt ymisk tiltøk at savna pening til svimjihylin, tá alt [...] nevnt omanfyri metir nevndin tað neyðugt og rímiligt nú at brúka tann pening, ið savnaður er. Projekteringin er goldin, og nevndin eigur í dag knappa millión. Roknað verður við, at 1. byggistig kann gerast [...] fáast til vega, byggiloyvi skal gevast og ikki minst skal slík bygging projekterast. Alt hetta liggur nú klárt. Fara undir 1. byggistig Og nú tykist, sum nakað fer at henda í málinum um svimjihyl í Nólsoy
fyri at tosa um eina broyting í eigaraviðurskiftunum í føroysku bankunum. Uppfatanin hjá bankanum var, at øll føroyska vinnan vóru kundar hjá báðum bankunum, og at tað tí var eitt gott hugskot at leggja [...] verið tosað nógv um, at Peter Straarup í marts 1997 hevur sagt, at Føroya Banka ikki fór at tørva meiri pening framyvir. Til tað sigur leiðslan í Den Danske Bank, at teir ikki vistu at bankanum tørvaði pening [...] Bank er tí, at teir einki skeivt hava gjørt, og at tað tí ikki er grundarlag fyri einum endurgjaldskravi mótvegis bankanum. Harafturat siga teir, at talan var um ein handil við Fíggingargrunnin og ikki við
farið at samráðast við okkurt av samtøkunum, sum ætlar sær at bora eftir olju við Føroyar. Á henda hátt kann felagið so mennast eins og tað norska Saga gjørdi tað. -Tað, sum liggur í hesum, er, at vit [...] sigur, at avtalan fer at fegna um vitan, fíggingarmøguleikar, teknikk, samráðingar, fyrisiting við øðrum orðum, hvussu tú byggir upp eitt føroyskt oljufelag. Niels Sørensen sigur, at hetta fer at líkjast [...] Skráseting Føroya, at reka ídnaðar- og handilsvirksemi í samband við kolvetni, herundir at gerast loyvihavi til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum. Felagið hevur heimstað í Havn og kapitalur felagssins
var at koma í henda bólkin. Hann sigur, at teir eru sera sterkir tekniskt, og tað at Amoco var tað felagið, sum fann flest nýggjar oljukeldur í bæði 95 og 96 sigur kanska heldur ikki so lítið. Tað kann [...] í Mærsk Olie og Gas sigur við Sosialin, at teir eru fegnir um at hava fingið Amoco við í bólkin, tí tað skuldi styrkt møguleikarnar at fingið gjørt eitt gott fyrireikingararbeiði fyri at kunna vera við [...] barlast at hava við sær í leitingini við Føroyar. Uppá fyrispurning um tað er av týdningi fyri Amoco at vera í einum bólki, har eitt av feløgnum er danskt, sigur George Chisholm, at tað er umráðandi at hava
skundi og stressi, so tók Krisjan tað róligt. Gav sær tíð til kund-an. Og tað gjørdi, at sami kundi kundi fara heimaftur við eini kenslu av, at tað kendist gott at hava sam-skifti við blaðið. Og úrslitið [...] rundan um seg, at fáa fólk at kenna seg væl, at fáa fólk at kenna á sær, at tey betýða nakað og harvið loksins at fáa fólk at trívast. Krisjan hevði ikki nakra akademiska útbúgving, og hann hevði heldur [...] Nøkur góð og sera livandi minni. Tað er serliga ringt hjá tykkum, Karlu og børnunum og Edith at missa hetta góða menniskjað. Men kortini eigur tað at vera ein uggi hjá ikki minst børnunum at vita, at tey áttu
milliónir, og tað vil siga, at tað er ikki talan um, at vit fara á húsagang. Men sum kunnugt er posamatur ódrúgvur, og mín áskoðan er, at vit skulu gera alt, sum tað ber til at gera, fyri at sleppa undan [...] Tað er ikki uppá tal, at Fótbóltssambandið fer á húsagang, men formaðurin í FSF, Torleif Sigurðsson, ásannar, eftir at tað er vorðið greitt, hvørji mótstøðulondini verða í næstu EM undankapping, at tað [...] undirstrikaði eg, at talan fór at vera um eitt rakstrarundirskot í 1997, og tað hevur gingið, sum vit roknaðu við. Vit arbeiða alla tíðina fyri at fáa javnvág í ætlanina fyri 1998, og eftir lutakastið
fjórðu røð. Kekkia og Litava hava møguleika at enda millum tvey tey bestu, og eg haldi, at Estland og Føroyar hava møguleika at taka stig frá hinum londunum. Tað kann væl vera, at tað fer at hava týdning fyri [...] endaðir í, men eg dugi væl at síggja, at vit hava møguleikar fyri fleiri stigum, enn vit hava fingið higartil, og tað eiga vit at gleða okkum um, tí tað er fyrst og fremst stig og sigrar, sum vit eru áhugaði [...] seg ímóti Estlandi, og tað er heilt greitt, at tað er fyrst og fremst ímóti hesari tjóðini, at møguleiki verður at fáa stig. 24. februar í 1996 endaði venjingardysturin á Kýpros 2-2, og 6. august í fyrraárið
trupulleikin verið, at tað hevur gingið rættiliga seint hjá føroyingum at fáa øll úrslitini at vita. Tipstænastan hevur eina víttfevnandi úrslitatænastu í Danmark ? á tekstvarpinum hjá DR og eina servicetelefon [...] Thielsen og eftirlitsstjórin Ole Torup frá Tipstænastuni í Føroyum í sambandi við, at ein føroysk úrslitatænasta skal setast á stovn. ? Trupulleikin í Føroyum hevur verið, at tað hevur verið torført at fáa [...] tíðindafundi fríggjadagin, og Michael Thielsen legði afturat, at teirra royndir úr Danmark eru, at jú betri úrslitatænastan er, jú størri er áhugin fyri at spæla. Ætlanin er, at nýggja føroyska úrslitatænastan
Martin Knudsen í málinum, men tað var ikki tí, at hann ætlar sær at spæla við NSÍ í ár. Av tí at Jens Martin skal spæla í Íslandi í ár, hevði GÍ betri hug at brúka onkran av sínum egnu málmonnum. Nýggi jugoslaviski [...] stinnari og vann 4-2. Atlantic Airways læt vinnarunum seks Gjugg í Borg-ferðir til íslendska høvuðsstaðin Reykjavík. Nýggj og gomul andlit Kappingin á Kambsdali er eitt gott høvi hjá bæði feløgum og áskoðarum [...] áskoðarum at síggja nýggjar spælarar. Bæði í fjør og í ár vóru nýggj andlit at síggja, eins og summi gomul andlit eru farin í nýggjan búna. Ingi Hansen, sum hevur spælt við EB/Streymi, spælir í ár við B68.
men ikki fyrr enn tað er greitt, hvør politiska avleiðingin verður av øllum málinum. -Men eg haldi tað er gott, at vit fingu hesa kanningina, og at hon nú er liðug. Tað hevur kenst sum at hava ein havt ein [...] í løtuni til at eg kann koma við viðmerkingum. Tað, sum onnur halda og føla, hevur tikið so nógv av tíð míni, at eg havi ikki sjálv havt stundir til hvørki at lesa alla frágreiðinga ella at gera mína egnu [...] allari hesi óvissuni og gitingunum. Tí er tað ein lætti, at kanningin er gjørd. Nú vit vita øll, hvat tað er vit tosa um. Hon heldur kanningin hevur reinsað luftina millum Føroyar og Danmark. Uppá fyrispurning