Jan Müller
Hósdagin í farnu viku varð eitt føroyskt privat oljufelag stovnað. Felagið, sum hevur fingið navnið ?Føroya Kolventisfelag P/F? við hjánavninum ?Faroes Oil and Gas Exploration P/F? ætlar sær at vera við í oljuleiting við Føroyar.
Stovnarar av felagnum eru Nils Súni Sørensen, deildarleiðari Tórshavn, Graham Duncan Stewart, frá oljufelagnum Dana, Aberdeen og Jákup Egholm Hansen, arkitektur Tórshavn.
Stjóri í felagnum er Nils Sørensen. Hann var eitt skifti stjóri á Føroya Fiskasølu. Í dag er hann deildarleiðari á ALS.
Endamál felagsins er sambart uppgerð frá Skráseting Føroya, at reka ídnaðar- og handilsvirksemi í samband við kolvetni, herundir at gerast loyvihavi til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum.
Felagið hevur heimstað í Havn og kapitalur felagssins er hálv mill. kr.
Nils Sørensen sigur við Sosialin, at nú felagið er stovnað, verður arbeitt víðari við at fáa alt uppá pláss. Tvs. at samstarvsavtala skal gerast við útlendska oljufelagið Dana umframt at tekning verður av partapeningi í Føroyum.
Tann hálva mill. kr., sum er inngoldin fyri at kunna skráseta felagið sum partafelag, er goldin av ?Faroe Petroleum Investment?, ið er ein fíggingargrunnur, sum hevur heimstað á Guernsey. Meiningin við tí grunninum, at hann framyvir, tá felagið fer at virka, skal vera fíggingarfelagið hjá nýggja føroyska oljufelagnum.
Tað eru bretar, sum standa aftan fyri hetta íløgufelagið men ætlanin er, at eisini føroyingar skulu vera við sigur Nils Sørensen.
-Men er hetta bara søgan umaftur sum vit kenna frá fiskivinnuni, har føroyingar bara eru strámenn fyri útlendskum áhugamálum, har tað nú ikki eru fiskikvotur, sum útlendskar kapitalinteressur eru úti eftir, men atgongd til møgulig ráevni í undigrundini!
-Avgjørt ikki. Tað er nettup tí, at bert hálv mill. kr. er sett í felagið. Ætlanin er at arbeiða spakuliga víðari, nú eftir at felagið er stovnsett. Málið er at fáa eitt føroyskt felag, sum føroyingar kunnu seta pengar í. Tað verður teknaður partapeningur í Føroyum.
Nils Sørensen sigur, at felagið, sum nú er stovnað, fer at gera eina samstarvsavtalu við tað bretska oljufelagið Dana Petroleum, har eitt av oddafólkunum er hálvi føroyingurin Graham Stewart.
Dana Petroleum er eitt rættiliga nýtt oljufelag, sum serliga arbeiðir í Ruslandi. Nils Sørensen sigur, at avtalan fer at fegna um vitan, fíggingarmøguleikar, teknikk, samráðingar, fyrisiting við øðrum orðum, hvussu tú byggir upp eitt føroyskt oljufelag.
Niels Sørensen sigur, at hetta fer at líkjast støðuni hjá Atlantsflog, tá teir royndu at byggja felagið upp við hjálp frá Chimberair. Her verður samstarvsfelagin Dana.
-Men hví Dana Petroleum!
-Talan er um eitt rættiliga lítið felag, sum hevur eitt virði uppá 2 mia. kr. Ger tú avtalu við eitt stórt felag kanst tú rokna við at detta niðurímillum í systeminum. Dana er fult kvalifiserað til hesa uppgávuna. Eg rokni við, at vit føroyingar við slíkum felag kunnu fáa eitt betri samstarv enn um talan var um eitt gigantiskt felag.
Stjórin í Dana Petroleum er Charles Smith, sum er fyrrverandi stjóri í oljufelagnum Chevron. Ein annar av oddamonnunum í Dana er Tom Cross.
Uppá fyrispurning hvør hevur tikið stig til hetta tiltak - føroyingar ella útlendingar - sigur Nils Sørensen, at tað er ein kombinatión av báðum.
Nils Sørensen sigur, at endamálið er, at hetta skal vera eitt føroyskt oljufelag, sum føroyingar koma at eiga.
Tá avtala við Dana Petroleum er komin upp á pláss so hevur ein fingið eitt felag, sum hevur ta neyðugu vitanina, sum eitt oljufelag skal hava. Síðani verður farið at samráðast við okkurt av samtøkunum, sum ætlar sær at bora eftir olju við Føroyar. Á henda hátt kann felagið so mennast eins og tað norska Saga gjørdi tað.
-Tað, sum liggur í hesum, er, at vit føroyingar sjálvir skulu kunna vera við í sjálvari primersvinnuni innan oljuvinnuna.
Nils Sørensen sigur, at henda ætlanin við einum privatum føroyskum oljufelag forðar ikki fyri einum almennum oljufelag. Hann heldur tað er pláss fyri báðum.
-Sjálvandi er talan um at fáa ein vinning burtur úr einum slíkum felag, men tað er eisini tankin at byggja upp føroyska ekspertisu á privatum støði.
Felagið leggur stóran dent á at vera so føroyskt sum gjørligt sigur ssjtórin í felagnum við Sosialin.