Mærsk nú saman við amerikanska Amoco

Mærsk Olie og Gas er nú farið at samstarva við amerikanska oljufelagið Amoco

Nú tað nærkast einum útbjóðingarumfari á føroyskum øki royna oljufeløgini at finna sær teir røttu partnararnar fyri harvið at standa seg betur í eini útbjóðing. Fleiri samtøk eru longu, sum virka á føroyskum øki. Nú um dagarnar var so eitt av hesum samtøkunum broytt. Tað er sokallaði Finabólkurin, sum, eisini danska oljufelagið Mærsk Olie og Gas er partur av. Hitt felagið í bólkinum er Deminex. Í fjør var eisini enn eitt felag í hesum bólkinum, Union Texas, men felagið tók seg úr felagnum í fjør. Nú er so tað amerikanska felagið Amoco komið við í samtakið og hevur eisini yvirtikið operatørleiklutin, sum Fina hevði.

George Chisholm, kanningarstjóri hjá Amoco sigur, at teir eru sera nøgdir at vera komnir í henda bólkin, tí talan er um góð oljufeløg. Amoco hevur leingi leitað sær eftir partnarum men hevur so ikki hildið tíðina vera komna fyrr enn nú møguleiki var at koma í henda bólkin.

Hann sigur, at teir eru sera sterkir tekniskt, og tað at Amoco var tað felagið, sum fann flest nýggjar oljukeldur í bæði 95 og 96 sigur kanska heldur ikki so lítið. Tað kann vera góð barlast at hava við sær í leitingini við Føroyar.

Uppá fyrispurning um tað er av týdningi fyri Amoco at vera í einum bólki, har eitt av feløgnum er danskt, sigur George Chisholm, at tað er umráðandi at hava eitt skandinaviskt felag í einum slíkum bólki. Hann hevur annars alt gott at bera Mærsk, sum hann sigur er eitt sera kompetent felag at arbeiða saman við.

Hvørjar vónir hevur kanningastjórin í Amoco so til, at tað verður eitt føroyskt útbjóðingarumfar nú, tá tað er óvist við markinum!

-Ein markaloysn er týdningarmikið fyri øll oljufeløgini.

-Men kann ein óloyst marknatræta og eitt útsett útbjóðingarumfar køva áhugan hjá oljufeløgunum fyri at vera við í leiting við Føroyar!

-Tað fara helst at vera nøkur oljufeløg, sum fara at missa áhugan ella rættari - at leggja síni projekt á hillina fyribils, um markið ikki verður ásettt fyrr enn móti endanum av 98 ella miðskeiðis í 99. Men tey vilja so helst koma aftur seinni, tá trætan er loyst.

George Chisholm sigur, at Amoco fer neyvan at missa áhugan fyri økinum, hóast eingin lisensrunda verður í 98. -Vit kunnu liva við, at eingin lisensrunda verður í ár, men í so skuldi hon helst eisini verið í 99.

Bo Wilfang, varastjóri í Mærsk Olie og Gas sigur við Sosialin, at teir eru fegnir um at hava fingið Amoco við í bólkin, tí tað skuldi styrkt møguleikarnar at fingið gjørt eitt gott fyrireikingararbeiði fyri at kunna vera við í fyrstu útbjóðing. -Vit eru í gongd við kanningarnar, sum enn ikki eru lidnar. Úrslitið av teimum og tí teimum reglum og treytum, sum føroyingar fara at seta oljufeløgunum, verða so avgerandi fyri, um vit fara at søkja um lisens sigur Bo Wilfang.

Hann sigur, at Amoco er eitt felag við nógvum royndum á bretskum øki og felagið hevur royndir at bora í somu løgum sum tey við Føroyar.

Sosialurin hevur ikki fingið váttaðm býtið millum feløguni men skilur, at Amoco og Mærsk hava 30% hvør meðan Deminex og Fina hava 20% hvør.