Nú verður skjøtil settur á svimjuhylin hjá Ova

Stuðulsnevndin fyri Svimjihyl í Nólsoy hevur nú tikið avgerð um at fara undir 1. byggistig av svimjihylinum, sum Ove hevði lovað børnunum í Nólsoy

Jan Müller


Leingi hevur verið arbeitt við at savna pening til ein svimjihyl í Nólsoy.

Fyrsta stuðulsnevndin sá dagsins ljós fyri 11 árum síðani, stutt eftir, at Ove Joensen so syndarliga fórst á Skálafjørðinum í besta veðri. Henda fyrsta nevndin hevði sum endamál at savna eina millión kr., og tá hetta málið var nátt, legði tann nevndin frá sær.

Á heysti 1993 var so nýggj nevnd vald, og helt henda fram við arbeiðinum. Samstundis sum orka var nýtt til framhaldandi at savna pening, varð samstundis arbeitt við fyrireikingunum til sjálva byggingina.

Sjálvandi eru nógvir lutir at avgreiða í slíkum fyrireikingum. Eitt nú skal øki fáast til vega, byggiloyvi skal gevast og ikki minst skal slík bygging projekterast. Alt hetta liggur nú klárt.


Fara undir 1. byggistig

Og nú tykist, sum nakað fer at henda í málinum um svimjihyl í Nólsoy.

Nevndin fyri svimjihyl hevur tikið støðu um at seta skjøtil á, og umfatar 1. byggistig avgrevstur og planering av økinum. Tá hetta arbeiði er gjørt, verður farið undir betongarbeiði, sum væntandi skal verða liðugt til summars.

Leo Poulsen, formaður í nevndini sigur, at nevndin nú metti tað vera neyðugt at fara undir arbeiðið. Fólk, ið kanska hava gjørt eitt arbeiði fyri at gera ynski hjá Ova til veruleika, ótolnast sjálvandi, tá einki hendir. Samstundis má roknast við, at vælvildin verður so mikið størri, tá nakað sæst eftir av tí peningi, ið inn er savnaður.

Alt er klárt at fara undir arbeiðið, og væntandi verður byrjað fyrst í komandi viku av grava omanav. Tá hetta er gjørt, verður farið undir spreingiarbeiðið og planering. Nevndin ætlar at hava 1. byggistig, sum umframt framman fyri nevnda umfatar alt betongarbeiðið, liðugt í summar.


Brúka pengarnar

Nær svimjihylurin so verður klárur at taka í nýtslu, er ein annar spurningur. Men nevndin metir, at tað fer at økja munandi um áhugan, tá nakað veruligt sæst eftir, og tískil skuldi verið møguligt at gjørt ymisk tiltøk at savna pening til svimjihylin, tá alt betongarbeiðið er gjørt.

Sum nevnt omanfyri metir nevndin tað neyðugt og rímiligt nú at brúka tann pening, ið savnaður er. Projekteringin er goldin, og nevndin eigur í dag knappa millión. Roknað verður við, at 1. byggistig kann gerast fyri hesa upphædd.

Í nevndini fyri svimjihylin sita í dag Leo Poulsen, formaður, Petur Hans Hansen, næstform., Una Hansen, kassameistari, Hilmar Joensen og Anny Niclasen. Tað eru arkitektarnir Albert Isfeldt og Gudmund Hansen, ið hava teknað svimjihylin í Nólsoy.