eftir. Kortini hevur lítið verið kjakast um, hvørjar ítøkiligar møguleikar teir 14 fríhandilssáttmálarnar geva Føroyum. Hvat skalt tú hava 14 fríhandilssáttmálar til, um tú ikki fært nýtt tær til nakað? Tað [...] møguleikar: tú kanst gerast limur í ES sum er, tú kanst gerast limur sum sjálvstøðugt land, ella tú kanst gerast limur í EFTA, og eg trúgvi, at EFTA er tann møguleikin, sum politiskt hevur best møguleika [...] eitt tættari tilknýti til Evropa – og serliga tann evropeiska marknaðin. Hetta hevur kortini verið lættari sagt enn gjørt. Hugburðinum hjá bæði politikarum og vanliga føroyingum til ES er ikki stórvegis
hetta mær til hugs. Fyrst vil eg siga, at talan er um evnaríkar ungar menn, sum brúka tey evni sum Skaparin hevur givið teimum, og eg havi ongan trupuleika við at hoyra teirra tónleik í útvarpi ella á fløgu [...] men eg havi verri við at skilja, at eingin enn hevur tala at alment, um tað, at eitt rock-orkestur kallar seg I AM ? hevur eingin hugsað um tað enn, ella er mann bara fittur_ Kæru tit í I AM, eg vóni, [...] navnið eitt og hitt sama sum persónurin (likamliga hjástaddur ella ikki), tað eru nógv dømi um hetta, og tað kendasta er helst »Tí har sum tvey ella trý eru savnað saman í Navni Mínum, eri Eg mitt ímillum teirra«
ikki viljað sagt nakað um hetta málið, hóast alt hevur verið reist rættstundis. Ístaðin hava teir roynt at gera hetta til eitt mál um at “steina danir” ella at dyrka “nasjonalar vinklar”, og “seta býttar [...] ir og politiskar avgerðir Tá krøvini til Eik komu fram, gjørdu vit bæði munnliga og skrivliga greitt mótvegis landsstýrinum, at tey skuldu taka fyrsta flúgvara til Danmarkar og krevja samráðingar við donsku [...] metingunum um, hvat varð bíligast fyri statskassan og at ongin løgfrøðislig forðing var. Hetta varð lagt fyri løgmann og figgjarmálaráðharran við fyrispurningum á løgtingi. Teir kveistraðu alt til viks. Søgdu
glataður. "So, tú hevur svikið meg", teskaði ein djevil innantanna. "Eg kenni teg als ikki longur". HALGUR TERROR UM VIT nú fara frá tí einstaka og psýkosøguni, hvat er tað so, sum ger stalinismuna til eitt serstakt [...] skotnar ella píndar til deyðis, legði Mao sum heild størri dent á heilatvátt enn Stalin. Heilatvátturin, sum kundi taka mong ár, hevði til endamáls at rudda burtur sjálvt minsta tekin um sjálvstøðu ella persónleika [...] tíðarskeið kann eina tíð fáa mannaættina til at taka betri partar fyri seg. Men hvørki í Russlandi ella Kina tykjast politikarar ella fólk sum heild at hava nakran vilja til tað slagið av søguligari sannkenning
ert tú í grundini nú?" helt mamman fyri. "Minnist tú zarin?" svaraði Stalin. "Íðan, eg eri sum ein zarur." "Mætari hevði verið, um tú bleiv prestur," svaraði mamman. EITT KONUBROT MEN LÍKINDINI til at rísa [...] hesum orðum vera við, at lykilin til mannin finnur tú í barndóminum. Tað man vera fáfongt at royna seg við fikkusálarfrøði ella vísindaligum útgreiningum um upprunan til Stalins muru. Eitt tykist kortini [...] biograf í Kreml og koyrdu seinni við Bossinum út til hansara summarhús í Kuntzevo. Har drukku teir, fortaldu krønikur ella stungu hvør øðrum skør, til klokkan bleiv bæði trý og fýra. Vanliga var Josef
útnyrðingi? Tað hevur verið ein grundfest hugsan, serliga millum tjóðskaparfólk, at hendi okkurt ringt, kom ein kreppa, ella var varutrot, ella gekk tað ov striltið við framburði av tjóðskaparligum ella ríkisr [...] Føroyum, í sambandi við ta vanlukku, sum hevur rakt hansara land, minti á, tá danski kongurin í árinum 1662 “við byrsu hótti íslendingar til at góðkenna einahandilin”. Hvat hugsar hesin maður fyri sær? Átti hann [...] – ein hevur næstan hug at siga: norrønan - samhuga, varð tað kveistrað til viks. Vit vistu betur. Íslendingar vistu betur. Tað skuldu eingir uppgjørdir junkarar koma og fortelja okkum nakað ella læra okkum
ið norrønt: persóna (kvennkyn) verður til persónur (kallkyn), ella tá ið lániorðið kommunist verður til kommunistur, t.e. kallkyn. Tá ið tilvísingin er við hann ella hon, er neyðugt at hyggja at tí júst [...] serliga talan um esperanto, sum JH hevur havt stóran áhuga fyri. Hann hevur skrivað Esperantobókina frá 1987 og hevur skrivað um esperanto í m.a. Máltingi. Eisini hevur hann skrivað Esperantobókin II, Orðalisti [...] Hetta er grundin til, at mann hevur fólkanøvn við manglandi bending; eisini undarligar ljóðbroytingar og -útviklingar í staðarnøvnum, sum tá ið Strætilið (eitt navn í Sandavági) verður til Strapulið. (Ja
Eitthvørt samfelag er uppbygt av stríðandi pørtum við egnum hugsanum um, hvat er rætt og hvat er skeivt, hvat kann góðtakast og hvat ikki kemur upp á tal. Nøkur meta, at tað at nokta nøkrum børnum lív er [...] teimum tankum, ið vit ikki eru samd við, hvat er so virði í tolsemi? Tolsemi hevur einki mark, og tað er tískil eisini eitt hugtak, sum ikki ber til at stjórna ella lóggeva eftir. At avmarka tolsemi við einum [...] Fólk skulu hava rætt til at finnast at øllum sjónarmiðum og virðum í samfelagnum, bert tey ikki gera tað á ein tílíkan hátt, at tey eggja øðrum til at leggja hatur á einstaklingar ella bólkar. Í veruleikanum
darlag, hvat hann stóð fyri, og hvør var hansara meining. Eitt lív merkt av arbeiðssemi, røkiskapi, ábyrgdarkenslu og trúfesti. Eivind, takk fyri, at tú tveitti meg á bláman. Takk fyri, at tú vísti mær [...] avmarkaðar ella fyribyrgdar á míni leið. Eitt vinalag, har ongin avtala var neyðug, og har eitt ja var eitt ja og eitt nei eitt nei. Eitt vinalag, har eg altíð, nátt sum dag, kundi venda mær til hansara um [...] brimgarðarnar og hevur lagt at í tí tryggu havn, sum hann javnt og samt tosaði og vitnaði um. Loggið er tikið inn og ger ongan snúning afturat. Eitt lív er livað, har ongin kann ivast í, hvat var hansara
greitt, at tit høvdu kvalifiserað tykkum til EM, til eg fekk eini sms boð um tað frá starvsfólki í ráðnum. Eg svaraði bara, vit fara! Og nú eru vit her. Basel hevur fingið innrás á 100 tals føroyingum, sum [...] Skapar undurverk! Tað hevur verið so stórt og rørandi at hoyrt allar samrøðurnar, lisið allar greinarnar og upplivað alt hondbóltssúsið, sum er í løtuni. Tað er eisini heilt ótrúligt, hvat tit hava megnað uppá [...] síðani høvdu óskipað og nærum einki landsliðsarbeiði á kvinnusíðuni, til nú. Tað hevur gingið við rúkandi ferð. Honsbóltssambandið hevur gjørt eitt megnar arbeiði, sum vit hava nógv at læra av. Strategiin