EFTA - lovaða landið ella oyðimørk?

Okkara fiskivinna fær frið. Søgulig møguleiki at fremja okkurt á uttanríkisøkinum. Betri atgongd til ivasamar fríhandilsavtalur. Eitt styrkt fiskivinnusamstarv. Hetta eru nakrar av orsøkunum til, at løgmaður er so bráður at innlima Føroyar í EFTA

Tinghella
Páll Holm Johannesen
pallurin@hotmail.com

Á vári í 2005 sníkti eitt nýtt gandaorð seg upp í føroyskan uttanríkispolitikk. Úr Tinganesi hevur í fleiri ár verið júkað um, at Føroyar mugu fyri alt í verðini gerast virknari á altjóða politiska leikpallinum. Og loysnina upp á tann trupulleikan hevur ABC-samgongan funnið í lyklaorðinum við teimum fýra stavunum E-F-T-A.
Løgmaður hevur bæði undir ólavsøku- og nýggjársrøðum gjørt Føroya fólki greitt, at landsstýrið strembar eftir føroyskum limaskapi í altjóða handilsfelagsskapinum EFTA. Og nógv hevur verið lagt fyri.
Bæði løgmaður og embætisfólkið í Tinganesi hava verið á fleiri sjarmuferðum – bæði á høvuðstøðini hjá EFTA og ikki minst hjá teimum fýra limalondunum. Kortini tykist dreymurin um limaskap framvegis fjarður.
Gamaní, mótburðurin síðan startskotið í 2005 hevur verið stórur.
Anders Fogh Rasmussen var skjótur at seta føtur í spenni, tá hann varskógvaði, at ein føroysk umsókn um limaskap í EFTA ikki kemur upp á tal, áðrenn Føroyar hava yvirtikið øll 12 málsøkini, sum eru knýtt at fullum limaskapi.
Eitt høvuðsendamál við at gerast partur av EFTA samstarvinum var at nýta limaskapin sum jarnbrot til at gerast partur av attraktivu EBS-avtaluni, sum hevur verið ein av grundsúlunum í búskaparligu menningini í bæði Noregi og Íslandi. Men hendan ætlan varð skjótt kolldømd, tí okkara ríkisrættarliga støða forðar tí.
Bæði politikarar og serfrøðingar – føroyskir og útlendskir – hava eisini koyrt tummilfingurin niður fyri ætlanini hjá landsstýrinum. Onkur hevur skýrt EFTA-limaskapin virðisleysan uttan eina EBS avtalu. Annar heldur, at fækkandi limalondini í EFTA er eitt sólarklárt tekin um, at felagsskapurin er ein søkkandi skúta. Ein triði væntar, at tað bert er ein spurningur um tíð, áðrenn Noreg og Ísland taka stig til at gerast partur av ES, og tá verður EFTA ikki lív lagað.
Tey fýra limalondini Ísland, Sveis, Liktenstein og Noreg hava heldur ikki beinleiðis tikið móti Føroyum við víðopnum ørmum. Ísland ynskir Føroyar sum lim, meðan greipan Sveis og Liktinstein hevur sýnt Føroyum lítlan áhuga. Hinvegin hevur verið torført at fáa eina greiða útmelding um støðuna hjá Noregi.
Men hví er løgmaður so altráður eftir einum limaskapi í EFTA, tá so nógvir sjónligir snávingarsteinar eru at hóma?

Óttin fyri Brússel
Rákið úti í heimi seinastu árini er týðuligt. Fleiri og fleiri lond ganga saman í størri felagsskapir og lata stórar partar av sínum nationala sjálvsavgerðarrætti á týðandi økjum til hesar felagskapir. Í Evropa leggjast fleiri og fleiri lond afturat ES. Feskasta dømið er Bulgaria og Rumenia, ið gjørdust limir um ársskiftið.
Í fleiri áratíggju hava ymisk landsstýri roynt at tryggja Føroyum eitt tættari tilknýti til Evropa – og serliga tann evropeiska marknaðin. Hetta hevur kortini verið lættari sagt enn gjørt. Hugburðinum hjá bæði politikarum og vanliga føroyingum til ES er ikki stórvegis broyttur, síðan løgtingið fyri yvir 30 árum síðan valdi at standa uttanfyri ES.
Serliga óttin fyri felags rikna fiskivinnupolitikkinum úr Brússel hevur verið ein áhaldandi grundgeving fyri ikki at trína inn í ES. Javnan verður víst á, at kvotaskipanin hjá ES hevur havt við sær, at fiskivinnan í londum sum Spania, Portugal, Onglandi og Danmark hevur verið vanrøkt, síðan londini gjørdist limir í ES.
Meðan óttin fyri ES er stórur, stendur betri til við Geneve, har høvuðsdeildin hjá EFTA heldur til. Hetta kemst ikki minst av, at EFTA er grundleggjandi øðrvísi skipað enn ES. Meðan limalondini í ES lata fleiri og fleiri heimildir til ES, er EFTA ein felagsskapur, har limalondini framvegis hava ræðisrættin á flest øllum viðurskiftum.
At vit framhaldandi sleppa at skipa okkara egna fiskivinnupolitikk, hóast vit gerast limir í EFTA, vigar uttan iva nógv hjá landsstýrinum. Undir orðaskiftinum um EFTA á vári í fjør kom eisini greitt fram, at løgtingslimir fegnaðust um, at fiskivinnupolitikkurin ikki verður rørdur við føroyskum EFTA-limaskapi.
Men. Heldur enn at halda krampakent upp á okkara fiskirættindi, mugu vit hyggja longri og tora at seta spurningin um gullkálvurin – okkara fiskiríkidømi- ikki skal offrast fyri at fáa tættari samband við ES. Tí tað er tættari samstarvi við tann felagsskapin, sum kann tryggja Føroyum veruligan framburð.
Eg sigi harvið ikki, at vit skulu avreiða okkara fiskivinnu til ES fyri ein og hvønn prís, men vit mugu tora at hugsa at tankan, tí ES fevnir also um annað enn fiskivinnu. ES marknaðurin er í dag okkara høvuðsmarknaður og øll orka eigur at vera nýtt at til at virka fyri, at okkara marknaðartreytir við ES verða betraðar.
Gransking og útbúgving eru hornasteinar hjá nærum hvørjum arbeiðsbólki í Visjón 2015, og júst tey bæði økini verða raðfest høgt í ES. ES hevur rammuætlanir innan bæði útbúgving og gransking, og við at krøkja okkum upp í tær, høvdu vit kunnu fingið tiltrongda ferð á granskingina í Føroyum.


Sterkari fiskivinnusamstarv
Verða Noreg, Ísland og Føroyar at finna saman í EFTA, eru góð útlit fyri einum tættari samstarvi millum tær norðuratlantisku fiskivinnutjóðirnar. Hóast tað ikki er eitt yvirskipað fiskivinnusamstarv í EFTA, so hevði eitt formelt samstarv millum Føroyar, Noreg og Ísland verið gróðrarbotnur fyri, at londini gjørdust sterkari úteftir.
Her verður serliga hugsað um samráðingar við ES, har eitt formelt samstarv gjøgnum EFTA, fór at gera tað lættari hjá Noreg, Íslandi og Føroyum at standa saman og seta hægri krøv til ES-myndugleikar, tá samráðingar um fiskivinnupolitikkin tóku seg upp.
Hóast hesin spurningur framvegis ber brá av at vera teoretiskur, so hava løgmaður og ein norskur politikari longu víst á møguleikan. Hjá Føroyum hevði hetta verið funnin fressur, tí EFTA hevur eitt væl sterkari netverk og størri fyrisiting, og hetta átti betra um møguleikarnar hjá Føroyum at samráðast – ikki minst á fiskivinnuøkinum.

Politiskur friður
Í politiska landslagnum hevur verið óvanliga friðarligt, síðan kjakið um EFTA tók seg upp. Tað er sjáldan, at allir flokkar á tingi stuðla einum máli, men hetta tykist meira ella minni galdandi í spurninginum um EFTA limaskap.
Tann æviga orrustan um ríkisrættarliga støðu Føroya tykist ikki fyribils at hava gruggað kjakið um EFTA limaskap. Allir løgtingslimir hava ásannað at tað er í tøkum tíma, at Føroyar fáa ein virknari leiklut á uttanríkispolitiska økinum og at betra verður um marknaðaratgongdina hjá føroyskum vørum. Limaskapur í EFTA gongur báðum ynskjum á møti.
Í Føroyum hava stórpolitisk mál lyndi til at drukna í innanhýsis politiskum ósemjum, men breiða semjan millum andstøðu og samgongu í hesum málinum slóðar fyri, at tað er frálíkur møguleiki at fáa nakað ítøkiligt burturúr arbeiðnum á uttanríkisøkinum.
Tað er ikki bert friður á politiska leikpallinum. Bæði arbeiðsgevarar og fakfeløgini plaga ikki at smæðast burturímillum, um politikararnir hava ætlanir, sum teimum ikki líkar. Áhugabólkarnir í Føroyum – serliga innan fiskivinnuna – hava eina ómetaliga stóra styrki, og politikararnir eru mangan hoknaðir í knøunum og hava givið eftir fyri ynskjum teirra. Hetta síggja vit best í teimum mongu seravtalum, sum ávísir samfelagsbólkar hava. Eitt sólarklárt dømi er skattalættin til fiskimenn og handverkarar uttanlands.
Men bæði vinnulív og fakfeløg hava verið óvanliga spøk í málinum um EFTA. Antin eru tey líkasæl, ella síggja tey ongar vandar. At áhugabólkarnir serliga innan føroysku fiskivinnuna ikki eru so eyðsýndir kemur helst av tveimum orsøkum. Hjá reiðarunum ger tað hvørki frá ella til, um Føroyar gerast partur av EFTA, tí fiskivinnupolitikkurin verður sum áður sagt á okkara hondum. Vandin fyri at missa sín einkarætt á føroyska heimasjógvin er snøgt sagt ikki til staðar.
Hóast EFTA limaskapur betrar um samlaðu marknaðaratgongdina hjá føroyskum vørum, so er tað ein givin lutur, at serliga føroyskir fiskaseljarar hava nógv størri tørv á betri atgongd til ES-marknaðin, sum er okkara nógv størsti útflutningsmarknaður.
Tað er rættiliga sigandi, at hvørki politikarar ella fakfeløg geva EFTA nakran ans. Tað er eitt greitt tekin um, at týdningurin av felagsskapinum fyri føroyska samfelagið helst ikki er tann størsti.
Tað má ganga langt ímillum, at løgmaður og hansara embætisfólk hava fingið fríar ræsur at arbeiða uttan at politikarar, vinnulív ella fakfeløg banka upp á dyrnar og seta krøv. Hetta frælsið má geva løgmanni eina tiltrúgv um, at EFTA helst er mest realistiska leiðin at ganga um Føroyar skulu fáa tættari samstarv við Evropa.
Men tú hevur hug at seta spurningin um limaskapur í EFTA ikki bart út er eitt skálkaskjól fyri at gera bara okkurt á uttanríkispolitiska økinum? Tað er í ES - og ikki EFTA , at tey stóru tøkini hava verið tikin seinasta áratíggju.


Fríhandilsavtalur
Tað er sannroynd, at vit hava havt óvanliga torført at gjørt handilssáttmálar við aðrar tjóðir. Besta dømi um tað er fríhandilssáttmálin við Russland, sum hóast drúgvar samráðingar, framvegis ikki er komin undir land. Men eydnast tað løgmanni at innlima Føroyar í EFTA, fáa vit í einum atgongd til í alt 14 fríhandilsavtalur, sum EFTA hevur undirskrivað. Útlitini fyri øllum hesum fríhandilsavtalum viga uttan iva nógv hjá løgmanni.
Mantraðið í altjóða heiminum í dag er fríhandil. Tað er ein turkatrúgv upp á, at fríhandil tryggjar størri marknaðir, sum víðari tryggja størri vælferð og størri búskaparligan vøkstur. Og hesa trúgv hava føroyskir politikarar tikið til sín.
Ísland og Írland verða javnan nevnd sum tvær tjóðir, vit skulu síggja upp til. Tær hava ein lítlan heimamarkna – eins og Føroyar – men sum hava krøkt seg til størri eindir sum EFTA og ES, og hetta hevur havt við sær, at londini hava blómað við stórum búskaparligum vøkstri. Við at lata upp ístaðinfyri at byrgja seg inni. Vónin er, at um fleiri føroyskar fyritøkur fáa atgongd til ein størri marknað, kunnu Føroyar gera Íslandi og Írlandi bragdið eftir.
Kortini hevur lítið verið kjakast um, hvørjar ítøkiligar møguleikar teir 14 fríhandilssáttmálarnar geva Føroyum. Hvat skalt tú hava 14 fríhandilssáttmálar til, um tú ikki fært nýtt tær til nakað? Tað er áhugavert at leggja til merkis, at samlaði útflutningurin hjá teimum fýra EFTA-londunum bert er 2,3 % til tey londini, sum fríhandilssáttmálar eru gjørdar við. Tí átti størri dentur verður lagdur á, hvørji lond møguleikar eru í enn bara at staðfesta, at talan er um 14 fríhandilsavtalur, tí hvat fara Føroyar at fáa burturúr einum fríhandilssáttmála við Palestina, Tunis ella Makedonia, sum eru trý av londunum?



FAKTABOKSIIR:

Stutt um EFTA:
Altjóða búskaparligi felagsskapurin EFTA telist í dag millum teir smáu altjóða felagskapirnar. EFTA kom undan kavi í 1960, og felagsskapurin varð tá mettur at vera eitt munagott alternativ til ES. Seinastu árini er talið av limum í felagsskapinum minkað umfatandi, tí tey flestu londini, sum upprunaliga vóru í EFTA eru blivin limir í ES. Í dag eru bert Noreg, Ísland og Liktenstein og Sveis limir í EFTA. Føroyar vóru limir í EFTA frá 1967 til 1972.

Stutt um EBS:
EBS er ein stytting fyri Evropeiska Búskaparliga Samstarvið millum. ESB er ein avtala millum ES og EFTA londini. Samstarvið fevnir í høvuðsheitum um , at vørur, kapitalur, arbeiðsmegi og tænastur skulu hava frítt at fara um landamørk. Avtalan millum ES og EFTA kom í gildið í 1992. Noreg, Ísland, Liktenstein eru partur av EBS, meðan Sveis hevur valt at vera uttanfyri.

Fríhandilssáttmálar hjá EFTA:
Bulgarina, Kroatia, Makedonia, Rumenia, Turkaland, Marokko, Tunis, Ísrael, Jordan, Libanon, Palestina, Kili, Mexico, Singapore.

HESI SITAT SKULU SETAST NIÐAST VID:

-Tað er einki dulsmál, at gerast Føroyar limur av EFTA, fer EFTA at standa munandi sterkari á fiskivinnuøkinum. Tú mást minnast, at Noreg, Ísland og Føroyar umsita hvør sær nógv størsta partin av fiskivinnuni í Norðuratlantshavi. Velja tey trý londini at ganga saman í EFTA, verður støðan munandi sterkari mótvegis ES
Knut Almestad, fyrrverandi norski sendimaðurin hjá Noregi í EFTA, Sosialurin 11.08.05

Tað eru tríggir møguleikar: tú kanst gerast limur í ES sum er, tú kanst gerast limur sum sjálvstøðugt land, ella tú kanst gerast limur í EFTA, og eg trúgvi, at EFTA er tann møguleikin, sum politiskt hevur best møguleika.
Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, Sosialurin 18.05.05

-Eg eri persónliga skeptiskur viðvíkjandi limaskapi í EFTA, tí stovnurin er ein doyggjandi eind. Ta_ er einki dulsmál, at ES er tað stóra, meðan EFTA er bara næstbest. Hvat er virðir í EFTA, tá Ísland og Noreg fara upp í ES?
Jóhan Dahl, Sambandstingmaður, Sosialurin 04.08.05


-Uttan at gerast partur av EBS samstarvinum, síggi eg ikki stórvegis vinning í at gerast limur í EFTA. EBS avtalan er uttan iva tað berandi í EFTA í dag. Uttan hana er felagsskapurin lítið verdur.
Inge Lønning, Næstformaðurin í norsku uttanríkisnevndini, Sosialurin 11.08.05

-Parturin av EFTA, sum ikki fevnir um EBS samstarvið, vigar ómetaliga lítið politiskt. Eg skal ikki leggja meg út í føroyska ynskið um limaskap, tí tað er nakað tit sjálvir mugu gera av, men eg havi ringt við at fáa eyga á stórvegis fyrimunir at vera limur av EFTA uttan EBS samstarvið,
Inge Lønning, næstformaðurin í norsku uttanríkisnevndini, Sosialurin 11.08.05