ólógligt at innflyta elektroniskar sigarettir við nikotini og øðrum evnum í. Tað sigur Apotekið á heimasíðu síni. Elektroniskar sigarettir er eitt tað nýggjasta amboðið í royndunum at leggja av at roykja [...] vætu, ið kann skiftast. Í hesum hylki kann vera nikotin. Streymur frá battaríi fær vætuna at hitnað so mikið, at hon verður til damp og serlig evni eru eisini í hylkinum, sum fáa nikotinið yvir í dampin [...] haðani fer nikotinið í blóðið. Fyri at dampurin skal líkjast royki, er evnið glycerol ofta í vætuni og harumframt eru onnur evni í, sum geva smakk. Hitin er so høgur, at tað setur ymiskar kemiskar reaktiónir
eru almenn starvsfólk so misnøgd við stjórnina, at eitt nú lærarar umhugsa at stovna nýggjan flokk. Tað skrivar Jyllands-Posturin. Blaðið veit at siga, at fýra nevndarlimir í lærarafelagnum hava tikið seg [...] atiska flokkinum. Jyllands-Posturin skrivar, at ein nýggjur flokkur fer at leggja seg á vinstru síðu á miðjuni í tí politiska landslagnum, har hann fer at venda sær til veljarar, sum hava ta kenslu, tá [...] Goul Andersen, professari og valgranskari, sigur við blaðið, at tað er rúmd fyri einum politiskum flokki afturat í Danmark. Hann heldur, at grundarlagið fyri einum nýggjum miðvinstraflokki hevur ikki verið
biðidagur er. Av tí, at tey eru so fáment, hava tey valt at gera leguna til eina familjulegu, sum tey kalla Húsalega. Tey plaga at vera umleið 50 fólk. Hetta er eisini við til at styrkja tað góða samanhaldið [...] Mikladal og Trøllanes. - Í ár verða tey á Selatrað, og ætla tey tí at hava eitt flaggdagshald har. Tað veit heimasíðan hjá Sjóvar kommunu at siga í dag. Skráin fyri dagin á Selatrað byrjar við bálplássið á [...] skótadeplinum klokkan 14, har bjóðað verður vælkomin. Síðan verður sangur, og Max Weihe fer at halda røðu. Eftir at nakrir sangir eru sungnir aftrat, bjóða skótarnir til kaffi og køkur niðri í smoltstøðini
húsvognar koma at standa, verður uttanfyri hegnið. - Hetta merkir, sigur VÍF, at øll - eins og áður - hava ókeypis atgongd at vitja bátar og húsvognar. Lagt verður aftrat, at afturfyri atgongugjaldið verður skipað [...] Rás2 og greiddi frá, at áður tiknað avgerðin um at hegna alt økið inni, nú er broytt, eins og prísirnir eru lækkaðir. - Økið á keiini, har tiltøkini verða, verður innihegnað. Fyri at fáa atgongd til økið [...] økið er neyðugt at keypa atgongumerki. Atgongumerkið gevur tá atgongd til øll tiltøkini á keiini báðar dagarnar, meðan bátastevnan er. VÍF leggur dent á, at økið, har bátarnir liggja og økið, har húsvognar
soleiðis til: – Guð skal hann ei! Alfred Olsen sat á formanspallinum, og hann helt ikki, at tað var átaluvert at svørja soleiðis við Guds navni av tingsins røðarapalli. – So tá løgmaður kann, so
lagt dent á, at hendan ætlanin ikki verður løgd í eina skuffu at savna dust, men at hon skal fremjast í verki. Í blaðnum í dag er løgmaður kanska knapt so skrásikkur, men áhugavert er at hoyra Johan Dahl [...] landsstýrismann, sum tosar um at selja almenn partafeløg til tess at fíggja hesa ætlan, sum næstu árini skal kosta okkum 700 milliónir til tess at venda skeivu gongdini í fólkatalinum. At kanningin so kemur nett [...] Eingin sigur, at tað skal verða lætt. Men allir politikarar hava sagt, at fólkaflytingin og lækkandi fólkatalið er størsta avbjóðingin hjá føroyska samfelagnum. Tí er svarið so einfalt, at sjálvandi
smæðin týpa, men eg vil royna hetta og prógva fyri mær sjálvari, at eg kann tað, eg vil. Eg rokni við, at hetta kann hjálpa mær við at ikki at vera so smæðin í framtíðini, sigur Anny Davidsen. Vónirnar eru [...] vildi hon ikki gevast við at íðka. - Eg fór undir at venja styrkivenjing í venjingarmiðstøðini Target, sum Herman Hermansen eigur og rekur, fortelur Anny Davidsen og leggur afturat, at tað eisini var Herman [...] kappingarneytar leygarkvøldið. - Tað er rættiliga torført at siga frammanundan, hvussu eg fari at klára meg til kappingina. Tað er ikki soleiðis, at eg beinleiðis fari eftir einum fyrsta plássi, men bara
eitt málsøki, sum fer at verða raðfest, sigur løgmaður. Hinvegin ásannar hann, at tað er bara fyri ein part, at tað sæst aftur í karmunum, at átøk at venda gongdini í fólkatalinum, verða raðfest. Men tað [...] heldur hann, at tað er áhugavert, at tosað verður um at lata dyrnar til føroyska samfelagið upp fyri útlendingum. - Vit eiga at taka spurningin um tey fýra frælsini uppaftur, altso frælsið at flyta arbeiðsmegi [...] í Føroyum at veksa. Hann heldur, at talan er um gott verk, sum verður eitt hent amboð hjá politiska myndugleikanum í royndunum eftir at venda gongdini í fólkatalinum. Hann heldur ikki, at hetta er ein