Eg vil prógva at eg kann

- Hetta er ein stór avbjóðing fyri meg. Eg havi altíð verið ein smæðin týpa, men eg vil royna hetta og prógva fyri mær sjálvari, at eg kann tað, eg vil. Soleiðis sigur 23 ára gamla Anny Davidsen, sum um vikuskiftið luttekur í stórari fitnesskapping í Danmark

Leygarkvøldið fara fitnessmodellir, bikinimodellir, bodybuildarar og aðrir fitnessíðkarar úr øllum heiminum at luttaka í stórari fitnesskapping í konsertsalinum í Tivoli í Keypmannahavn.

Millum luttakararnar verður 23 ára gamla Anny Davidsen úr Sandavági.

- At standa á pallinum í Tivoli bara ílatin bikini og vísa meg fram er ein stór avbjóðing, men nú kasti eg meg bara útí tað, og so síggja vit, hvussu eg fari at standa meg í kappingini, sigur Anny Davidsen, sum í løtuni lesur til fysioterapeut í Keypmannahavn.

 

Mátti sleppa rógvingini

Tað var annars ikki ætlanin, at Anny Davidsen skuldi brúka so nógvar tímar í venjingarmistøðum og luttaka í fitnesskappingum.

Anny Davdsen hevur í nógv ár fingist við kappróður, og í fjør gjørdist hon fjóðrbesti rógvarin í heiminum í inniróðri, tá hon luttók í HM í Boston.

Men ætlanin at halda fram við rógvingini gekk ikki, sum hon annars hevði hugsað sær.

- Tá eg í fjør flutti til Danmarkar í samband við útbúgvingina, hevði eg ætlanir um at gera meira við rógvingina og venja rógving miðvíst, soleiðis at eg aftur kundi sleppa við til heimsmeistarakappingina í inniróðri. Tíverri fekk eg trupulleikar við lungunum og mátti sleppa tí dreyminum og rógvingini sum heild, greiðir Anny Davidsen frá.

Hóast hon ikki kundi venja rógving á elitustøði, vildi hon ikki gevast við at íðka.

- Eg fór undir at venja styrkivenjing í venjingarmiðstøðini Target, sum Herman Hermansen eigur og rekur, fortelur Anny Davidsen og leggur afturat, at tað eisini var Herman Hermansen, sum fortaldi hana um kappingina, sum verður nú leygardagin.

- Hann var venjari hjá mær og bað meg luttaka í kappingini, tí hann helt, at tað var akkurát nakað fyri meg at royna. Og ja, eg helt eg skuldi taka av hesi avbjóðingini, sigur Anny Davidsen.

 

Eitt strævið tíðarskeið

Síðani januar mánað í ár hevur hon vant miðvíst fram til kappingina. Nógvir tímar eru brúktir hvørja viku í venjingarhølunum, har hon serliga hevur vant styrki.

- Eg havi altíð vant rættiliga nógv kondi, men síðani januar havi næstan bara vant harða styrkivenjing, sigur Anny Davidsen, sum seinastu tíðina hevur vant einar tvær ferðir um dagin. Umframt hørðu venjingarnar hevur gerandisdagurin eisini verið merktur av, at hon hevur livað eftir eini serligari kostætlan.

- Tað hevur verið øgiliga keðiligt og strævið, hvat mati viðvíkur. Eg havi fyri so vítt bara etið kjøt, fisk, høsnarunga og grønmeti, men einaferð um vikuna havi eg havt eina sokallaða cheat-meal, tað vil siga eina máltíð, har eg havi kunnað etið til dømis eplir, rís ella pasta afturvið, greiðir Anny Davidsen frá.

Hóast tað er strævið at skula venja hart og samstundis eta eftir eini ávísari kostætlan, hevur Anny Davidsen ongantíð slakað við hvørki venjingini ella kostinum hetta tíðarskeiðið.

- Samstundis, sum tað er strævið til tíðir, er tað eisini ógvuliga spennandi. Eg havi alla tíðina verið ótrúliga uppsett upp á kappingina, og tað er ivaleyst tann hugurin, sum hevur gjørt, at eg klári at halda hetta út, tí tú skalt veruliga hava psykuna við, tá tú fert undir eitt slíkt tíðarskeið, sigur Anny Davidsen, sum síðani januar mánað er lætnað tíggju kilo.

- Men eg má viðganga, at tað, eg sakni allarmest, er breyð, tí tað er ikki partur av kostætlanini.

 

Bikini og gallakjóli

Luttakararnir í kappingini, sum hevur heitið World Bodybuilding and Fitness Federation, koma úr 20 londum kring allan heimin og luttaka í ymsum greinum. Anny Davidsen skal kappast við aðrar kvinnur í greinini diva bikini.

- Um middagsleitið leygardagin skulu dómararnir síggja meg fyrstu ferð. Tá skal eg vera í bikini, meðan eg gangi runt á pallinum og geri eisini ymsar poseringar. Klokkan 18.00 byrjar tað veruliga showið, tá eg aftur skal út á pallin framman fyri dómarunum og áskoðarunum, sum tá eisini eru til staðar í konsertsalinum í Tivoli. Umframt at gera poseringar í bikini skal eg eisini út á pallin í einum gallakjóla, og dómararnir gera so eina niðurstøðu út frá teimum tveimum ferðunum, eg eri á pallinum, greiðir Anny Davidsen frá.

Hon dylir ikki fyri, at tankin um at standa í bikini á einum palli framman fyri nógvum fólkum, er sindur ræðandi. Serliga tí hon ongantíð hevur verið ein framligur persónur.

- Hetta er ein stór avbjóðing fyri meg. Eg havi altíð verið ein smæðin týpa, men eg vil royna hetta og prógva fyri mær sjálvari, at eg kann tað, eg vil. Eg rokni við, at hetta kann hjálpa mær við at ikki at vera so smæðin í framtíðini, sigur Anny Davidsen.

Vónirnar eru hampiliga góðar, hóast hon ikki veit stórvegis um sínar kappingarneytar leygarkvøldið.

- Tað er rættiliga torført at siga frammanundan, hvussu eg fari at klára meg til kappingina. Tað er ikki soleiðis, at eg beinleiðis fari eftir einum fyrsta plássi, men bara eg klári meg væl, eri eg nøgd, sigur Anny Davidsen, sum longu nú veit, hvat skal henda, tá hon trínur av pallinum leygarkvøldið.

- Tá skal eg alt fyri eitt hava sjokolátu og onkra kaku, tí tað havi eg leingi mungað eftir.