Ólógligt at innflyta elektroniskar sigarettir til Føroya

Tað er ólógligt at innflyta elektroniskar sigarettir við nikotini og øðrum evnum í.

Tað sigur Apotekið á heimasíðu síni.

Elektroniskar sigarettir er eitt tað nýggjasta amboðið í royndunum at leggja av at roykja og seinastu tíðina hevur brúkið av teimum vundið nógv upp á seg.

Í nógvum elektroniskum sigarettum er eitt hylki við vætu, ið kann skiftast. Í hesum hylki kann vera nikotin.

Streymur frá battaríi fær vætuna at hitnað so mikið, at hon verður til damp og

serlig evni eru eisini í hylkinum, sum fáa nikotinið yvir í dampin.

Tá ið elektróniska sigarettin verður guvað, verður dampurin andaður niður í lunguni og haðani fer nikotinið í blóðið.

Fyri at dampurin skal líkjast royki, er evnið glycerol ofta í vætuni og harumframt eru onnur evni í, sum geva smakk.

Hitin er so høgur, at tað setur ymiskar kemiskar reaktiónir í gongd og tað føra til, at evni verða gjørd, sum eru skaðilig.

Apotekið staðfestur, at tað eru nógv sløg av elektroniskum sigarettum og evnini, sum eru í hylkjunum, kunnu eisini vera eisini ymisk.

Nikotin er skrásett sum heilivágur í samband við roykiavvenjing og tískil skulu tey, ið innflyta og selja elektroniskar sigarettir við nikotini, fylgja teimum reglum, sum eru galdandi fyri heilivág. Hetta er fyri at tryggja góðsku og virknað, har tað eisini er mett um hjáárin.

Fyri at vøra kann seljast sum heilivágur, má framleiðarin hava loyvi frá danska heilsustýrinum, áðrenn tað kann seljast, og tað hava ongar elektroniskar sigarettir fingið, sum nú er.

Onki støðugt eftirlit er við trygdini, góðskuni og virknaðum av teimum elektronisku sigarettunum.

Harafturat hava onkrar kanningar víst á, at tað kunnu vera skaðilig evni í teimum elektronisku sigarettunum.

Langtíðarárini av at brúka elektroniskar sigarettir eru ikki kend, tí ongar kanningar eru gjørdar.

Men hjá summum, kunnu onkur av evnunum ørkymla ovaru andaleiðirnar og eyguni og elva til strongd.

Samstundis vísir Apotekið á, at viðurkendi týski ríkisstovnurin fyri váðameting, Bundesinstitut für Risikobewertung, BfR, ávarar ímóti at brúka elektroniskar sigarettir.