Úr Kalsoy til Selatraðar at halda flaggdag

KFUM-skótarnir á Kalsoynni eru helst minsti skótabólkur í landinum. Bólkurin varð stovnaður í 1988 og hevur 14 limir, sum allir eru á Húsum.

Trý ár á rað hava tey verið á legu á Selatrað tað vikuskiftið, sum dýri biðidagur er. Av tí, at tey eru so fáment, hava tey valt at gera leguna til eina familjulegu, sum tey kalla Húsalega.

Tey plaga at vera umleið 50 fólk. Hetta er eisini við til at styrkja tað góða samanhaldið, sum er í bygdini.

Síðan tey byrjaðu í 1998, hava tey á hvørjum ári havt flaggdagshald og hava skift millum bygdirnar, Syðradal, Húsar, Mikladal og Trøllanes.

- Í ár verða tey á Selatrað, og ætla tey tí at hava eitt flaggdagshald har.

Tað veit heimasíðan hjá Sjóvar kommunu at siga í dag.

Skráin fyri dagin á Selatrað byrjar við bálplássið á skótadeplinum klokkan 14, har bjóðað verður vælkomin. Síðan verður sangur, og Max Weihe fer at halda røðu.

Eftir at nakrir sangir eru sungnir aftrat, bjóða skótarnir til kaffi og køkur niðri í smoltstøðini, har støðin eisini verður víst fram.

- Øll eru hjartaliga vælkomin til flaggdagshaldið á Selatrað, siga KFUM-skótarnir á Kalsoynni.