Nýggju ferðsluljósini við vegamótið Hvítanesvegur og Eystari Ringvegur verða tikin í nýtslu í morginárini kl 07.30. Tað skrivar Tórshavnar Kommuna í tíðindaskrivi í dag. - Eftir at arbeitt hevur verið [...] partur av verkætlanini at lætta um ferðslutrupuleikanar, sum eru við hetta vegamótið, serliga á morgni og seint seinnanpartin, skrivar kommunan. Víðari verður sagt, at seinni partur er at breiðka vegirnar [...] formaðurin í teknisku nevnd, Jákup Dam, sum fer at at tendra fyri ferðsluljósunum í morginárini klokkan 7.30, skrivar kommunan.
kappingarár, skal spæla á føroyskum grasi í summar. Lutakastið í Europe League háttaði seg so, at NSÍ og Fulham bresta saman í undanumfarinum. Fulham spældi seg ikki til rættin at taka lut í altjóða kapping [...] aðruferð, at eitt lið úr Premier League skal spæla móti føroyingum í Europe League. Manchester City og EB/Streymur hittust í 2008. Fulham var í finaluni í Europe League í 2010, men tapti fyri spanska Atletico [...] Madrid. Tann fyrsti dysturin verður á Craven Cottage í London tann 30. juni. Sjey dagar seinni, tann 7. juli, vitjar Fulham, sum millum annað hevur Brede Hangeland, Damien Duff, Danny Murphy, Eidur Gudjohnsen
Stívliga 13,7 tons vóru av toski 2, sum fór fyri miðalprísin 22,59 krónur fyri kilo. Besta hýsan í dag - hýsa 1 - fór fyri miðalprísin 11,79 krónur fyri kilo. Stívliga 20 tons vórðu seld av hýsu 2, og hendan [...] hendan fór fyri 10,47 krónur í miðal fyri kilo. Góð 30 tons vóru eisini av kongafiski 2, og her var miðalprísurin 9,37 krónur fyri kilo.
stóran umhvørvisligan og samfelagsbúskaparligan týdning at minka um føroysku oljunýtsluna. Hetta minkar um føroyska CO2-útlátið, Føroyar verða minni bundnar av olju sum orkukeldu og úrslitið á handilsjavnanum [...] uttan mvg, men íløgan verður spard inn aftur við minni oljunýtslu. Við dagsins oljuprísi, tekur tað góð 7 ár at spara íløguna inn aftur, sigur Fíggjarmálaráðið. Tað almenna eigur at ganga undan við at royna
minkaði nógv í september, og tað var annan mánaðin á rað. Persónskatturin hjá Vestmanna kommunu í septembur var 2,8 milliónir krónur, sum er næstan ein hálv millión ella 15,7 prosent minni enn í sama mánaði [...] i sera góðar, meðan 4. ársfjórðingur var ógvuliga lakur. Kommunan væntar tí, at í ár verður øvugt, og at 4. ársfjórðingur fer at betra ársúrslitið nakað.
við og hevur avgjørt at áhugað í ferðavinnuni møtast á Kafe Kaspar á Hotel Hafnia á Áarvegnum hesar dagar í 2012: 3. februar kl. 15.30 16. marsk kl. 15.30 27. apríl kl. 15.30 1. juni kl. 15.30 7. september [...] serligt er sett á skránna til hesar fundir, lagt verður bara upp til, at ferðavinnan møtist, prátar saman og sparrar. Tað kann tó meira enn so henda, at skipað verður fyri onkrum í sambandi við hesar fundir,
verið millum stjórnina og landsstýrið? 5. Nær er samskiftið byrjað og millum hvønn hevur samskiftið verið? 6. Hvat er samráðingaruppleggið hjá landsstýrinum um hækkaða ríkisveiting? 7. Hvørji sjónarmið hevur
afturat: ,,Eg eri íri, og eg eri nokkso ,,macho. Serliga í sangunum, ið vit framførdu í 80unum, haldi eg, at eg ljóði sum ein genta. Á seinastu turnéini hjá U2 vóru tilsamans 7.268.430. fólk til konsertirnar [...] at hoyra meg sjálvan syngja. Um ein av sangunum hjá okkum kemur í útvarpið, so plagi eg at sløkkja, Og tað er ikki tí, at eg ikki dámi okkara tónleik. Men mín egna rødd irriterar meg veruliga. Eg haldi
4-0 stórsigur. Longu í 7. minutti kom Týskland á odda við einum kanónskoti hjá Lucas Padolski úr 16 metra fjarstøðu. Skotið var ikki so væl plasserað, men tað var dundrandi hart, og Mark Schwarzer í málinum [...] minuttir vóru farnir, var tað Thomas Müllers sum átti tørn. Hann var spældur leysur av Lucas Podolski, og umvegis stongina setti skoraði ungi landsliðsspælarin sítt fyrsta HM-mál. Bert tríggjar minuttir seinni
gunum á Youtube. Aftur í ár hevur youtube.com gjørt eitt yvirlit yvir mest spældu sjónbandaløgini, og Justin Bieber eigur næstan helvtina av tíggju best umtóktu. Mest spælda lagið er »Baby«, sum er víst [...] 400 milliónir ferðir. Hini løgini hjá 16 ára gamla dreinginum eru »Never Say Never«, »Never Let Go« og »Somebody to Love Remix«. Sambært Politiken hava fólk lagt omanfyri 13 millónir tímar av sjónbandabrotum [...] the Way You Lie, Eminem 4. Not Afraid, Eminem 5. Rude Boy, Rihanna 6. Never Say Never, Justin Bieber 7. Never Let You Go, Justin Bieber 8. Alejandro, Lady Gaga 9. Somebody to Love Remix, Justin Bieber 10