Havnará letur upp í dag

Í morgun verður hátíðarhald á Vaglinum í sambandi við, at verkætlanin Havnará er liðug.

Tiltakið byrjar klokkan 10.00 við framsýning í Snarskivuni, har Lív Arge Simonsen vísur gamlar myndir av Havnará og umhvørvinum kring ánna. Eisini verður tónleikur, røður og morgunmatarborð.

Skráin fyri hátíðarhaldið er henda:

Kl. 10:00 Framsýning hjá Lív Arge Simonsen við gomlum myndum av Havnará letur upp í Snarskivuni.

Kl. 10:45 Havnar Hornorkestur spælir við Havnará

Kl. 11:00 Heðin Mortensen, borgarstjóri, heldur røðu

Kl. 11:10 Tróndur Sigurðsson, formaður í byggi- og teknisku nevnd, heldur røðu

Kl. 11:20 Sigtór Petersen, stjóri hjá J&K Petersen, heldur røðu

Kl. 11:25 Snórurin verður kliptur á brúnni

Kl. 11:30 Havnar Hornorkestur spælir Havnar Marsjurin

Kl. 11:35 Morgunmatarborð og okkurt leskiligt til børnini

Kl. 11:35 Kim Hansen og Jens Marni Hansen við bólki spæla á pallinum framman fyri Ráðhúsinum

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##

 

##med10##

 

##med11##

 

##med12##