Myndir: Føroyskur dansur umborð í Ternuni í nátt

Tað er ikki á hvørjum degi, at tað er føroyskur dansur umborð í einum strandfaraskipi.

Tað var góður sangur á bryggjuni í Nólsoy í gjárkvøldið, tá fólk, sum ætlaðu sær til Havnar við Ternuni um 23.30-tíðina, bíðaðu eftir at sleppa umborð.

 

Fólk vóru úti á bryggjuni í Nólsoy í góðari tíð og fyri at halda hitanum, meðan bíðað varð eftir næstu rutu, skar fjøldin út í at syngja.

 

Lagið var sera gott, og sangurin rungaði.

 

Tey, sum bíðaðu á bryggjuni í Nólsoy, sóu, at ein hópur av fólki, serliga ungdómum, komu úr Havn og út til Nólsoyar í hesi somu rutu.

 

Sangurin, sum hevði verið á bryggjuni, helt fram, tá komið varð umborð í Ternuna., og tað var skjótt, at fólk umborð eisini tóku saman hendur og fóru at dansa føroyskan dans.

 

Hetta gjørdist ein sera hugnalig løta, har lagið á øllum var av tí allar besta. Tað er ikki á hvørjum sinni, at føroyskur dansur er umborð í Ternuni.

 

Tað kann næstan bara henda á ovastevnu!

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##