Ocean Endeavour vitjar Vág

Vitjanin hjá ferðafólkaskipinum í Vági er skipað eftir nýggja leistinum hjá Vágs Kommunu til ferðafólkaskip, har dentur er lagdur á burðardygd til frama fyri lokaløkið.

Dronumynd: Niels Jacob Eysturberg

Stutt eftir middag í dag kom ferðafólkaskipið Ocean Endavour á Vág. Og ferðafólkini fara í dag at uppliva ymiskt í Vági, har tey hava fleiri ymiskar túrarar at velja í.

 

Men fyrst sluppu tey at royna seg í føroyskum dansi, ið Jómsvíkingar, og onnur dansiáhugað, skipaðu fyri.

 

Talan er um 175 ferðafólk, umframt manningina sum telur 120, har størsti parturin kemur úr Kanada.

 

Vitjanin hjá ferðafólkaskipinum í Vági er skipað eftir nýggja leistinum hjá Vágs Kommunu til ferðafólkaskip, har dentur er lagdur á burðardygd til frama fyri lokaløkið. Leisturin leggur eisini upp til, at vitjanin hjá ferðafólkunum gerst enn meira minnisrík.

 

Ferðafólkini koma úr fleiri ymiskum londum. Skipið hevur áður vitjað í Vági, seinast fyri 5 árum síðani.

 

Ocean Endeavour er bygt í 1982 og er 137 metrar langt og 21 metrar breitt. Skipið kom frá Kirkwell og fer víðari til Havnar í kvøld.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

Myndir: Niels Jacob Eysturberg/Dagfinn Olsen

 

 

 

Dronumynd: Niels Jacob Eysturberg