Band eru aftur í kapping og klára seg væl í Glastonbury New Talent 2008. Teir 12 finalistarnir spæla fyri dómarunum 28. og 29. mars og endaligi vinnarin spælir á stórum palli til festivalin í Glastonbury
spennandi og fyrra og Tobias vann at enda rímiliga trygt settið og harvið eisini dystin. Hjá kvinnunum fall lutakastið soleiðis, at Guri og Brynhild skuldu møtast í aðrari hálvfinaluni meðan Sofie og Óluva [...] longsta stráði og hon megnaði at vinna á Guri í tveimum settum. Bæði settini vóru tó sera jøvn og Brynhild mátti brúka allar kreftir at syfta Guri. Nú var klárt til finaluna millum Brynhild og Sofie. Her vísti [...] sigur, meðan dysturin millum Guri og Brynhild bleiv eins spennandi og harður, sum fleiri av undanfarnu dystunum teirra millum. Brynhild er sera álopskend í sínum spæli og hevur eina slagkraft sum næstan
ikki at taka líka nógva uppmerksamheit á pallinum, sum eg geri við The Story Ends, tí eg eigi einki í konseptinum. Tað eru programmeringar og løg hjá Filipi og Urbanusi, sum eg bara hjálpi við at framføra [...] verður tald upp í prosentum, og missir tú meira enn okkurt um 15 prosent tilsamans, ert tú í vanda fyri at verða koyrdur úr skúlanum. Hesir reglar eru eisini galdandi fyri Filip og Urbanus, ið manna bólkin [...] Bólkurin hevur havt nógvan vind í seglunum seinasta árið og fær javnan tilboð um at spæla uttanlands. Hetta kann koma illa fyri, tá ein gongur í skúla og hevur »mist ekstremt nógv«, sum Urbanus orðar tað. Lata
slott í Keypmannahavn, og dagin eftir spælir hann í Ráðhúsparkini í Århus. Leonard Cohen hevur ikki spælt konsertir seinastu 15 árini, men nú verður atur møguligt at hoyra hann á palli. Atgongumerkini til
long og vigaði 3500 gr. 10. mars fingu Ragnhild Olsen og John Johannessen, Tórshavn, ein son og Hans Oluf og Eva Ró ein lítlabeiggja. Hann var 49 cm. langur og vigaði 3050 gr. 11. mars fingu Susi og Jákup [...] fingu Vivi Jacobsen og Signar Petersen, Sandavágur, eina dóttur. Hon var 54 cm. long og vigaði 4250 gr. 5. mars fingu Katrin og Jón Helmsdal, Klaksvík, ein son. Hann var 50 cm. langur og vigaði 3200 gr. 6 [...] fingu Rannvá og Jens Jón Matras-Olsen, Vestmanna, ein son. Hann var 53 cm. langur og vigaði 3600 gr. 7. mars fingu Ann-Mari og Jákup av Skarði, Nólsoy, ein son. Hann var 51 cm. langur og vigaði 3000 gr
18. Herman, Gigga og fleiri syngja. Talarar: Tórmund Hansen, Palli Højgaard og Páll Midjord. Drekkamunnur verður at fáa aftaná. Evangeliihúsið, Tróndargøta Sunnudagin kl. 11 familju- og morgunmøti við s [...] Sunnudag verður møti bert kl. 18. Major Knut og Turid Gamst, Wenche og Poul Heri Midjord og kapt. Ranvá Olsen vitja. Øll eru vølkomin.Frelsunarherurin suppa, sápa og frelsa síðan 1865. Katólska Kirkjan Fríggjadag [...] sigur frá arbeiðinum og vísir film frá sjólívinum. Øll eru vælkomin. Salem á Tvøroyri Fundir við Poul Færø, John í Skemmuni og Hans Djurhuus verða fríggjakvøldið og leygarkvøldið kl. 20 og sunnudagin kl. 18
føroysku náttúruni og veðrinum, og eg tosi ofta um tað. Eg kann gott fáa eitt ”kick” av stórsligna veðurlagnum í Føroyum – eins og eg fái tað av tónleiki. … um kvinnufótbólt: Eg eri B36’ari og stóð á odda fyri [...] veruliga taka seg saman og avmarka nýtsluna – serliga tá ein er saman við øðrum. Tað er irreterandi, tá ein er og vitjar fólk, og tey sita við fartelefonunum. Men tað er eitt hent amboð og lætt at samskifta [...] Smágentan er Maria Guttesen, og hendan dagin er hon stødd á Zarepta saman við nógvum øðrum børnum. Maria heintar fløskurnar og fyllir vatn í tær. Hon fyllir í eina fløsku, blæsir í hana og lurtar. Um ljóðið ikki
Foreldrini vóru Hanna og Leon Joensen. Hon var úr Syðrugøtu, og hann var úr Froðba. Tey fingu fimm børn: Jórun, Líggjas, Jógvan Salemon, Oddvá og Helgi. Jórun býr á Argjum, Líggjas og Oddvá í Havn, Jógvan [...] hon mamma tvær ferðir og vikarur í Adventistaskúlanum í tvey ár. Í 1976 leyk hon læraraprógv, og hon hevur verið lærari í Eysturskúlanum 1976-81, í Hoyvíkar skúla 1989-2000 og í Kaldbak 2006-2007. Tá ið [...] nevndarlimur og formaður í Havnar Sjónleikarafelag og nevndarlimur í Meginfelag Áhugaleikara Føroya MÁF. Harafturat hevur hon eitt nú verið nevndarlimur í Nordisk Amatørteaterråd NAR, og 1981-84 var hon
Palli er best kendur frá sínum starvi sum el-innleggjari og sum íðin B36 viðhaldsmaður. Føðingardagurin varð eisini hildin í B36-húsinum seinasta leygarkvøld. Palli er føddur og uppvaksin í Havn, sonur [...] Kambansgøtu og Bøgøtu, vanliga nevndir Bø-fressar) við sær í bilinum niðan í Gundadal til fótbóltsdystir. Grímur var kendur sum ein íðin B36-ari. Umframt at Palli gongur upp í B36 við lív og sál, dámar [...] honum eisini væl at vera á floti. Palli er giftur við Mariu, f. Gregersen av Argjum. Tey eiga børnini børn: Petur (35 ár) býr í Kirkjubø, Marianna (30 ár) býr í Havn, og Jákup (28 ár) sum býr á Signabø.
eigur Christian í Grótinum og Norðborg saman við synunum – Jón, Eyðuni og Boga. Jón og Bogi eru skiparar, og Eyðun er maskinmaður. Eyðun tekur sær av virkseminum á landi, og hinir báðir eru á brúnni. Teir [...] rmaður við deksbátinum Kvikki, og tá ið hann var farin at føra skip, róði hann millum túrarnar nógv út við opnum báti. Meinkunnugur við mið og ýtir og streym og veður og vind. Millum skipini, sum hann [...] fyri við troli og nót. Synirnir hava allir siglt við pápanum. Evnini at fáa fisk, sum langabbin og abbin og pápin hava havt, eru framvegis eyðsýnd, og nú eru tað dreingirnir hjá Jonelisu og Kristian Martini