Cohen til Danmarkar

Legendariski kanadiski sangarin Leonard Cohen kann í summar upplivast á tveimum konsertum í Danmark.

Tann 5. Juli spælir Cohen við Rosenborg slott í Keypmannahavn, og dagin eftir spælir hann í Ráðhúsparkini í Århus. Leonard Cohen hevur ikki spælt konsertir seinastu 15 árini, men nú verður atur møguligt at hoyra hann á palli. Atgongumerkini til konsertirnar í Danmark verða settar til sølu mánadagin.