Ferðin hjá Mariu ígjøgnum tónleikin

Hon flutti úr Føroyum, tí hon kendi seg innilokaða og eygleidda. Í 1992 mundi eitt óhapp gjørt enda á tónleikaleiðini hjá henni, men hon stríddi seg aftur, og nú hevur Maria Guttesen latið sítt dreymaverk úr hondum. Vit hava hitt føroyska songfuglin í Århus, sum altíð hevur havt tónleikin hjá sær

Ein smágenta gongur og heintar tómar sodavatnsfløskur. Eitt kent fyribrigdi millum børn, tí fløskurnar kunnu avreiðast og so ber til at keypa góðgæti. Men tað er ikki endamálið hjá hesari smágentuni. Smágentan er Maria Guttesen, og hendan dagin er hon stødd á Zarepta saman við nógvum øðrum børnum.

Maria heintar fløskurnar og fyllir vatn í tær. Hon fyllir í eina fløsku, blæsir í hana og lurtar. Um ljóðið ikki hóvar henni, stoytir hon annaðhvørt eitt sindur úr ella fyllir meira í. Soleiðis arbeiðir hon seg ígjøgnum fløskurnar, til allar hava fingið passandi mongd av vatni í. Hetta tekur langa tíð, men Maria er tvør. Og tað gevur úrslit.

Tá ein rúm løta er gingin, hevur hon evnað sítt egna ljóðføri burtur úr tómum fløskum og vatni.

- Eg gjørdi mín egna durskala og spældi mín egna tónleik, greiðir Maria Guttesen frá, meðan hon minnist aftur á barnaárini í Føroyum.

Nógv ár eru liðin síðani hesa løtuna á Zarepta, og nógv er hent.

Men hóast mong ár eru liðin, ger Maria framvegis síni egnu ljóðføri, um hon hevur sett sær fyri, at hon vil hava eitt heilt serligt ljóð.

Hon reisist úr sofuni í lítlu stovuni og fer inn í kamarið. Hon ger skjótt av og kemur aftur við einari gamlari keksadós. Digestive keks.

Í dósina hevur Maria koyrt eitt sindur av brúnum rísum, síðani hevur hon klistrað lokið á dósini aftur við gaffatape. Keksadósin varð harvið umskapað til ein ”shakara”, sum hon javnan brúkar til sín tónleik.

Til ein annan heimagjørdan shakara hevur hon blandað eitt sindur av nudlum og sukri saman. Nudlurnar gera, at ljóðið verður eitt sindur tyngri, meðan sukrið gevur dryss-ljóðið.

- Eg tími ikki at keypa shakarar úr handlum hvørjaferð, tí teir ljóða allir eins, greiðir Maria frá.

 

Ungt talent

Maria Guttesen kemur úr kendari og tónlistarligari familju. Abbi hennara var tónleikalærari og undirvísti í heiminum. Pápi hennara spældi gittar, og hann lærdi Mariu fyrstu fýra ella fimm akkordirnar.

Evnini til at spæla tónleik komu tó til sjóndar, langt áðrenn Maria var nóg gomul til at kunna spæla upp á ljóðføri. Longu, tá hon var heilt lítil, var tað greitt, at hon hevði fingið eina heilt serliga gávu.

- Um eg sat á gólvinum, meðan mamma vaskaði upp, byrjaði eg at vagga í takt við rørslurnar hjá henni og ljóðini, sum komu frá tí, sum mamma tókst við, sigur Maria flennandi.

Ljósa hárið er greitt í ein lítlan hestahala niðarliga á nakkanum. Eyguni eru blá, og tey glógva, meðan hon tosar um tónlistarlig minni frá barndómi sínum, tá alt byrjaði.

Í barndómsheiminum í Havn stóð ein pumpuurga. Tað var fyrsta ljóðførið, sum Maria og systkin hennara spældu uppá.

- Vit dugdu als ikki, men tvey fingu ábyrgdina av at pumpa, meðan ein slapp at spæla, minnist Maria afturá. Hon situr still á sofuni við beinunum uppi undir sær.

Brádliga setist hon upp, og meðan fingrarnir spæla klaver á borðkantinum, greiðir hon frá, at tónleikurin altíð var inni í henni. Hon smoyggir ermarnar upp, soleiðis at hon betur fær hildið fram við spælinum á sofaborðinum.

Síðani steðgar klaverspældið brádliga, og hon sigur bart út:

- Um onki ljóðføri var í nánd, og eg fekk hug at spæla tónleik, brúkti eg tunguna hjá mær, tenninar ella hendurnar. Ljóðføri var ikki neyðturviligt. Eg nýtti kroppin hjá mær. Tað snúði seg einans um at fáa tónleikin út – ígjøgnum eitt ella annað.

Ov lítið samfelag

Maria Guttesen flutti til Danmarkar, tá hon var 20 ára gomul.

Hon hevði tørv á at vera anonym, og tað helt hon ikki bera til í Føroyum. Lítla samfelagið, har øll kenna øll, gjørdist ov trongt.

- Eg kendi tað, sum var eg í einum kupli, sigur hon og hugsar eina løtu.

- Sum um eitt ella annað var inni í mær, sum vildi fram. Eg var ov bundin, samfelagið var ov lítið og fólk vóru bara ov nógv politi og hildu eyga við hvørjum øðrum ístaðin fyri at skapa eitt gott lív fyri seg sjálvi, sigur hon.

Tað var ein stór avbjóðing fyri føroysku songkvinnuna at flyta av klettunum fyri umleið 20 árum síðani. Men hon mátti lurta eftir kenslum sínum og trongdini at víðka sjónarringin.

Maria situr still og hugsar. So hyggur hon upp undir loftið, meðan hon tekur í oyralippuna og fer at tosa um lágt sjálvsálit.

- Í grundini eri eg ein ræðuskítur, tá tað kemur til stykkis. Nógv siga, at eg tykist so sjálvsikkur, men tá tey koma at kenna meg, varnast tey, at tað einans skal eitt lítið skump til tess at fella meg, sigur hon síðani og vísir við fingrunum, hvat hon meinar við.

 

Slettaður harddiskur

Lága sjálvsálitið hjá Mariu versnaði í 1992, tá hon fekk ein álvarsaman heilaskjálvta í einum óhappi.

Um hetta mundið arbeiddi hon í einum barnagarði, meðan hon framførdi og undirvísti í tónleiki við síðuna av.

Hon lá á øllum fýra inni í einum spælihúsi og skuldi hjálpa einari smágentu. Tá Maria skuldi út aftur úr lítla húsinum, gloymdi hon, hvar hon var stødd og reisti seg upp at standa. Hon langaði høvdið so hart í takið á lítla húsinum, at hon misti vitið.

- Tað einasta, eg minnist, er ljóshærda gentan, sum stóð uppi yvir mær, tá eg raknaði við aftur.

Maria fór heim, tí hon var so ússalig.

Tað gingu nakrir dagar, áðrenn hon fór til lækna, og hann staðfesti skjótt, at hon hevði fingið ógvusligan heilaskjálvta og ein geisli í nakkanum hevði eisini fingið ein snudd.

Maria varð sjúkrameldað.

- Tað var eitt satt helviti at koma í gjøgnum. Eg orkaði onki, sigur Maria stillisliga.

Hon orkaði ikki ein gongd ljóð. Ljóð, sum høvdu havt so stóran týdning fyri hana og altíð kundu týðast til tónleik.

Tað var ein drúgv ferð, áðrenn Maria kom fyri seg aftur. Men eisini lærurík.

Tí Maria hevði gloymt allar tekstirnar til sangirnar, sum hon hevði framført.

Spakuliga – bara spakuliga kundi hon byrja at arbeiða við tónleiki aftur, men støðgirnir vóru nógvir. Hetta var nakað, sum passaði illa saman við ótolna lyndinum hjá Mariu. Og hon kendi tað sum, at hon noyddist at endurskapa nógv.

- Tað var akkurát sum ein harddiskur, sum varð blivin slettaður.

Tað tók Mariu tvey ár at koma fyri seg. Hon gav eina fløgu út, men hon bar framvegis ótta fyri, at hon ikki mintist tekstirnar. So hon hevði teir altíð framman fyri sær.

- Eg hati, tá sangarar hava tekstirnar við sær á pallin, men eg tordi ikki annað. Tí hugsa tær, hvussu flovisligt tað hevði verið – ikki at duga mínar egnu sangir á einum palli, sigur hon.

 

Á skúlabonk

Umskiftið kom í 1996. Maria arbeiddi saman við ymsum tónleikarum, sum lósu á Jyske Musikkonservatorium í Århus. Tey spurdu Maria, hví hon ikki søkti inn á skúlan.

- Eg hevði umhugsað tað, men av tí at eg dugi so illa tey tingini, sum eg ikki tími, hugsaði eg, at tað var ein útbúgving, sum ikki passaði til mín, greiðir hon frá.

Í 1996 avgjørdi hon kortini at royna. Hon slapp inn á konservatorium við sangi og samanspæli sum høvuðslærugreinum.

- Eg mátti stríða meg ígjøgnum teoriina og hoyrilæruna, men alt hitt gekk sum fótur í hosu. Harafturat hevur skúlagongdin hjálpt mær aftan á heilaskjálvtan, tí intensiteturin í arbeiðnum á skúlanum elvdi til, at eg fekk konsentratiónina aftur, sigur Maria brosandi.

Hon kann lættliga spæla konsert í tveir tímar í dag uttan at hava tekstirnar framman fyri sær.

 

Krúnan á verkinum

Í 2000 tók Maria Guttesen prógv, og hon hevur havt úr at gera síðani. Nógvar konsertir og hon undirvísir á ymsum tónlistaeftirskúlum – ofta uttan fyri Århus.

- Tað feita er, at man verður so glaður fyri sínar næmingar, og tá tey klára seg væl, er man errin.

Konsertirnar eru eisini vorðnar fleiri og fleiri í talið.

Í 2006 gav hon út fløguna Maria Guttesen LIVE. Og nú hevur hon givið dreymaverk sítt út. Fløguna, Wide Open.

Eins og hon plagdi, tá hon var barn, hevur hon sjálv gjørt alt. Gjørt løgini, sungið allar røddirnar, staðið fyri framleiðsluni og spælt øll ljóðførini.

Wide Open er eitt úrslit av eini langari ferð og einum gomlum dreymi hjá Mariu Guttesen.

At gera eina fløgu, sum er Maria Guttesen 100 prosent. Sum vísur Mariu Guttesen sum tónleikara, komponist og songkvinnu.

- Hetta hevur verið ein long ferð, men nú veit eg, hvat eg dugi, og soleiðis eri eg bara.

Tøgn eina løtu og síðani leggur Maria Guttesen afturat:

- Tónleikur er sum terapi fyri meg. Líkamikið, hvat tað snýr seg um, kann eg siga tað umvegis tónleikin.

 

 

 

 

 

 

 

 

Maria um føroyska veðrið:

Eg elski harða veðurlagið í Føroyum. Tað hevur givið mær styrki. Eg gerist ikki ótrygg í nógvum vindi.

Men eg eri eisini errin av føroysku náttúruni og veðrinum, og eg tosi ofta um tað. Eg kann gott fáa eitt ”kick” av stórsligna veðurlagnum í Føroyum – eins og eg fái tað av tónleiki.

 

… um kvinnufótbólt:

Eg eri B36’ari og stóð á odda fyri at stovna kvinnufótbólt í Føroyum. Vit savnaðu undirskriftir tann tíð tað var, og í dag er kvinnufótbóltur kring alt landið, og tað er super. Men eg haldi ikki, at tað sær gott út, tá kvinnur spæla bólt, og eg haldi, at tað er stuttligari at spæla fótbólt enn at hyggja at tí.

 

… um føroyskan tónleik:

Eg eri imponerað í løtuni. Reypi um føroyskan tónleik nú, tað gjørdi eg ikki fyrr. Eg fylgi eisini betur við, hvat hendir á økinum fyri tíðina. Støðið er hækkað sera nógv – serliga seinastu tvey árini. Og tað er stórt, at tað eru so mong talent savnað í einum lítlum landi sum Føroyar.

 

…um fartelefon:

Fartelefonin er genial. Tað er so skjótt og lætt at samskifta, og tað er fantastiskt. Men ein skal eisini veruliga taka seg saman og avmarka nýtsluna – serliga tá ein er saman við øðrum. Tað er irreterandi, tá ein er og vitjar fólk, og tey sita við fartelefonunum. Men tað er eitt hent amboð og lætt at samskifta við.

 

… um mammu sína:

Eg havi ongantíð hoyrt nakran syngja so reint, sum mamma. Hon syngur sum ein eingil. Vit hava altíð fingist við tónleik í familjuni, og hon helt seg altíð aftur og lat okkum koma til. Men hon hevur eitt framúr musikk oyra. Hon hevur altíð eggjað okkum til við at syngja nógv sjálv. Vit eru so nógv systkin, at saman við henni eru vit næstan sum eitt kór.

 

… um politikk:

Eg royni at fylgja við í politikki, tí eg síggi tað sum eina skyldu, soleiðis at eg veit, hvat eg velji, tá krossurin skal setast. Men eg haldi eisini, at tað er torført at vita, hvat ein kann líta á. Trúvirðið lækkar og lækkar hjá politikarunum. Men um tað eru fjølmiðlarnir ella politikararnir sjálvir, sum gera tað, er torført at meta um.