Palli er best kendur frá sínum starvi sum el-innleggjari og sum íðin B36 viðhaldsmaður.
Føðingardagurin varð eisini hildin í B36-húsinum seinasta leygarkvøld.
Palli er føddur og uppvaksin í Havn, sonur Astrid, f. Thomsen, ættað úr Porkeri, og Jákup á Dul úr Havn, sum doyði í 1960, 45 ára gamal.
Starvsleiðin hjá Palla varð løgd, tá hann sum ungur fór í læru sum elektrikari hjá P/F Leif Mohr. Eftir at hava arbeitt sum elektrikari í nøkur ár læt í hann upp el-handilin Elektra í Dr. Jacobsensgøtu við el-hvítvørum og el-húsarhaldstólum. Handilin hevði hann frá 1974 til 1980. Síðan fór hann aftur í starv sum elektrikari hjá P/F Leif Mohr, til hann í 1982 fór til Danmarkar at taka prógv sum el-installatørur.
Heimafturkomin stovnaði hann sína egnu elektrikarafyritøku, sum hann hevur rikið til 1. august 2007, tá hann tók við sum faklærari á el-deildini á Tekniska Skúla í Havn, og sonurin, Petur, yvirtók elektrikarafyritøkuna.
Fótbóltsáhugin er helst komin av at pápabeiggin, Grímur á Dul, sum búði í grannalagnum, bjóðaði dreingjunum sum búðu har á leið (við Dr. Jacobsensgøtu, Grím Kambansgøtu og Bøgøtu, vanliga nevndir Bø-fressar) við sær í bilinum niðan í Gundadal til fótbóltsdystir. Grímur var kendur sum ein íðin B36-ari. Umframt at Palli gongur upp í B36 við lív og sál, dámar honum eisini væl at vera á floti.
Palli er giftur við Mariu, f. Gregersen av Argjum. Tey eiga børnini børn: Petur (35 ár) býr í Kirkjubø, Marianna (30 ár) býr í Havn, og Jákup (28 ár) sum býr á Signabø. Abbabørnini eru fýra í tali.