hann er ikki hvør sum helst. Hann var við, tá U16-liðið hjá Nigeria var í HM-finaluni, og hann var eisini yngsti maður á nigerianska liðnum, sum var í U21-finaluni fyri nøkrum árum síðani. Sum 15 ára gamal [...] fótbóltslandsliðnum, sum millum annað vann 1-0 á Eysturríki í Landskrona tann 12. september 1990. Hann var eisini venjari hjá kvinnulandsliðnum, sum vann 1-0 í Wales. Tað er sjálvandi Páll Guðlaugsson, [...] ? Íslendingar hava eisini hug til at arga føroyingar eitt sindur, men so plagi eg at vísa á, at Føroyar hava klárað seg betur tey fyrstu tíggju árini í altjóða fótbólti, enn Ísland gjørdi, tá teir fóru
tað úrslit, at U-15 landsliðið skal hvíla í ár, kemst av, at vit ivast stórliga í úrtøkuni. Tað hevur ikki sæst aftur í úrslitunum hjá U-16 landsliðnum, at dreingirnir hava royndir frá U-15 landsliðnum [...] væl minni, enn árið frammanundan, tá upphæddin var 2,9 milliónir krónur. Munurin stavar frá, at í 1996 spældu Føroyar ímóti Slovakia, Jugoslavia og Spania á Svangaskarði. Serliga frá burtur úr seinast nevndu [...] landsliðið er avtikið, men at tað fyribils er lagt stilt. Í FSF hevur verið stórur áhugi fyri at seta eitt U-21 landslið á stovn, men fyri kortum varð greitt, at hetta verður ikki gjørt, so leingi bara ein altjóða
móti Ruslandi. Úrslitið var 1-0 til Italia og samanlagt vann Italia vann tí 2-1. Belgia vann 2-1 á Írlandi og kemur til til HM-endaspælið við samanlagdum sigri uppá 3-2. Seinasti dysturin var millum Kroatia [...] teir aftur stórt, hesaferð 5-0. Mijatovic gjørdi fýra av málunum. Jugoslavia var í sama bólki sum Føroyar í innleiðandi bólkunum og endaði sum nummar tvey aftanfyri Spania. Italia vann stóra dystin móti [...] Kroatia og Ukraina. Kroatia vann fyrra dystin 2-0, og seinni dysturin endaði við javnleiki, og tí er Kroatia klárt til HM-endaspælið.
Spania-Føroyar 3-1 (2-1) Í Gijón í Spania leygardagin 11. oktobur 1997, kl. 20.15. 30.000 áskoðarar 1-0: Luis Enrique Martinez, 18. 2-0: Oli Alvarez, 27. 2-1: Jens Kristian Hansen, 44. 3-1: Luis Enrique [...] Enrique Martinez, 82. Spania: 1. Andoni Zubizaretta, liðformaður, Valencia - 2. Carlos Aguilera, Atletico Madrid (12. Albert Ferrer, Barcelona, 78) , 3. Santiago ?Santi? Denia, Atletico Madrid, 4. Abelardo [...] Amavisca, Real Madrid, 70) Gult kort: Einki Venjari: Javier Clemente Føroyar: 1. Jens Martin Knudsen, GÍ - 7. Magni Jarnskor, liðformaður, GÍ, 2. Óli Johannesen, B36, 6. Jan Dam, HB, 3. Jens Kristian Hansen,
tá eru okkara á veg fram og eftiransingarnar eru ikki í lagi, og soleiðis var tað aftur hesa ferð. 2-0 málið eftir 27 minuttir kom eftir skjótt samanspæl fram eftir miðásinum, sum seinnu árini hevur verið [...] ein sovornan avsmurning, sum tað ikki hevði fingið áður. Teir størstu higartil vóru uppá sjey mál ? 0-7 ímóti Jugoslavia, Rumenia og Noregi og 1-8 ímóti nýggja Jugoslavia ? og tá sponsk bløð meiri enn róðu [...] Á Svangaskarði settu teir úr triðja og í fjóðra og kanska fimta gear, eftir at føroyingar tíðliga í 2. hálvleiki høvdu javnað til 1-1, men tað gjørdu teir ongantíð í Gijón. Ætlanin var, at Aguilera úti
skulu niður til Spania. Støðan í bólkinum er, at Spania hevur 23 stig, Jugoslavia hevur 20 stig, Slovakia 16, Kekkia 13, Føroyar 6 og Malta hevur einki stig fingið. Málúrtøkan hjá Spania er +18 og hjá [...] komandi summar. Spania spældi mikukvøldið á útivølli ímóti Slovakia, og komandi mótstøðuliðið hjá Føroyum vann 2-1. Trettan túsund áskoðarar sóu Kiko Narvaez úr Atletico Madrid leggja Spania framum, tá seinna [...] aftanfyri Føroyar alla tíðina, og tað eru teir framvegis. Men mikukvøldið vóru maltesarar so tætt við at fáa stig, sum teir ikki hava verið áður í hesi kappingini. Kekkia var á vitjan, og teir vunnu 1-0. Málið
vunnið á Sandi síðani meistaraárið 1992. Tá endaði 4-2 til B68. Síðani tá hevur B71 vunnið hvørjaferð, í 1993 2-0, í 1994 2-0, í 1995 2-1, og í fjør endaði 4-2. Oddur og botnur hittast í Havn FS Vágar hevur [...] leikbann seinast, men hann verður eisini við hesaferð. Í fjør vann HB 4-2 á FS Vágum í Havn, og fyrraárið endaði við javnleiki 0-0. Í 1992 vann HB 6-3 á SÍF. ÍFvil reisa seg Fuglfirðingar fingu slíkan umgang [...] til Danmarkar. Fleiri av ungu spælarunum hava spælt nógv í vikuskiftnum, bæði við unglingaliðnum og U18, og teir hava tí ikki vant nakað serligt. Møguliga gevur Petur Mohr onkrum nýggjum unglingaspælara
England styrkti mikukvøldið um sína støðu í bólki 2. Teir vunnu 4-0 á Moldova á Wembley, meðan argastu kappingarneytarnir, Italia, bert kláraðu 0-0 í Georgia. Í seinasta dystinum, sum er millum júst Italia [...] eftir í ár. Leygardagin 11. oktober skulu okkara menn spæla móti Spania á útivølli, og tað plaga sjálvt tær stóru tjóðirnar at stúra fyri. Spania hevur í nógv ár verið millum tey allarbestu landsliðini í heiminum [...] jugoslavum sera illa. Teir hava nú eins og Spania 20 stig, men hava spælt ein dyst fleiri. Seinasti dysturin hjá Jugoslavia er á útivølli móti Malta, meðan Spania skal spæla móti Slovakia á útivølli áðrenn
Guerrero, Spania3 Uni Arge, Føroyar2 Jan Allan Müller, Føroyar2 Jokanovic, Jugoslavia2 Stojkovic, Jugoslavia2 Berger, Kekkia2 Kuka, Kekkia2 Simon, Slovakia2 Guardiola, Spania2 Luis Enrique, Spania2 Pizzi, [...] umboðsmaður úr Ungarn: Sandor Bersi 2.700 áskoðarar 0-1: Vladimir Smicer 16 0-2: Pavel Kuka br 32 Føroyar: 1. Jens Martin Knudsen, GÍ - 6. Allan Mørkøre, HB, 2. Óli Johannesen, B36, 8. Jan Dam, HB, 4. [...] 1998: Spania821- 420 Jugoslavia823- 619 Slovakia716- 815 Kekkia812- 610 Føroyar9 9-28 6 Malta8 2-31 0 Dystir eftir at spæla: 10.09. Slovakia-Jugoslavia 24.09. Malta- Kekkia 24.09. Slovakia-Spania 11.10
vitjan av Írlandi, sum vann 4-2. Íslendingar vóru á odda 2-1 eina løtu, men so gjørdi Manchester United liðformaðurin, Roy Keane, um seg. Hann skoraði tvey mál, og Írland vann 4-2. Ísland hevur ongan møguleika [...] so hava teir longu tryggjað sær luttøku, áðrenn teir taka ímóti Onglandi sama dag, sum Føroyar skulu spæla í Spania. Hjá Onglandi verður luttøkan í Fraklandi helst treytað av, um teir megna at vinna ímóti [...] bólki trý og harvið eitt pláss í Fraklandi, tá teir á útivølli leygardagin vunnu 1-0 ímóti Aserbadjan. Finnland vann 2-1 í Schweiz, og harvið styrktu teir um møguleikan hjá sær at vinna næstbesta plássið