Øðiliga uppgávan í Spania gerst kanska lættari

Spania styrkti um sína støðu í oddinum í HM-bólki seks

Ein tann størsta og truplasta uppgávan sum føroyska fótbóltslandslið nakrantíð hevur havt, er tann, sum er eftir í ár.

Leygardagin 11. oktober skulu okkara menn spæla móti Spania á útivølli, og tað plaga sjálvt tær stóru tjóðirnar at stúra fyri. Spania hevur í nógv ár verið millum tey allarbestu landsliðini í heiminum, og teir hava framvegis eitt lið mannað við stjørnuspælarum úr nøkrum av bestu feløgunum í Europa.

Men tað er okkurt, sum bendir á, at uppgáva hjá føroyska liðnum kann gerast nakað lættari, tí Spania hevur styrkt somikið um sína støðu í oddinum í bólki 6, at tá teir taka ímóti Føroyum, er møguleiki fyri, at teir bert hava eitt stig fyri at tryggja sítt pláss í Fraklandi næsta ár.

Jugoslavia spældi fyrrakvøldið móti Slovakia á útivølli, og har endaði við málleysum javnleiki, sum passaði jugoslavum sera illa. Teir hava nú eins og Spania 20 stig, men hava spælt ein dyst fleiri. Seinasti dysturin hjá Jugoslavia er á útivølli móti Malta, meðan Spania skal spæla móti Slovakia á útivølli áðrenn dystin móti Føroyum.


Kann gerast lættari

Vinnur Spania dystin móti slovakunum, og Jugoslavia vinnur móti Malta, eru spaniólarnir ájavnir við jugoslvara í stigum, men hava so dystin móti Føroyum eftir at spæla.

Øll vita, at uttan mun til hvussu støðan í bólkinum er, tá Føroyar fara á vøllin í Spania, so er uppgávan øðilig, men tað er einki at ivast í, at spaniólar høvdu lagt ólíka nógv fyri, var treytin ein stórsigur móti Føroyum.

Nú kunnu teir tryggja seg við fýra stigum í tveimum teimum seinastu dystunum, og tað lættir um trýstið á spaniólum og kanska eisini føroyingum, um spaniólar í tí dystinum bert hava fyri neyðini at fáa javnleik.


Norra í serflokki

Í hvørjari undankapping eru tað lond, sum skara fram úr. Hesaferð hava tað serliga verið Rumenia og Norra, sum saman við Fraklandi (sum er vertur) og Bulgaria, eisini longu hava tryggjað sær pláss í HM-kappingini næsta ár.

Mikukvøldið, eftir at plássið Í HM var var tryggjað, lótu norðmenn Sveis fullkomiliga úr, tá teir vunnu heili 5-0.

Svøríki helt lív í síni vón um at náa endaspælið, tá teir við einum seinum máli vunnu 1-0 á Letlandi. Svøríki kappast við Skotland og Eysturríki, sum næstan er tryggjað, í oddinum í bólki 4.

Finland hevur fremvegis møguleika at náa HM, og í seinasta avgerandi dystinum spæla teir á heimavølli móti Ungarn.

England styrkti mikukvøldið um sína støðu í bólki 2. Teir vunnu 4-0 á Moldova á Wembley, meðan argastu kappingarneytarnir, Italia, bert kláraðu 0-0 í Georgia. Í seinasta dystinum, sum er millum júst Italia og England, kann England noyðast við javnleik fyri at vinna fremsta plássið í bólkinum.