Noreg skal spæla við í Fraklandi

Finnar hava framvegis møguleikan, og tað hava sviar eisini, men teir vóru fyri álvarsligum afturstigi, tá teir taptu í Eysturríki

Nú er myndin við at gerast alt meiri greið, tá tað snýr seg um, hvørji lond fara at taka lut í HM endaspælinum, sum verður í Fraklandi frá 10. juni og til 12. juli komandi summar. Áðrenn farið varð undir HM undankappingina var greitt, at Frakland og Brasila sum ávikavíst vertur og HM vinnari, skuldu eiga rætt til luttøku.

Tað er longu greitt, at Nigeria, Tunesia, Suðurafrika, Kameroun og Marokko skulu umboða Afrika, og Australia er komið so mikið langt, at tað er greitt, at teir skulu spæla um eitt pláss ímóti einum liði úr Asia. Umframt hetta plássið eigur Asia rætt til trý pláss í endaspælinum, men tað er ikki greitt enn, hvørji liðini verða.

Í Suðuramerika, sum eigur rætt til fýra pláss, spæla níggju lond í einum bólki. Argentina, Colombia og Paraguay hava so at siga tryggjað sær pláss, meðan stórt stríð er um fjórða plássið ímillum øll hini londini, burtursæð frá Venezuela, sum er smokkað burtur ímillum.

Í Norður- og Miðamerika spæla seks lond um trý pláss. Mexico tykist hava vunnið sær eitt pláss. Meiri tætt er millum hini londini ? Costa Rica, USA, El Salvador, Kanada og Jamaica.


Europa

At europeararnir framvegis eru teir valdmiklastu í fótbólti, er m.a. staðfest í, at teir eiga nógv flest pláss í endaspælinum. Av teimum 32 plássunum eiga europearar tey 14, umframt tað hjá Fraklandi.

Spælt verður í níggju bólkum í undankappingini í Europa, og allir bólkavinnararnir sleppa beinleiðis til Fraklands. Tað landið, sum á øðrum plássi í sínum bólki fær betri úrslit enn øll hini liðini, sum enda á øðrum plássi, sleppur beinleiðis til Fraklands, meðan hini átta londini, sum gerast næstbest í hinum átta bólkunum skulu spæla um fýra pláss. Lutur verður kastaður um hvørji skulu spæla ímóti hvørjum, og spælt verður á heima- og útivølli 29. okotbur og 15. novembur.

Rumenia hevur longu vunnið bólk átta, og harvið hava teir tryggjað sær pláss í endaspælinum. Holland vann leygardagin grannauppgerðina ímóti Belgia 3-1, og tað skal ganga meiri enn illa hjá teimum í síðsta dystinum, sum er á heimavølli ímóti Turkalandi, um teir ikki skulu sleppa til Fraklands.

Týskaland, Spania og Italia plaga at vera fastir fúsir í endaspølum, og tað eru framvegis møguleikar fyri, at øll hesi londini vera við í Fraklandi. Italia er á odda í sínum bólki, og um teir vinna í Georgia í annað kvøld, so hava teir longu tryggjað sær luttøku, áðrenn teir taka ímóti Onglandi sama dag, sum Føroyar skulu spæla í Spania. Hjá Onglandi verður luttøkan í Fraklandi helst treytað av, um teir megna at vinna ímóti einum øðrum landi, sum verður næstbest.

Týskaland kundi havt tryggjað seg, um teir vunnu á heimavølli ímóti Portugal leygardagin, men tað endaði 1-1. Týskaland eigur tveir heimadystir á ímóti Armenia í annaðkvøld og ímóti Albania 11. oktobur, og tað skal vilja illa til, um EM vinnararnir ikki fara at megna at vinna sær eitt pláss í Fraklandi.


Norðurlond

Fyri føroyingar er tað altíð spennandi, hvussu tað gongur hjá grannum okkara. Tey flestu munnu taka á við Íslandi, Noregi, Danmark, Svøríki og Finnlandi, og at hesi londini megna at koma við í endaspælið hevur m.a. árin á, hvussu væl sjónvarpsrásirnar í hesum londunum fara at fylgja við í Fraklandi.

Noreg tryggjaði sær sigurin í bólki trý og harvið eitt pláss í Fraklandi, tá teir á útivølli leygardagin vunnu 1-0 ímóti Aserbadjan.

Finnland vann 2-1 í Schweiz, og harvið styrktu teir um møguleikan hjá sær at vinna næstbesta plássið í bólki 3. Finnland hevur ein dyst eftir at spæla. Hann verður á heimavølli ímóti Ungarn 11. oktobur, og vinnur Finnland tá, so vinna teir næstfremsta plássið og harvið rættin at spæla um eitt pláss í Fraklandi.

Svøríki fekk eitt skot fyri bógvin, tá teir leygardagin á útivølli taptu 1-0 ímóti Eysturríki, sum seint í 2. hálvleiki skoraði eitt mál, ið var meinlíkt tí, sum Todi Jónsson skoraði niðri á Malta fyrr í ár. Svøríki er á triðja plássi í bólki fýra ? aftanfyri Skotland og Eysturríki ? og hóast heimadystirnir, sum sviar hava eftir ? ímóti Letlandi og Estlandi ? á pappírinum tykjast at vera lættir, so hava sviar ikki teirra lagnu í egnum hondum. Treytin fyri at vinna næstbesta plássið er, at skotar ella eysturríkar snáva í dystunum, sum teir hava eftir, og tað er lítið, sum bendir á, at tað fer at ganga soleiðis. Skotland eigur heimavøll ímóti Letlandi, og Eysturríki skal spæla á útivølli og á heimavølli ímóti Hvítarusslandi.

Hvussu tað verður hjá dønum er tætt tengt at, hvussu tað fer at ganga í annaðkvøld, tá teir fáa vitjan av Kroatia í Parkini í Keypmannahavn. Kroatia vann leygardagin 3-2 á heimavølli ímóti Bosnia, samstundis sum Grikkaland vann á útivølli ímóti Slovenia, og tað ger, at tað er neyðugt við fýra stigum hjá Danmark í teimum báðum dystunum, sum teir hava eftir. Seinni dysturin verður á útivølli ímóti Grikkalandi 11. oktobur.

Íslendingar høvdu leygardagin vitjan av Írlandi, sum vann 4-2. Íslendingar vóru á odda 2-1 eina løtu, men so gjørdi Manchester United liðformaðurin, Roy Keane, um seg. Hann skoraði tvey mál, og Írland vann 4-2. Ísland hevur ongan møguleika at røkka næstfremsta plássinum í bólki átta. jh