og skal halda fram í øldir, sum koma. - Tað er mær altíð ein troyst, at tann sveitti, ið spríkir úr mær, og tey tár, eg gráti í kampinum fyri Føroyar, tað er sami sveitti og somu tár, sum runnu av fornum [...] stríðast hitt góða stríð. Tjóðin er ein vera, sum livir gjøgnum ættarliðini. Offrar tú títt lív til hana, livir tú víðari í hennara sterka hjarta, eftir at títt lítla hjarta er tagnað, segði Haraldur í røðu [...] luftini, tá ið fólk úr øllum ættum leitaðu sær í Vágsbotn ólavsøkukvøld. Høvið var, at helst kendasti føroyski útisetin í løtuni, Haraldur úr sendirøðini E Elski Førjar, skuldi halda eina talu til tjóðina úr
onki skipað umboð fyri hesar vørur í her heima, og tí var bíðitíðin ofta lang. Karl Birgir hevur tí serliga lagt seg eftir at hava tær Norgren vørurnar, sum føroyski marknaðurin spyr mest eftir, á lagri [...] serstakt høvi at kunna viðskiftafólkini betri um tær vørur og tænastur, fyritøkan hevur at bjóða. Tað er serliga umboðið fyri altjóða fyrtøkurnar Castrol og Norgren, sum fylla nógv í virkseminum hjá KBI, [...] at eisini norsk sølu- og markanaðarfólk frá hesum fyritøkum at verða at hitta á básinum. - Fish Fair er ikki bara ein spennandi faklig avbjóðing, men eisini eitt frálíkt høvi at koma tættari at okkara v
vanliga hevur Malan framsýningar í tveimum handlum í Havn. Men ynski hennara er at røkka enn longur út í Føroyum. Og tí er ikki óhugsandi, at framleiðslur hennara somuleiðis verða at síggja á øðrum støðum [...] Hesin spurningur fekk játtandi svar. Ein sum við áhuga sat og lurtaði eftir júst hesum svarinum var føroyski sniðgevin, Malan á Lofti sum hevur egna fyritøku í Danmark. Tveir tímar frammanundan hevði Fela [...] vera fegna um henda jakkan, sum eg hevði latið úr hondum, sigur Malan á Lofti. Eisini í Føroyum Malan er útbúgvin sniðgevi og hevur arbeiðsstað sítt í danska býnum Herning. Hon byrjaði av álvara við sniðgeving
hevur havt alstóran alsk til føroyska mentan og her serstakliga bókmentirnar, dylur ikki fyri, at hann sær eisini nakað heilt stórt í málningalistini og her serstakliga henni hjá Steffan Danielsen. Eingin [...] List og mentan Kendi føroyski mentanarmaðurin Emil Thomsen, doktari, hevur í umbúnað at reisa ein serstakan minnisvarða yvir ein av okkara kendastu og virknastu listamálarum, nevniliga Steffan Danielsen [...] Danielsen, sála. Talan er um at byggja eitt listasavn, sum skal hýsa málningum, ið Steffan Danielsen hevur málað. Enn snýr tað seg bert um eina ætlan, sum liggur á tekniborðinum, men sum kortini liggur fremst
seljast. Tað er sostatt ikki Heilsufrøðiliga Starvsstovan, - sum er ein neyðugur stovnur og sum ger eitt stórt arbeiði, sum er orsøkin til vantandi møguleikar hjá føroyskum bóndrum. Tað er politiski my [...] hvønn annan. Tá er umdømið besta eftirlitið. Flestu bóndur hava gott orð á sær. Heilsuvandi er kortini ein møguleiki og dømi eru um, at syrgiligar lagnur hava staðist av hesum. Hinvegin er góðkent sláturvirki [...] Vit áttu at havt eitt skelti niðri í Vágsbotni, har tað stóð: "Her selja vit kjøt, sum ikki er flett á góðkendum sláturvirkið". So visti eg tað, sum keypari. Og so var tað upp til mín, um eg vildi keypa
útlitunum til eina vending í heimsbúskapinum komandi ár. Føroyski búskapurin er tætt tengdur at gongdini í heimsbúskapinum, tí altjóða samhandilin er lutfalsliga stórur partur av búskapinum. Minkingin í [...] fiskavøruútflutningurin úr Føroyum er minkaður við umleið 40% síðani á sumri 2007. Hinvegin er útflutningsvirðið av alifiski meiri enn tvífaldað í sama tíðarskeiði, tí er samlaði útflutningurin bert minkaður [...] mars. Her var so boðskapurin hjá Arvid Jakobsen, at vit næstu 3-6 mánarnar allarhelst aftur koma at síggja eitt ávíst svartskygni breiða seg yvir marknaðirnar, tí at endaligi eftirspurningurin ikki er komin
úlaprojektið er útbjóðað, og nú alt er innkomið aftur, sigur stjórin í Landsverki, sum eisini er vestmenningur, í viðmerking við fjølmiðlarnar, at innkomnu tilboðini eru ov høg. Hvat er so til ráa at [...] men ongan nýggjan fiskivinnuskúla enn Hvar er menningin? Vit hava seinastu mongu árini tosað nógv um førleikamenning og gransking. Føroyski flotin er nógv moderniseraður, men fólkini, sum skulu menna [...] síðan byrjan húsast í trimum sethúsum og nú eisini á einum trolvirki í bygdini, so tað er eyðvitað, at hetta er ikki annað ikki ein lappaloysn, men hvar eru politikkararnir í Norðstreymi? Tá vit øll hildu
partafelagsskatturin er eitt sindur lægri enn í øðrum londum. Her er hann 27%, og aðrastaðni liggur hann kanska um tey 30%. Gott at testa skipanina nú Uppá fyrispurning um tað er rætt at skatta fólkini [...] heldur ikki tað er rætt at samanbera hetta við vanliga fiskiskap í fremmandum sjógvi, sum onkur hevur lagt upp til. -Her er talan um eitt ávíst projekt, sum miðjar móti at finna olju og gass her. Og vit skulu [...] fyri, at hetta er nakað hann hevur hugsað um og havt eina meining um, men tað er so nógv broytt síðani tað, ikki bert er oljuprísurin broyttur, eisini samansetingin av oljuídnaðinum er broytt. Sjálvur
norðurlendsk støði. Her valdar stórur ótryggleiki, tí vit vita ikki nágreiniliga hvat verður brúkt í Føroyum, men metingar siga at talan er um eini 0,6% av BTÚ. Málið í Visjón 2015 er 3%. Talan er ikki um, at [...] fíggjaðar verkætlanir hendan vegin. Tað er eingin ivi, at royndirnar, at gerast partur av Útbúgvingar og Granskingarsamstarvið hjá ES, er eitt risafet, og nú tað er líkt til at Føroyar kunnu gerast partur [...] trupult at sleppa at luttaka í altjóða verkætlanum, tí Føroyar ikki er partur av hesum samstarvi. Sjálvt um hetta er eitt risastig, er talan samstundis um eitt stig, sum krevur miðvíst arbeiði og raðfesting
oyggjaleikamet vóru eisini sett. Tað fyrsta setti fyrsti føroyski svimjarin í hylinum í gjár, Pál Joensen, sum svam 400 metur frí. Tíðin var 4.00,23 og tað er meiri enn eitt sekund betri enn gamla metið, sum var [...] Kristian Olsen kom á mál við tíðini 24,18, og tað gav eitt fjórða pláss, sum jú er uttanfyri heiðursmerkjavídd. 24,18 er ein fín tíð hjá klaksvíkinginum, so orsøkin at einki heiðursmerki fekst var ikki [...] kvinnum. Fyrst svam hon 100 metur frí til tíðina 58,30, og tað tryggjaði henni eina gull medalju har. Her svam Sheila millum Garðarnar eisini. Hon brúkti 59,65 til sama teinin, og tað gav henni eina bronsumedalju