Spenningur var í luftini, tá ið fólk úr øllum ættum leitaðu sær í Vágsbotn ólavsøkukvøld.
Høvið var, at helst kendasti føroyski útisetin í løtuni, Haraldur úr sendirøðini E Elski Førjar, skuldi halda eina talu til tjóðina úr studionum hjá Rás2 og út yvir Vágsbotn.
Og tað vóru nógv fólk, sum vildi hoyra sannleiksorðini frá Haraldi.
Løgreglan, sum plagar at meta um mannfjøldir, heldur, at talan var um eina ta størstu fjøldina, sum nakrantíð hevur verið samlað á ólavsøku.
Eingin vil seta tal á, men tað mundu verða onkrastaðni millum 10.000 og 15.000 fólk til stóra tiltakið hjá Rás2.
Og tey, sum ikki vóru til staðar í Vágsbotni, kundu lurta eftir Rás2, sum varpaði taluna út til Føroya fólk. Hendingin var tó so stór, at Útvarpið hjá Kringvarpinum samsendi við Rás2 hesa serligu løtuna á ólavsøku.
Musikalsk upphiting
Tiltakið byrjaði um hálvgum ellivu tíðina, og Eyðun Nolsøe og Terji Rasmussen hitaðu fjøldina upp við góðum tónleiki.
Teir eru komponistar, tónleikarar, sangarar - ja, hittmakarar uttan sínar líkar her í Føroyum, og tað vístu teir eisini við síni framførslu.
Sigur tú Dupultsong, Eros, 80’ini, Eg flýggi til tónleikin, Nummar ella Mítt land. Ja, so kann eitt hóskandi svar verða Eyðun Nolsøe og Terji Rasmussen. Og tað var rætta svarið.
Eyðun & Terji sungu nakrar av sínum kendastu sangum, og stóra mannfjøldin hevði góðan hug at syngja við. Mítt land og Eros eru sangir, sum tey flestu duga at syngja við til – og tað hoyrdist.
Tár og sveitti
Eftir tvey eykaløg og lógvabrestir, sum dundu í Vágsbotni, var stóra løtan komin, tá ið útisetin Haraldur steig fram fyri sínar elskaðu tjóð og helt sína fyrstu almennu røðu.
- Eg havi hildið manga talu sum hesa áður. Men eg havi aldrin havt aðrar áhoyrarar enn meg sjálvan. Mínar talur hava verið vendar til mín til tess at eggja meg at halda fram við kampinum fyri at mítt hjarta altíð skal sláa eina føroyska takt, segði Haraldur.
Hann minti sínar landsmenn á stríðið fyri Føroyum, sum hevur vart í øldir og skal halda fram í øldir, sum koma.
- Tað er mær altíð ein troyst, at tann sveitti, ið spríkir úr mær, og tey tár, eg gráti í kampinum fyri Føroyar, tað er sami sveitti og somu tár, sum runnu av fornum abbum, tá lunnar vóru lagdir undir Føroyar. Sami sveitti og somu tár, ið fara at renna av teimum, ið eftir okkum koma. Hesi tár og sveitti renna niður í sama kar, og úr hesum kari kunnu øll, sum vilja hoyra til tjóðina, súgva sær tjóðskaparligan stirðil.
- Tí tann, sum berjist fyri tjóðina, gerst eitt við teir, ið bardust sama kamp fyri øldum síðani og eitt ið teir, sum í komandi øldum fara at stríðast hitt góða stríð. Tjóðin er ein vera, sum livir gjøgnum ættarliðini. Offrar tú títt lív til hana, livir tú víðari í hennara sterka hjarta, eftir at títt lítla hjarta er tagnað, segði Haraldur í røðu sínari.











