KBI:
Vøru- og tænastufyritøkan KBI við Karl Birgiri Isaksen ætlar sær ikki at smæðast burtur millum allar hinar á Fish Fair stevnuni komandi dagarnar. Á felags klaksvíksbásinum við einum 5 metur høgum vita sum fráboðanarmerki, skuldi heldur ongin ivi verið um, hvagar tú skalt fara, fyri at kunna teg um, hvat einaumboðið hjá bæði Castrol og Norgren hevur at bjóða.
Serkunnleiki
Nú KBI verður við á Fish Fair, sær Karl Birgir hetta eisini sum eitt serstakt høvi at kunna viðskiftafólkini betri um tær vørur og tænastur, fyritøkan hevur at bjóða. Tað er serliga umboðið fyri altjóða fyrtøkurnar Castrol og Norgren, sum fylla nógv í virkseminum hjá KBI, og tí hevur Karl Birgir syrgt fyri, at eisini norsk sølu- og markanaðarfólk frá hesum fyritøkum at verða at hitta á básinum.
- Fish Fair er ikki bara ein spennandi faklig avbjóðing, men eisini eitt frálíkt høvi at koma tættari at okkara viðskiftafólkum. Tí hava vit eisini valt at bjóða fakfólki, sum hava serkunnleika innan hetta økið, at vera við okkum á stevnuni, sigur Karl Birgir.
Uttan iva verður tað sera forkunnugt hjá viðskiftafólkunum at fáa orðið á norsku umboðini ? ikki minst tey frá Castrol, ið hevur ment fremstu serfrøðina í heiminum innan júst hetta økið. Castrol er nú umboðað í 70 londuum við ikki færri enn 700 veitingarhavnum um allan heim.
Umframt Castrol smyrjievni, veitir KBI eisini luftstýringar frá Norgren til skip og virki í øllum Føroyum. Áðrenn fyrtøkan gjørdist umboð fyri Norgren, var onki skipað umboð fyri hesar vørur í her heima, og tí var bíðitíðin ofta lang. Karl Birgir hevur tí serliga lagt seg eftir at hava tær Norgren vørurnar, sum føroyski marknaðurin spyr mest eftir, á lagri, so tær kunnu útvegast sama dag.
Afturat hesum, selur KBI eisini aðra tekniska útgerð til handverkarar og maskinmenn, sum starvast innan skips- og fiskivinnuøkið.
Nýggj høli
Hóast fyritøkan hjá Karl Birgiri Isaksen í Klaksvík bert hevur 3 ár á baki, hevur hon rættiliga fingið fótin fyri seg innan sølu og tænastu til fiskivinnuna í Føroyum. Og longu nú verður flutt í nýgg og munandi størri høli. Seinastu dagarnar hava starvsfólkini hjá KBI havt úr at gera við flyta ymsu Castrol vørurnar niðan í nýggja bygningin uppi við Borðoyavík, og gongst sum ætlað, byrjar alt virksemið hjá KBI at húsast í nýggja bygninginum frá fyrst í juni mánað. Samstundis letur fyritøkan upp handil í nýggju hølunum, og samanlagt kann fyritøkan tá bjóða størsta úrvalið av sínum slag í Føroyum á einum og sama stað.
- Nýggi bygningurin er sum skraddaraseymaður til endamálið, og kemur at liggja serstakliga væl fyri, tá Norðoyatunnilin letur upp. Vit hava brúk fyri at kunna veita vørur um kvøldið og út á náttina, um tað skal vera, og tí verður ofta nógv spilltíð, tá tú ert bundin av ferjusambandi. Tann trupulleikan nýtast vit skjótt ikki at leggja upp fyri, umframt at bygningurin verður meir atkomuligur í heila tiki, sigur Karl Birgir Isaksen.