og yvirlæknin, Óli Jacobsen og sum kemur frá sangglaðari familju. Nú hann er á heimavølli fer hann uttan iva at gera sítt til, at ferðalagið úr Danmark fær eina so áhugaverda vitjan sum gjørligt. Hóast [...] manskór, so er tað ein kvinna sum stendur á odda fyri hesum 45 monnunum. Talan er um Helle Damkjær, ið er 15. kórleiðarin í Mandskoret sum varð stovnað so langt afturi sum í 1921. Konsertir og ferðir Sangúrvalið [...] Vitjanin hjá manskórinum verður í døgunum 20. til 24. august, og fer kórið at hava tvær konsertir - eina í Havn og eina í Gøtu. Fyrra konsertin verður hóskvøldið 21. august í Norðurlandahúsinum. Við hesa
hon í 1990 bjóðaði seg fram á løgtingsvalinum. Helena var frá mai 1993 og til november 2001 formaður í tingbólkinum hjá Sjálvstýrisflokkinum. Hon var formaður í Rættarnevndini 1993-1994 og aftur í 2001 [...] var formaður í Marknaðarnevndini 1994-1995, og 1995-1998 var hon formaður í Uttanlandsnevndini. 1990-1998 var hon limur í Tingmannaráði Útnorðurs. Frá 1998 og til 2001 var Helena landsstýrismaður í heilsu- [...] og børnini verið nógv uppi í ítrótti. Hon spældi í síni tíð hondbólt í Neistanum, sum vann FM mest sum á hvørjum ári, og hon var á B36 kvinnuliðnum, sum vann fyrsta FM heitið í kvinnufótbólti. Tey seinnu
halda seg burtur frá fótbólti í nakrar vikur. Óli Hansen, sum hevði verið seingjarliggjandi, var á bonkinum størsta partin av tíðini móti KÍ. Hann verður ivaleyst við frá fyrsta bríksli í morgin. Helgi Lamhauge [...] og einki. Í gjár roknaðu teir ikki við, at hann fer at spæla í morgin. Breyt armin Gert Langgaard hevur verið fastur fúsur í NSÍ álopinum higartil í steypakappingini, men hann verður ikki við í morgin og [...] Dejan Milanovic. Teir hava eisini ein danskan miðvallara, sum eitur Kasper L. Jacobsen. Tá GÍ og NSÍ spældu í Gøtu í fjør vann heimaliðið 2-0, og í Runavík var javnleikur 2-2.
restin av Fólkaflokkinum, sum fara at trýsta á ja-knøttin, tá atkvøðast skal um uppskotið hjá Tjóðveldisflokkinum um nýggja fiskiveiðilóggávu. Hóast Tórbjørn Jacobsen segði í Vikuskiftis-Sosialinum, at [...] og orku upp á hetta uppskotið frá tí størsta andstøðuflokkinum, og heldur, at fiskivinnupolitikkur skal viðgerast í samgonguni. - Hetta er alt ov vigtugt til at viðgera í bløðunum, sigur Anfinn Kallsberg [...] at uppskotið var liberalt, so himprast formaður Fólkafloksins ikki við at kalla tað vinstravent. - Hatta er tað mest sosialistiska uppskotið í longri tíð, men tað er gott at Tjóðveldisflokkurin avdúkar
gingið við til at seta stjórnmálanevndina, vóru vit ongantíð komin í ta politisku støðu, vit komu í, sum Óli jacobsen so greitt høgdi í basalt í blaðkjaki við Edmund Joensen. Nýggja Tjóðveldið vann við hugsjónini [...] at vit áttu at loysa frá Danmark. Hesa hugsjón hevði hann fest á blað í 1943 sum uppskot til oraðskifti um ein politikk framá. Og tað skerst ikki buyrt, at hugsjónin sigraði. Støðan í dag kann samanberast [...] Frá Javnaðarfloksins síðu hoyra vit javnan, at hugsjón hansara í ríkisrættarliga málinum ikki er løtt at fremja í verki. Men hon letur seg fremja, verður kortini dentur lagdur á. Sjálvandi er lættari at
Florescu, sum átti næstseinasta fótin á bóltin. Hann legði inn fyri, og hesaferð var tað Andy Olsen, sum stóð á rætta staðnum og skoraði. Einki mál í seinna hálvleiki Í seinna hálvleiki var tað NSÍ, sum hevði [...] málini, sum vóru nóg mikið til at vinna dystin. Undan dystinum í Runavík hevði VB/Sumba fingið stig í trimum dystum á rað, so úrtøkan hjá teimum var á góðari leið. NSÍ stríðist fyri at koma fram í oddin [...] eftir frísparksinnlegg frá Iulian Florescu. Hann sendi bóltin til aftaru stong, og har var Óli Hansen, sum longu hevði havt fleiri royndir móti málinum, staddur, og hann stútaði bóltin í málið. Stutt fyri
ikki altíð so lætt at fylgja við í tí, sum gekk fyri seg inni á vøllinum. Sumbingar vóru væl við í fyrra umfarinum. KÍ hevði bóltin meiri, men tað tóktist sum um teir høvdu ilt við at seta seg upp, og tað [...] hjá KÍ í ár skoraði Kurt Mørkøre, tá hann gjørdist leysur mitt fyri og smekkaði flatt í kassan. Óli Holm handaði silvurkrónurnar til KÍ. Tá teir komu norður aftur vórðu spælararnir bodnir til ábit í felagshølunum [...] Kurt Mørkøre upp á máltindin. Kurt var enn eina ferð í hopla, hann skoraði trý mál, hann rakti tríggjar ferðir í stólparnar og tvørtræið, og hann var við í upplegginum til hini, men munurin upp til Jákup á
annað í brævinum, sum er undirskrivað av Óla Breckmann, formanni í tingbólki Fólkafloksins. Sipað verður til, at Tórbjørn Jacobsen legði Anfinn Kallsberg undir ikki at kenna mun á mínum og tínum í sambandi [...] fram, sum ikki samsvara við tað, sum áður er komið fram. Annað fari eg ikki at siga enn, sigur Grækaris D. Magnussen. Hann er í løtuni tíðindaleiðari í Sjónvarpi Føroya, og tað er sjónvarpið, sum fær toyggið [...] undirgraving, sum byrjaði við brævinum hjá Kjartani Hoydal úr London í 2001 um at sabotera løgmann. Hon helt fram, tá tjóðveldistingmaður í fjør summar leyp á løgmann og setti samgonguna í vanda,« stendur
við hesi verkætlan at fáa hana framda í verki. Rodmund Nielsen, formaður, sum eisini beyð vælkomin við hátíðarløtuna, Rasmus Hansen, peningarøkil, sum greiddi frá teimum mongu, ið stuðlað høvdu, og so [...] Hansen. Kjartan Clemntsen, formaður í Bygda- og Fonmimmafelagnum hugleiddi um søguna um Marmennilin og hvøn týdning, hon hevði havt fyri bygdina og fyri teir sum smádreingir, sum hildu, at hetta var ein partur [...] eyðmerktir á navni og talmerktir í tíðini, teir livdu í. At enda avdúkaði Anfinn Clementsen, bóndi, sum eitur eftir Anfinni, bóndanum úr søgnini, sera prýðiligu standmyndina, sum var væl fagnað av mongu fólkunum
Ísland, sum føroyar hava hitt rættuliga ofta í landsliðshópi, men sum tað ongantíð hevur eydnast okkum at vunnið á. Mangan hevur tað verið nær við og næstan, men kortini ikki nóg mikið. Broytt lið Í mun til [...] vinstra beininum senda bóltin í netið. Sum vera man, var hýrurin á føroyingum góður, men stutta løtu seinni var munurin minkaður niður í eitt, eftir at Jan Dam hevði forbrotið seg í brotsteiginum, soleiðis at [...] at Rikardur Dádason kundi senda bóltin í netið frá 11 metrum. Aftur brotsspark Í hálvleikinum varð Johannus Joensen sendir á vøllin ístaðin fyri Jan Dam, sum ikki kendi seg heilt væl. Um hetta órógvaði