Brotsspørk kostaðu

Eftir at okkara menn høvdu verið á odda 2-0 móti íslendingum, mátti landsliðið enn einaferð taka til takkar við einum teprum ósigri móti grannunum fyri norðan. Tvey av íslendsku málunum komu eftir brotsspark

Klokkan 13.00 okkara tíð, fór Føroyska landsliðið enn eina ferð á vøllin niðri á La Manga, har seinni dysturin á venjingarleguni stóð á skránni.

Mótstøðuliðið hesu ferð vóru grannar okkara fyri norðan, Ísland, sum føroyar hava hitt rættuliga ofta í landsliðshópi, men sum tað ongantíð hevur eydnast okkum at vunnið á. Mangan hevur tað verið nær við og næstan, men kortini ikki nóg mikið.


Broytt lið

Í mun til dystin mánadagin móti Finnlandi, var føroyska liðið nakað broytt, tá farið varð á vøllin fríggjadagin.

Tveir av sjálvskrivaðu leikarunum, Todi Jónsson og Óli Johannesen vóru nú aftur klárir at spæla, men hinvegin vóru Jákup á Borg og Uni Arge nú noyddir at sita uttanfyri, tí báðir høvdu onkrar snuddir at stríðast við.

Landsliðsvenjarin, Allan Simonsen hevði sett liðið soleiðis saman: Jens Martin Knudsen - Øssur Hansen, Jens Kristian Hansen (liðf.), Jan Dam, Óli Johannesen, Henning Jarnskor - Fróði Benjaminsen, Allan Mørkøre, Julian Johnsson - Kurt Mørkøre, Todi Jónsson.


Góður fyrri hálvleikur

Eftir úrslitinum at døma, gekst bara heilt væl hjá okkara monnum fyrstu trý korterini. Eftir eina heldur varliga byrjan, fingu føroyingar onkran smærri málmøguleika, og tá 19 minuttir vóru farnir, kundu leikarar okkara fegnast, tá bólturin lá í mótstøðumálinum.

Hetta hendi eftir at Todi Jónsson var farin ígjøgnum íslendsku verjuna, og tá hann ikki fekk bóltin í netið sjálvur, var álopsfelagin, Kurt Mørkøre, á blettinum og smekkaði bóltin í netið.

18 minuttir seinni kundu føroyingar enn einaferð fegnast. Ein bóltur varð stungin inn um íslendsku verjuna, og tá eingin av mótstøðumonnunum megnaði at fylgja við Toda, kundi hann við vinstra beininum senda bóltin í netið.

Sum vera man, var hýrurin á føroyingum góður, men stutta løtu seinni var munurin minkaður niður í eitt, eftir at Jan Dam hevði forbrotið seg í brotsteiginum, soleiðis at Rikardur Dádason kundi senda bóltin í netið frá 11 metrum.


Aftur brotsspark

Í hálvleikinum varð Johannus Joensen sendir á vøllin ístaðin fyri Jan Dam, sum ikki kendi seg heilt væl.

Um hetta órógvaði føroyska verjupartin skal vera ósagt, men tá 12 vóru leiktir av seinna hálvleiki, fekk Ísland aftur brotsspark, tá Jens Kristian feldi íslendskan leikara, tá hesin var á veg inn í brotsteigin.

Rikardur Dádason varð aftur setttur at skjóta, og heldur ikki hesu ferðina sveik hann álitið, og nú stóð á jøvnum 2-2.

Løtu seinni var aftur vandi á ferð framman fyri íslendska málinum, men Birgir Kristinsson bjargaði einari góðari frísparksroynd frá Óla Johannesen.

Tá 20 minuttir vórðu leiktir, varð Sámal Joensen settur á vøllin fyri Allan Mørkøre.

Stutta løtu eftir hetta, var aftur galið í føroyska brotsteiginum. Íslendska álopið var um at verða liðugt, men kortini fingu teir beint bóltin inn fyri aftur, og har kundi Bjarki Gunnlaugsson seta kollin undir bóltin, og nú stóð 3-2 til Ísland.

Móti endanum av dystinum fingu eisini Heðin á Lakjuni og Rógvi Jacobsen møguleikan, ístaðin fyri Fróða Benjaminsen og Kurt Mørkøre, men teir megnaðu kortini ikki at broyta nakað um støðuna, og taptu føroyingar sostatt báðar venjingardystirnar á hesum sinni.



Lesið meira um landsliðið og venjingarleguna á La Manga í ÍtróttarSosialinum týsdagin