Tó at bygdin bar væl av fólkið, tí hon er so víð, so var rættiliga nógv fólk til sjálva hátíðarløtuna, tá ið Marmennilin, sum er enn eitt meistaraverk hjá Hans Paula Olsen, myndhøggara, varð avdúkað. Har vóru røður og tónleikur í hópatalð, áðrenn Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri at enda tók orðið, og helt eina mergjaða røðu og m.a. greiddi frá leiðini frá byrjan til standmyndin nú er komin upp at standa.
Lendið kring um standmyndina lyftir og ber hana ómetaliga væl. Hetta er ein náttúruperla, sum hevur fingið eitt kærligt og varligt strok frá Høgna Kastalag, arkitekti. Hann hevur skipað økið við eini vakrari gøtu, eitt steinsett lendi, har Marmennilin stendur við hóskandi ljósseting.
##med2##
Hyggur tú nærri, eru ymsir fiskar og skeljadjór løgd í lendið við steinum, og enntá reyðfiskar við reyðum steinum. Anfinnshav liggur eisini beint við á tveimum steinum. Sera væl frágingið, har einki hevjar seg úr lendinum ella øsir seg upp, annað enn tað, ið skal – vakra og væl samansetta standmyndin hjá Hans Paula Olsen, sum so ómetliga væl fortelur søgnina um Marmennilin og veru hansara, eins og báturin hjá Anfinn, bónda og átta synum hansara sjálvandi er ovast í myndini.
##ms##
Menninir í bátinum vóru undarliga væl raktir, tó at teir vóru so lítlir, og hyggur tú nærri at teimum, kanst tú eyðmerkja teir allar – eyðkendir úr føroyska listaheiminum. Tú mást fara ein túr at hyggja.
Jú, enn eitt meistaraverk frá Hans Paula, ið bert kann síggjast, tí tað hevur saman við kringumøkinum so nógv at fortelja.
Sum segði Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri segði, at tað týdningarmesta við verkætlanini er, at hon er sprottin úr bygdafólkunum, ið høvdu ynski um eina slíka í bygdini – Hetta sum nakað serligt og ein áminning um eina serlig søgn, ið hoyrir Elduvík til.
##med3##
Trímannabólkur
Tað hevur sitið eina trýmannabólkur við hesi verkætlan at fáa hana framda í verki. Rodmund Nielsen, formaður, sum eisini beyð vælkomin við hátíðarløtuna, Rasmus Hansen, peningarøkil, sum greiddi frá teimum mongu, ið stuðlað høvdu, og so Dánial Matrin Hansen.
Kjartan Clemntsen, formaður í Bygda- og Fonmimmafelagnum hugleiddi um søguna um Marmennilin og hvøn týdning, hon hevði havt fyri bygdina og fyri teir sum smádreingir, sum hildu, at hetta var ein partur av teirra veruleika. Hann fegnaðist um, at standmyndin nú var komin upp at standa m.a. fyri at varðveita og kikla um hesa serstøku søgu og søgn, har tó Anfinnbóndi og synirnir, uttan ein nú eiisni eru eyðmerktir á navni og talmerktir í tíðini, teir livdu í.
At enda avdúkaði Anfinn Clementsen, bóndi, sum eitur eftir Anfinni, bóndanum úr søgnini, sera prýðiligu standmyndina, sum var væl fagnað av mongu fólkunum, ið saman var komið.
##med4##
Listamaðurin og verkætlanin øll fekk nógv rósandi orð og vóru tey mong, ið vildu sleppa at heilsa uppá.
Eftir avdúkingina varð boðið oman í eitt stórt telt til fiskasuppu, kaffi og køkur og so hópin av góðum tónleiki afturvið, so sum við Hallur Joensen og KATO.
Ein framúr dagur, sum helst er byrjanin til eitt vaksandi vitjanartal í Elduvík, júst vegna vøkru og sigandi standmyndini av Marmennlinum, sum Hans Pauli Olsen frágera væl hevur greitt úr hondum. Bygdin og væl skipaða uttanumøkið við Høgna Kastalag á odda, fremur sama endamál.