munninum, men tað var líka við, at ein byrjaði at skilja úlvin, so leskiligt sum hetta sá út. Men tá ein situr mettur og vælsettur við borðið, er tað nærum ov nógv av tí góða at síggja ein heilstoktan grís [...] fyri. Men á hotellum gera tey nógv burtur úr at servera fyri fólki, og tey eru so blíð og vinarlig. Tó má sigast, at italienarar ikki gera nógv burtur úr at hugna um matstovurnar. Borðprýði og stearinljós [...] nærum ein sjálvfylgja, at fólk drekka kaffi. Grappa Sagt verður, at øl og snapsur er nakað, sum er serføroyskt til føroyska matin. Tað italienska aftursvarið til tað má so sigast at vera espresso og Grappa
spurninginum á, at antin kemur ES at umsita mál vegna okkum, ella yvirtaka vit sjálvi málsøkini. Drukna í altjóðagering Høgni Hoydal ber ótta fyri, at føroysku sambandsflokkarnir ikki fara at taka henda t [...] hátt mangla vit sambært honum at taka grundleggjandi stigið, sum yvirhøvur ger okkum før fyri at avgera, hvussu vit skulu fyrihalda okkum til ES. Høgni Hoydal heldur, at kjakið um ES higartil hevur verið [...] eftir øllum at døma vera partur av. Ikki orsakað av grundlógini, men orsakað av teimum avleiðingum, hetta fær fyri Føroyar. Fleiri og fleiri donsk felagsmál verða væntandi flutt til ES at umsita, og av
fráferðini til Esbjerg ikki vilja avskrivað, at hann fór at verða millum teir fyrstu ellivu. Soleiðis varð tað ikki. Todi var á beinkinum, og tá ið venjarin valdi at seta meiri enn hálvskadda Morten Bisgaard [...] eydnaðist honum at skora. Tað gjørdi hann í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat. Todi var einsamallur frammi, men millum tveir verjuspælarar eydnaðist honum at skræða seg leysan og at seta bóltin framvið [...] framvið málverjan, ið kendi seg noyddan at leypa út. Atburðurin hjá Toda, eftir at hann hevði skorað, bar brá av, at hann helt seg eiga meiri spælitíð uppiborna, enn hann hevur fingið í vár. Fyrst peikaði
fyri nøkrum mánum síðan. Har kunnu fólk melda seg til at smyrja breyð heima hjá sær sjálvum undir samfelagsstevnuni. og stendur ikki á at fáa fólk at bjóða seg fram. Alt breyðið, sum vit serverað í dag, [...] Eg sovi væl, tí eg veit at nokk er til, og fólk koma bara við tí besta av tí besta tey eiga, sigur hon. ? Fyrr var tað soleiðis undir samfelagsstevnunum, at fólk fór tí hús at fáa sær nátturða. Men seinastu [...] vorðin so stór, at neyðugt er skipa, tey og tí eru talararnir bidnir frammanundan. Roynt verður at fáa talarar úr øllum samkomunum í landinum og skifta millum talarar, men tað er altíð onkur at trúboðarunum
talan um, at skip skiftir kallimerki, er samstundis talan um, at vit hava við eitt nýtt skip at gera, sigur Petur Hans Dahl. Tá er tað heilt annar identitetur, vit tosa um. Men hann vísir á, at tað er ikki [...] Skipaeftirlitið heldur ikki, at tað er neyðugt sambært altjóða mannagongdum. Ymsir myndugleikar eru ósamdir á máli, hvørt tað er loyvt einum skipi at skifta kallimerki, uttan at skipið skal viðgerast sum [...] samdur við teir báðar. Hann sigur, at Jógvan S er sama skip sum Ågot 1, og at skipið hevur siglingarloyvi heilt fram til 20. mars 2006 og tí ikki hevur fyri neyðini at ganga undir nøkur serliga strong krøv
hølini. - Endamálið er, at fáa alt tað tunga arbeiðið at verða sjálvvirkandi, og ætlanin er so eisini at fáa nakrar skiljilinjur inn, sigur Kristjan Fríðrik. - Hetta skuldi gjørt, at vit betri kunnu gagnnýta [...] vilja vit, at arbeiðsfólkið skal hava góðar umstøður rundan um seg. Tey skulu trívast, meðan tey eru til arbeiðis, sigur Kristjan Fríðrik. Hetta hevur ført við sær, at arbeitt verður við at fáa sum mest [...] sindur rokaligt í dag; men soleiðis er, tá nógv er at gera, smílist hann. Eitt konufólk Umleið 35 fólk starvast dagliga á Fiskamarknaðinum, men er nógv at gera, koma fleiri fólk til arbeiðis. Út av hesum
Eftir at vit fyrstu ferð sóu, hvussu trupul Nyrup var at fáast við. Høvdu vit gjørt tað og so lækka blokkin longu 1. januar í ár, so hevði støðan sæð eitt sindur øðrvísi út. Tá høvdu fólk sæð, at landið [...] Kallsberg eina vón um, at sjálvstýrismálið skjótt verður loyst. At Føroyar og Danmark gera eina avtalu, sum ber langt fram í tíðina, og har miðjan í føroyskum politikki er við so ella so. Men at tað verður trupult [...] heilt greiðu støðu støðu í fullveldismálinum, og Óli Breckmann noyddist fríggjadagin at pakka flytieskjurnar í staðin fyri at lata tær tómar inn aftur. Men leiðin út av Christiansborg tykist honum ikki tung
huga er sjálvsagt, at liðið ikki uttan víðari megnar at bera hetta, og so slettis ikki, tá mótstøðan kemur frá einum av sterkastu liðunum í landinum. Tað tók B36 knappar 20 minuttir at seta hol á, og eftir [...] aftur í dystin, tó at nakar spenningur als ikki var um, hvør skuldi vinna dysitn. Tað eydnaðist sandoyingunum at pynta um úrslitið við tveimum málum, sum Eli Hentze skeyt. Hitt fyrra eftir at hann varð fullkomiliga [...] Sandi. Hesin var heilt klárt at tryggja sær trý stig afturat í oddastríðnum, og í mun til so nógvar aðrar ferðir hetta kappingarárið, so viðførdi sigurin hjá havnarmonnunum, at teir nærkaðust oddaliðnum á
allar hava við fólkaskúlan at gera so ella so. Har verður sagt, at fólkaskúlin er so illa fyri fíggjarliga, at talan er um, at fólkaskúlarnir ikki hava fíggjarligar karmar fyri at røkka lógarásetta tímatalinum [...] ni í Mentamálastýrinum. - Ein møguleiki er, at miðfyrraða serundirvísingin fær betri kor, har skúlin sjálvur ger av, hvat eigur at verða gjørt. Siga vit, at skúlar við 500 næmingum fáa 11 prosent av n [...] ár, sum er mett at verða umleið 100, kostar 1,3 mió. krónur, og økta eftirlønin til sáttmálasettar lærarar kostar 1 mió. krónur meiri næsta ár. Nýggja fólkaskúlalógin loyvir kommunum at seta á stovn fo
spurnaðartekin við, um Tobiasen var rætti maðurin at ansa eftir honum. Tað vísti seg tó, at tað ikki gekk eftir vild hjá Løvenkrands. Tað var annars stuttligt at síggja bóltsnillingin Sibosisu Zuma, tá hann [...] hevur mælt til ikki at gleðast ov tíðliga, tí enn er ein dystur eftir at spæla. ? Tað er enn sera opið, hvør fer víðari. Vit eru sera fegnir í skiftingarrúminum í løtuni, men vit royna at hava bæði beinini [...] Tað hevur leingi verið ein dreymur hjá øllum í FCK at koma við í Champions League, har møguleiki er fyri at møta evropeiskum stórfeløgum. Hesin dreymur er nú nærri enn nakrantíð áður. Við einum 1-1 javnleiki