Mettaðu 2000

Samfelagsmøti

Ein tjokkfull ítróttarhøll. Fólk hava sitið í hálvan annan tíma og lurtað eftir einum uppbyggingarmøti. Klokkan er hálvgum seks, døgurin er sodnaður og svong er á fólki, á 2000 fólkum. Og so verður boðið til nátturða, jú tit hoyrdu rætt, heitt verður á fólk um ikki at fara heim, men bíða eina løtu, tí nú verður nátturði borðreiddur. Hvar kemur maturin frá og hvussu bera tey seg at?
Hetta er næstan sum við Genesaretsjógvin í gomlum døgum, tá fýra túsund og fimm túsund vóru í somu støðu. Tá var sjálvur Meistarin hjástaddur og hann gjørdi undur og fiskur og breyð fleirfaldaðust og tá øll vóru mett, var stórt avlop. Í kvøld verður borðreitt við leskiligum smyrjibreyði. Feitari rullupylsu, soltnari rullypyldu, skerpikjøti, royktum laksi, gravaðum laksi og øðrum leskiligum. Ein rúgva av tvíflísum við leskiligum blandi innan. Matarskráin er munandi meira fjølbroytt enn á Jesusar døgum og føroyingar høvdu ivaleyst snerkt at matarskránni við Genesaretsjógvin, fiski og turrum breyði.
Í kvøld er ein forkláring upp á hvar maturin kemur, men organisatiónstalentið hjá Brøðrasamkomuni minnir næstan um eitt undur, og nú skulu tit hoyra:
? Vit hava gjørt hetta í nøkur ár og alt breyðið kemur frá fólkum í samkomuni, tey smyrja og gera til heima og síðan verður tað borið í ítróttarhøllina, sigur Mariann Restorff Eldevig, sum samskipar mattiltakið saman við eini aðrari, sum eg gloymdi at spyrja navnið á.
Listi í Ebeneser
Marianna er kvik og tað stendur nógv á henni, tá vit hitta hana aftanfyri, har breyðbakkarnir standa og skulu berast út. Uttanfyri, inni í høllini, hoyrist rumblið af fólki, sum hava reist seg, nú seinnapartsmøtið er liðugt. Tað eru eini 50 fólk, sum bera matin út og syrgja fyri at øll gerast mett. Men Mariann er ikki heilt ókend við hotelfakið, maðurin, MC Restorff, er kendur kring alt landið, eisini sum hotelmaður.
? Tað byrjar við, at ein listi verður hongdur upp í Ebeneser. Hetta hendi fyri nøkrum mánum síðan. Har kunnu fólk melda seg til at smyrja breyð heima hjá sær sjálvum undir samfelagsstevnuni. og stendur ikki á at fáa fólk at bjóða seg fram. Alt breyðið, sum vit serverað í dag, er tilgjørt heima og smurd eru 60 rugbreyð umframt allar tvíflísarnar, sigur Marianna Restorff Eldevig.
Hvussu svevur tú um næturnar undan slíkum stórum tiltøkum?
? Eg sovi væl, tí eg veit at nokk er til, og fólk koma bara við tí besta av tí besta tey eiga, sigur hon.
? Fyrr var tað soleiðis undir samfelagsstevnunum, at fólk fór tí hús at fáa sær nátturða. Men seinastu árini hava skipað fyri nátturða millum møtini og tað hevur sínar fyrimunir. Talan er um samfelagsmøtir og tað snýr seg ikki bara um andaliga samfelagið. Tað snýr seg eisini um samfelagið millum fólk, og tá fólk sleppa frá at fara til hús, so eru ríkir møguleikar at hitta brøður og systrar undir nátturðanum.
Færri hattar
Ein siður sum hevur verið eyðkendur fyri Brøðrasamkomuna øll árini eru teir vøkru hattarnir sum prýða kvinnurnar. Men hesin siður er um at doyggja út. Tá eg fyrstu ferð skrivaði um samfelagsmøtir fyri 10 árum, síðan taldi eg um hundrað hattar tað eina møti. Í kvøld er talið undir tjúgu.
? Hattarnir eru um at fara av mótanum, fyrr var tað ein kapping at bera vakrasta hattin, men tíðin er farin frá hattunum, sigur Mariann Restorff Eldevig.
Høgtíðin
Samfelagsmøtini í Havn eru størsta høgtíðin á árinum fyri mong í Brøðrasamkomuni. Tey fyrstu møtini vóru hildin í tjúgunum í farnu øld og síðan hava tey verið hildin á hvørjum ári, undantikið undir krígnum.
Fyrr vóru møtini ikki so tilrættaløgd sum í dag og ein og hvør kundi bera vitnisburð fram. Men nú eru møtini vorðin so stór, at neyðugt er skipa, tey og tí eru talararnir bidnir frammanundan.
Roynt verður at fáa talarar úr øllum samkomunum í landinum og skifta millum talarar, men tað er altíð onkur at trúboðarunum sum ganga aftur á hvørji samfelagsstevnu.
Samfelagsmøtini hava altíð liðið um hesa tíðina og tað stavar frá slupptíðini. Um hesa tíðina vóru øll skipini komin heim fyri veturin og tá bar til at savna fólk til samfelagsmøtir.
Møtini byrja mikudag og enda sunnudag. Teir fyrstu dagarnir eru møtini í
Ebeneser, men um vikuskiftið rúmast fólkið ikki í Ebeneser og tí verður farið niðan á Nabb.
Tá samfelagsstevna er, er gestablídni stórt hjá fólki í Brøðrasamkomuni. Nógv avbygdafólk koma til Havnar og bæði gista og sita til borðs hjá brøðrum og systrum, meðan stevnan verður hildin.
Hetta mynstrið er nokk so nógv broytt seinni árini, sum samferðslumøguleikarnir eru vorðnir so góðir og tey sum eru nærmast høvuðsstaðnum hava møguleika at koyra í millum.