lógarparagraffum eru broyttar í donsku lógini, men ikki í føroysku lógunum. § 216 umrøður neyðtøku, og har er revsiramman í donsku lógini herd við tveimum árum upp í 8 ára fongsul. Í føroyum er hon 6 ár. Stk [...] fængsel í 12 ár, hvis voldtægten har haft en særlig farlig karakter...«. Í Føroyum er ramman 10 ár. Størsta broytingin er tó at finna í § 235, sum umrøður barnaporno. Lógin, sum er galdandi í Føroyum í dag [...] tingsetuni, allarhelst í februar, sigur Annika Olsen. Hon heldur, at tað mest sum skelkandi, at revsingin fyri at taka niður barnaporno í Føroyum í mesta lagi kann verða upp í seks mánaða fongsul, og tí fegnast
Øll gistingarhúsini í Føroyum høvdu eina afturgongd í bíleggingum í fjør í mun til árið fyri. Gongdin er nú vend og stjórin á Hotel Hafnia væntar, at ein lítil framgongd verður. ? Í fjør øktist talið á [...] síggja vit aftur í ár. Ársúrslitið vísti eina afturgongd, ikki bara hjá okkum, men um alt landið. Broytingin í ár í mun til í fjør verður ikki minst, at flogførini fara at flúgva oftari í summar. Nógv, sum [...] Hafnia í juli enn í juni og august. ? Vit eru kortini í teirri støðu, at talið á bíleggingum er javnt alt árið, tí vit liggja í Havn. Ein orsøk til, at hotellini hava trupult við at fólk at gista í juli
frá okkara endamáli við samtakinum, út í hvørt hús í Gøtu og nøkrum øðrum bygdum. Og samstundis varð boðið til fundar í losjuni í Gøtu eitt kvøld í oktober mánaði í fjør.? Tað vísti seg at áhugin var stórur [...] til nakað haldgott veiggj í tónleikalívinum. ?Áðrenn Grót kom í verðina, var næstan tað einasta regluliga tónleika tiltakið í oynni, ið ein kundi fara til, dansur á Kambsdali í vikuskiftinum. Tað var ikki [...] upp og annars at koma meira runt í landinum. Men høvuðsendamálið verður tó eisini í framtíðini at fjølga um og menna tónleika lívið í Eysturoynni, eins og sett var út í kortið fyri sløkum ári síðani.
fótbóltsliðið í Suðuroynni, og í fjør vann felagið sær rætt til at luttaka í altjóða kapping fyri fyrstu ferð nakrantíð. Men í løtuni eru útlitini fyri einum eins góðum kappingarári sum í fjør ikki serliga [...] um, at onkur VB-ari ætlar sær til Royn í ár, men tað er enn ikki avgjørt. Trý suðuroyarlið í bestu deildini Í fjør var VB einasta suðuroyarlið í 1. deild, men í ár fáa teir so bæði TB og Sumba afturat [...] altjóða fótbólti fyri fyrstu ferð Í summar stevnir VB fyri fyrstu ferð í søgu felagsins út í Europa at spæla fótbólt í altjóða kapping. Tað verður í Intertoto Cup-kappingini, sum er summarveddikappingin hjá
merkinum til í dag, og at bilurin í Sandavági er ein hin best varðveitti av hesum slagnum í heiminum. Bilurin er í dag sum hann var, tá hann var gjørdur til herin. Hann hevur fingið nýggja last í Onglandi [...] keyptur til Sandavags í 1949. Tað var Karl Simonsen, sum tá keypti bilin, og koyrdi bilurin til einaferð seinnapartin í fimtiárunum, tá hann varð settur inn. Tá farið varð at rudda barakkina í 1989, valdi familjan [...] ið eftir var av umvælingini. Kommunan fekk áheitanina í 1995 Sunnudagin klokkan 1600 varð skipað fyri samkomu í túninum framman fyri Sparikassan í Sandavági, har høvi var hjá fólki at síggja bilin. Ho
veiðinøgdar 13% minni ávikavist. Í hesi avtalu kunnu føroysk skip m.a. veiða 32.000 tons í norskum sjógvi og við Jan Mayen, harav 26.000 tons í norskum sjógvi. Noreg fær 32.000 tons í føroyskum sjógvi. Avtalan [...] verða í Íslandi. Tann ráðgevandi nevndin hjá ICES viðvíkjandi fiskiskapi í norðuratlantshavi, ACFM, viðgjørdi norðurhavssildina á fundi í mai í ár. Stovnurin verður mettur at vera oman fyri tað lívfrøðiliga [...] møguliga kemur at gýta í føroyskum sjógvi. Ein heildarveiða uppá 1,3 mió. tons er tó ikki ov stór í eitt ár afturat. Føroyski parturin av hesi heildarkvotu er óbroyttur í mun til í føjr (5,5%). Spurningurin
vanligur sunnudagur í Kunoy mitt í juli mánaði. Veðrið er av tí fræga í summar, men tað forðar kortini ikki fólki í at leita sær í kirkjuna. Mangastaðni er tað so, at tað er minni av fólki í kirkju um summarið [...] summarið enn í vetrarhálvuni. Men tað eru í roynd og veru væl fleiri fólk í kirkju her, henda 5. sunnudagin eftir Tríeindardag, enn ein kundi væntað. Henda sunnudagin er tað Hanus á Gørðum, prestur sum hevur [...] sum klokkari, men í dag er Jógvan vanligt kirkjufólk. - Hetta er ein sera hugnalig kirkja. Jú, mær dámar sera væl at ganga í kirkju her, slær hann fast. Eitt annað, ið vert er at nevna í hesum sambandi,
Vælkomin í skúla. Hygg, her í skúlanum ganga vit ikki inni í skóm. Men har á vegginum, har kanst tú seta skógvarnar í eina hyll. - Í dag er eingin annar næmingur í skúlanum, so tú kanst bara seta teir í ta hillina [...] tey hittast. Børnini hava í roynd og veru longu verið tvær ferðir í skúlanum áður. Fyrru ferðina var tá tey vórðu innskrivað at fara í 1. flokk. Í Kollafirði verður hetta gjørt í sjálvum skúlanum. Men tað [...] børnini, sum í morgun kl. 10 skuldu í Kollafjarðar skúla á fyrsta sinni. Hetta er samstundis fyrstu ferð at næmingar fara í tann nýumvælda skúlan. Tey 17 kollfjarðarbørnini hava gingið við spenningi í langa tíð
svarar Pizza Aage bara, at tað finnast onnur støð í Klaksvík, har tey kunnu eta. Virðing í revsingini Í fjør átti sami Pizza Aage eitt pizzaria á Fanø í Danmark. Har var sama prinsipp galdandi, og hann [...] mánaði í fjør eitt mótmæli í móti Irak krígnum, sigur hann, at Føroyar eru eitt av teimum smáu londunum. ? Mín boykotting fevnir bert um Týskland og Frankaríki, tí at tey eru tvey stór limalond í ST, og [...] rasudiskriminatiónslógini í Danmark. Dómur varð feldur yvir hann, og hann skal sita átta dagar í fongsul fyri hetta lógarbrot. ? Eg havi fingið at vita, at eg skal inn at sita einaferð í 2005, so tað bíði eg
rættiliga fjølbroytna gongd á landgrunninum. Felagið er so við í loyvinum hjá BP frá 1. rundu, men hóast BP hevur latið ljóðað, at tað ikki fer at bjóða í nýggjari rundu, so er ikki vist, at Shell nýtist at fylgja [...] hevur gjørt seismiskar kanningar í summar og nakað herfyri flutti ábyrgdin av Atlantsmótinum yvir til Noregs. Taka vit so ChevronTexaco, sum hevur verið nógv frammi í seinastuni, so hevur stjórin har úttalað [...] feløg fara saman í samtøk og hvørji verða einsamøll, um nakað. Og tá er spurningurin so, hvørjir møguleikarnir hjá eitt nú Geysir er fyri at finna sær samstarvsfeløg. Hetta við bólkum í sambandi við eina