Grótið rullar í Eysturoynni

Inni í Eysturoynni hendir nakað á tónleikapallinum nú um dagarnar. Í losjuni í Gøtu venja í løtuni ymiskir tónleikabólkar dúgliga undir góðum umstøðum 5 dagar um vikuna, og gravgangur er hjá øðrum bólkum at sleppa upp í part. Men alt hetta er ikki komið í lag av sær sjálvum...

Jan Rasmussen


Tað var ungi gøtumaðurin Jón Tyril, ið fyri sløkum ári síðani spældi sær við hugskotinum at stovna eitt felag, ið virkaði fyri tónleikarar, eins og t.d. eitt fótbóltsfelag virkar fyri fótbóltspælarar. Eitt felag, har tónleikararnir í Eysturoynni komu at virkar undir skipaðum viðurskiftum, til at fremja og menna tónleikin á leiðini. ?Vánaligar venjingarumstøður og vantandi tiltøk at spæla til? hevði verið tað æviga niðurlagið, ið viðførdi, at tað ongantíð var vorðið til nakað haldgott veiggj í tónleikalívinum. ?Áðrenn Grót kom í verðina, var næstan tað einasta regluliga tónleika tiltakið í oynni, ið ein kundi fara til, dansur á Kambsdali í vikuskiftinum. Tað var ikki nóg gott!?, sigur Jón Tyril.


Fóru til verka

Tískil samdust hann og Eiler Hansen, (annar av guitarleikarunum í Visible Fish), um at fara undir fyrireikingarnar til at stovna eitt tónleikasamtak. Teir tosaðu við onnur fólk, ið eisini vóru áhugaði, og fóru síðani til verka:

?Fyrst bóru vit lepar, har vit søgdu frá okkara endamáli við samtakinum, út í hvørt hús í Gøtu og nøkrum øðrum bygdum. Og samstundis varð boðið til fundar í losjuni í Gøtu eitt kvøld í oktober mánaði í fjør.?

Tað vísti seg at áhugin var stórur, og tað møttu eini 40 fólk til fyrsta fundin. Har varð ein nevnd vald, og tónleikasamtakið Grót var vorðin ein veruleiki. Teir byrjaðu beinanvegin at hava smærri tiltøk sum t.d. tónleikacafé-ir og ?jamsessions?, har tónleikarar og onnur fingu høvi at møtast og hugna sær.

?Tað var t.d. á einum av hesum ?jamsession? tiltøkunum, at bólkurin Clickhaze sá dagsins ljós?, sigur Jón, ið sjálvur er ein av limunum í bólkinum.


Umstøðurnar góðar

Nógv tey flestu tiltøkini, ið Grót hevur skipað fyri, hava verið í losjuni í Gøtu. Jón sigur hesi hølini vera frálík til at skipa fyri smærri tiltøkum, har fólk koma at lurta eftir tónleiki og hugna sær. Nú er eisini avtala gjørd við ADJ Sound um leigu av einum ljóðanleggi, ið Grót hevur standandi í losjuni. Hetta merkir, at nú er tað vorðið hópin lættari at skipa fyri tiltøkum, enn tað var í byrjanini, tá teir máttu leiga eitt ljóðanlegg til hvørt einstakt tiltak.

Grót skipar tó ikki bert fyri tiltøkum, men hevur eisini arbeitt við at fáa nøktandi venjingarumstøður til bólkarnar:

?Vit hava nú fyri kortum fingið eina avtalu um leigu av losjuni í Gøtu uppá pláss, soleiðis, at vit hava hana til taks 5 dagar um vikuna. Fyribils venja fýra bólkar tvær ferðir um vikuna í hølunum, men tað verður skjótt, at vit mugu fara at fáa til vega enn fleiri hølir, tí at gravgangurin er stórur.?


Var trupult at fáa stuðul

Sum liður í at betra umstøðurnar, hava teir ætlanir um at keypa eitt trummusett, ið kemur at standa í venjingarhølunum. Men til hetta og annað, ið ætlanir eru um at fremja, er tað brúk fyri peningi.

?Vit sendu brøv út til ymiskar fyritøkur um at stuðla okkum, tá vit byrjaðu, men svarið frá teimum flestu var, at vit máttu hava nøkur úrslit at vísa á fyrst. Tískil var tað trupult at fáa stuðul. Men nú ætla vit okkum aftur at fara undir at senda umsóknir til hesar ymisku fyritøkurnar, tí eg meti, at vit avgjørt hava nakað munagott at vísa á hesaferð.? .

Spurdur um hann metir, at tað áttu at verið fleiri tílík tónleikasamtøk runt um í landinum, ivast Jón ikki: ?Tað er heilt vist, at tað áttu at verið fleiri av slagnum, tí ein kann sum sagt bara hyggja eftir hvussu nógv er komið burturúr hjá okkum uppá so stutta tíð.?


Framtíðin

Einki er at ivast í, at framtíð er í Grót. Limatalið er so líðani vorðið til uml. 40 fólk og er støðugt vaksandi, og tiltøkini verða væl vitjaði. Jón sigur, at sohvørt sum Grót gerst meira etablerað, fara teir at víðka um virksemið. Ætlanir eru t.d. fyrst um at taka summi av tiltøkunum upp og annars at koma meira runt í landinum. Men høvuðsendamálið verður tó eisini í framtíðini at fjølga um og menna tónleika lívið í Eysturoynni, eins og sett var út í kortið fyri sløkum ári síðani.