Smátt við fólki í VB

Fótbóltur: VB hevði eitt gott kappingarár í fjør, men higartil í ár sær út til, at hópurin hjá felagnum fer at vera ov lítil til eitt eins gott úrslit

Seinastu árini hevur VB verið fremsta fótbóltsliðið í Suðuroynni, og í fjør vann felagið sær rætt til at luttaka í altjóða kapping fyri fyrstu ferð nakrantíð. Men í løtuni eru útlitini fyri einum eins góðum kappingarári sum í fjør ikki serliga góð. Tað er ov smátt við fólki.

? Tað er rætt, at vit ikki hava so nógv fólk í ár. Í løtuni er hópurin hjá okkum ikki nóg breiður, sigur John Eystberg, sum hevur spælt við 1. deild hjá VB seinastu árini.

? Seinastu kvøldini hava vit bert verið eini 16 mans til venjing, og tað er ikki serliga nógv, tá vit eisini hava eitt lið í 3. deild, sigur John Eystberg.

? Men vit vóna so, at menn fáa betri hug at venja, tá tað verður heitari í veðrinum, sigur hann.


»Coolio« komin til VB

Tveir av stuðulsspælarunum frá í fjør eru ikki við meir. Poul Thorsteinsson er farin til B36, og Zoran Mancic skal spæla við KÍ í ár. Hin jugoslavin, Milan Milanovic, verður eins og í fjør spælandi venjari, og við sær í ár hevur hann ein annan jugoslava.

? Hann eitur Milan Kulic ella okkurt sovorðið. Vit kalla hann bara »Coolio«, og tað hevur hann góðtikið, sigur John Eystberg.

»Coolio« er 22 ára gamal vinstrabeintur miðvallari, og John Eystberg sigur, at tað hann higartil hevur víst, hevur verið sera gott. Teir báðir eru júst komnir til landið, men seinasta mánaðin hava VB-ararnir vant sjálvir.

Birgir Jørgensen hevur verið við frá byrjan av, og í mai mánaði kemur Jón Pauli Olsen heim úr Danmark og verður við restina av árinum. Og runavíkingurin Elian Hansen, sum hevur spælt við VB fyrr, verður kanska eisini við aftur í ár.

Hinvegin hevur verið talan um, at onkur VB-ari ætlar sær til Royn í ár, men tað er enn ikki avgjørt.


Trý suðuroyarlið

í bestu deildini

Í fjør var VB einasta suðuroyarlið í 1. deild, men í ár fáa teir so bæði TB og Sumba afturat sær. Bert eina ferð fyrr hevur Suðuroyggin havt trý 1. deildarlið, og tað var í 1991, tá Sumba spældi sítt higartil einasta kappingarár í bestu deildini.

? Tað er eingin ivi um, at tað ger kappingina meira spennandi fyri okkara viðkomandi, og tað er eisini ein stórur fyrimunur fyri okkum, sigur John Eystberg.

? Vit sleppa frá at ferðast so nógv, og tað fer eisini at merkjast peningaliga. Eisini tí, at vit ivaleyst fáa fleiri áskoðarar til dystirnar móti TB og Sumba, enn vit høvdu fingið móti B71 og FS Vágum. Túrarnir til Sands og Vágarnar vóru eisini teir longstu hjá okkum í fjør, so á tann hátt er tað betri fyri okkum, sigur hann og leggur afturat, at tað ikki ger tað minni spennandi, at fyrsti dystur í landskappingini verður á Tvøroyri millum TB og VB.


Í altjóða fótbólti

fyri fyrstu ferð

Í summar stevnir VB fyri fyrstu ferð í søgu felagsins út í Europa at spæla fótbólt í altjóða kapping. Tað verður í Intertoto Cup-kappingini, sum er summarveddikappingin hjá UEFA. Fyrr hava HB, B68 og B36 umboðað Føroyar og hava spælt fýra dystir, tveir heima og tveir úti, móti fýra ymiskum liðum. Í ár er kappingin broytt soleiðis, at VB bert fær tveir dystir, ein heima og ein úti, móti sama liði.

? Tað hava vit einki ímóti, sigur John Eystberg.

? Fíggjarliga er tað nógv betri fyri VB bert at skula út at ferðast einaferð. VB byrjaði jú aftur frá null eftir alt pengastríðið, sum var við vøllinum á sinni, og felagið er enn ikki komið heilt fyri seg aftur eftir tað, sigur John.

Fyri føroysku feløgini er tað kortini eitt reint lottarí at vera við í altjóða kapping. Um lutakastið t.d. gevur tær eitt norðurlendskt lið, er tað frálíkt, men um føroyska liðið fær eitt lið úr eystureuropa at spæla ímóti, kann tað gerast torført at fáa tað at hanga saman fíggjarliga, serliga tá talan er um eina so lítla kapping sum Intertoto, har pengarnir frá UEFA ikki eru so stórir sum í hinum europeisku kappingunum.

Í Vági hava tey gjørt ein bólk til at fyrireika altjóða luttøkuna hjá VB, og so er bert at vóna, at eydnan brosar niður á Vágsbygd, tá lutakastið verður.