Geysir við í 2. útbjóðing

Nøkur stór feløg við - onnur bjóða neyvan hesaferð

Oljuleiting


Nú bert ein knappur mánaði er eftir, til 2. útbjóðing til oljuleiting við Føroyar letur aftur, er rættiliga óvist, hvussu mong feløg fara at søkja. Útmeldingarnar frá oljufeløgunum hava verið rættiliga varnar. Tað hevur tó líkasum ligið í luftini, at stóra bretska BP fer ikki at søkja hesaferð og sera óvist er við feløgum sum Amerada Hess og ENI. Tó ber illa til at koma til nakra avgjørda niðurstøðu, tí hesi feløg antin hava sagt frá, at tey fáa at síggja ella tey als ikki hava latið við seg koma.

Hinvegin eru onnur stór og meðalstór oljufeløg, sum hava boðað frá, at tey verða við. Hesi eru m.a. Statoil og Dong. Síðani eru tað uppaftur onnur, sum eisini kunnu hugsast at fara at bjóða. Hesi eru t.d. Shell og ChevronTexaco. Taka vit Shell, so hevur tað havt eina rættiliga fjølbroytna gongd á landgrunninum. Felagið er so við í loyvinum hjá BP frá 1. rundu, men hóast BP hevur latið ljóðað, at tað ikki fer at bjóða í nýggjari rundu, so er ikki vist, at Shell nýtist at fylgja BP. Helst er tað beint tvørturímóti. Shell hevur gjørt seismiskar kanningar í summar og nakað herfyri flutti ábyrgdin av Atlantsmótinum yvir til Noregs. Taka vit so ChevronTexaco, sum hevur verið nógv frammi í seinastuni, so hevur stjórin har úttalað seg um, at fór ein boring við markið at vera positiv, so vóru eisini møguleikar fyri, at felagið fór at bjóða í føroyskum øki. Og tað er so nettupp tað, sum helst fer at henda, nú tað er komið fram, at felagið hevur gjørt eitt stórt oljufund.

Síðani eru tað smærri føroysku oljufeløgini, Atlants Kolvetni og Føroya Kolvetni, sum eisini tykjast at verða áhugað í nýggju runduni. Mest áhugavert fyri tey er sjálvandi, hvønn bólk við stórum oljufeløgum, ið tey sleppa at vera partur av. Tað kann so ganga báðar vegir. Men enn vita vit tað ikki.

Norsk-íslendska oljufelagið Geysir, sum eisini má sigast at hoyra til tey smærri oljufeløgini, hevur áður boðað frá, at tað helst fór at vera við. Nú váttar Terje Hagevang, stjóri, at Geysir verður við. Spurningurin er so bara, hvørji feløg fara saman í samtøk og hvørji verða einsamøll, um nakað. Og tá er spurningurin so, hvørjir møguleikarnir hjá eitt nú Geysir er fyri at finna sær samstarvsfeløg. Hetta við bólkum í sambandi við eina útbjóðing kann vera rættiliga avgerandi fyri úrslitið av útbjóðingini bæði fyri einstøku feløgini og fyri útbjóðaran, Føroyar.

Tá hugsað verður um, at talan er um nýggj øki, um djúpt vatn og um basalt, so er neyvan hugsandi, at feløg verða einsamøll. Heldur er hugsandi, at fleiri stór feløg finna saman fyri at fáa sum mest burtur úr. Spurningurin er tá, hvussu nógv av smærri feløgunum sum tey føroysku og so Geysir hava møguleika at kobla seg uppá umsóknir hjá teimum stóru og meðalstóru. Hetta vita vit 17. november.

Geysir má sigast at vera eitt av teimum smærri feløgunum og váttar Terji Hagevang, at teir í løtuni leita eftir øðrum feløgum at vera saman við. Eydnast hetta ikki, so útihýsir hann ikki, at teir søkja einsamallir. ?Tað er enn ov tíðliga at siga, men vit fara at so at søkja einsamallir ella saman við einum ella fleiri øðrum um eina ella fleiri teigar.

Terji Hagevang dylur ikki fyri, at skulu teir fara undir at bora ein brunn, so verður neyðgut at vera saman við øðrum feløgum, men um talan fyribils bert verður um at gera kanningar, so sum at skjóta seismikk, so eru teir ikki ov smáir.

Uppá fyrispurning hvørja viðmerking hann hevur til tíðindini um, at stór fund helst eru gjørd beint hinumegin markið, so heldur Terji Hagevang, at hetta eru sera góð tíðindi. Fundini liggja so ikki so langt frá strukturum á føroyska økinum, sum Geysir arbeiðir við og fyrr hevur peikað út sum sera áhugaverd, og møgulig risastór gassfelt, eitt nú Durita-strukturin nakað norðari, á 62 stigum og longur inni á landgrunninum. ?Tað er altíð gott at hoyra um nýggj fund, sum liggja nærhendis einum øki, sum man vil sleppa at kanna nærri. Eg vóni, at hetta fer at skapa størri áhuga fyri runduni.