fyri at vita, um okkurt gott bræv er komið. Hilmar Jan rennur aftur og fram og ansar eftir, at innsløgini hjá Elis úr Skúvoy eru klár. Ginna melur úti hjá teknikaranum fyri at vita, um røttu løgini eru [...] sjálvsagt stóran týdning, at sendingarnar eru av einum slíkum slag, at tær fella væl í oyra hjá lurtaranum. Um sendingin ikki ger tað, so tykist hon væl longri, enn hon í veruleikanum er. Tá ið útvarpið fór undir [...] er komin til sendingina. Ginna greiðir frá, at tað er rættiliga ójavnt, hvussu nógv teldubrøv koma um dagin. Henda dagin, vit vitja, eru nokk so fitt komin, meðan tað dagin fyri vóru komin óvanliga fá
Eingin skal vera í ivi um, hvar hann stendur. Men maðurin er ikki bara sannførdur tjóðveldismaður. Hann er sannførdur á so nógvum øðrum økjum eisini. Eitt nú er hann sannførdur um, hvussu skeivt hini, sum [...] rættiliga kontantur og setir spurnartekin við, um Føroya fólk hevur ráð til eitt tjóðveldiseksperiment. Hann vísir eisini á vandan fyri einum fólkatómum Føroyum, um hetta eksperiment sleppur at standa sína roynd [...] bert til tað siga, at her er talan um eina sakliga samrøðu, har formaðurin í landsins størsta andstøðuflokki fær spurningar og sleppur at siga sína hugsan. Júst á sama hátt sum aðrir politikarar og teirra
Kappingin um farmin harðnar í hvørjum. Í nógv harrans ár kappaðist Skipafelagið Føroyar við Star Line um farmin, sum varð fluttur til og úr Føroyum, og tann kappingin endði við, at Star Line »breyt hálsin« [...] leingi. Íslendska reiðaríið, Eimskip tók kappingina upp um farmin á Føroyaleiðini og tann kappingin koyrir enn. Hvør fer at vinna ta kappingina, ella um nakar vinnari verður yvirhøvur, er ilt at siga, men [...] greitt frammanundan, at Eimskip endar ikki sínar dagar á sama hátt sum Star. Til tað eru teir fíggjarliga ov sterkir. Spurningurin er so hinvegin, um Skipafelagið er tað. Hækkað partapeningin Tað er ikki
Hóast góða veðrið um vikuskiftið, so siga allar løgregluskrivstovurnar kring landið tað sama. ? Tað hevur verið púra friðarligt øll trý kvøldini. Men treyðugt so, onkur er, sum ikki kann latað verða at [...] vikuskiftið var á Tvøroyri, Sunnumorgunin um tvey tíðina, varð ein bilførari steðgaður av løgregluni og av tí at løgreglan eisini í hesum føri hevði mistanka um at førarin var ávirkaður av rúsdrekka, var [...] tá løgreglan kom á staðið hildu teir tað verða best at taka blóðroynd av føraranum, tí mistanki var um at hann hevði drukkið. Bert materiellur skaði stóðst av óhappinum. Seinni leygardagin vórðu tveir
Hóskvøldið skoraði hann langt úti frá móti Budapest-liðnum, og leygardagin mundi hann endurtikið bragdið úr nøkulunda sama staðið, tá hann staddur heilt úti í vinstra borði eini 30 metrar úti smekkaði [...] Endaspurturin hjá GÍ, sum vit tosaðu um í blaðnum fyri tveimum vikum síðani, steðgaði upp, áðrenn hann veruliga var komin í gongd. Fyri tveimum vikum síðani byrjaði GÍ seinnu helvt av landskappingini við [...] undirhaldandi, og nú komu eisini trý mál afturat. VB fór upp á 2-0, tá Krzystof Popczynski (styrkir munandi um VB-liðið) spældi Jón Paula Olsen leysan, og hann gjørdi sítt áttanda mál í landskappingini. Nú var
hjá EB/Streymi er útgangsstøðið sum oftast verjukent. Av tí sama er tað torført at fáa nakað burtur úr móti teimum, tá teir eru komnir fram um við eini tveimum málum, so sum tað hendi leygardagin. [...] aftur. Haldór Joensen setti hol á, eftir at heimaliðið hevði spælt bóltin væl aftur og fram rundan um brotsteigin hjá havnarliðnum. Tað endaði við, at Haldór var fyrri á einum bólti enn B36-málverjin,
. Og nú er tað sama skaðin, sum ger, at hann er noyddur at halda frí frá dystum til komandi vikuskifti. Vit skilja á Toda, at í síðstu viku luttók hann í venjingini, um enn ikki í sama mun, sum hinir gjørdu [...] n klokkan níggju skuldu útisetarnir í Noregi og Danmark møtast á flogvøllinum í Kastrup. Talan var um teir tríggjar, Toda Jónsson og Jákup Mikkelsen, sum búgva í Keypmannahavn, og Julian Johnsson, sum [...] gjørdu tað. Umframt lætta venjing fekk hann eisini viðgerð í FCK, og hann roknar við, at tað verður á sama hátt í hesi vikuni. Frá skrivstovuni hjá FSF frættu vit í gjár, at eingin annar spælari verður sendur
Leirvíkingar eru aftur farnir at tosa meiri og meiri um 1. deild. Tað hava teir annars ikki gjørt serliga nógv av, síðani teir í 1993 fluttu niður og samstundis mistu nógv av fólkinum. Men nú tykist felagið [...] at vitja í Leirvík, og so er ikki so torført at ímynda sær, hvat tosið í Leirvík fer at snúgva seg um næstu dagarnar. Grannauppgerðin móti GÍ var akkurát so tøtt, óruddulig og torfør, sum tað var roknað [...] Petur Sjúrðarberg, sum annars plagar at vera í álopinum. Hann var í Vági við 1. deildarliðnum, og tað mundi honum dáma væl! Men hóast góða manning, so spældi GÍ ikki væl. Heimaliðið var fyri tað mesta omaná
til Gøtu. Um KÍ missir stig, og HB vinnur komandi sunnudag, so er FM kappingin so at siga avgjørd, og so verður ikki nógv meiri enn æran at spæla um, tá HB fer til Klaksvíkar 20. september. Men um HB missir [...] ber samstundis boð um, at tey bæði suðuroyarliðini eru sera illa fyri. Síðani summarsteðgin hevur Sumba tapt tríggjar dystir 0-22, og TB hevur fingið eitt stig við málmuninum 1-13. Um sjálvsálitið og hugurin [...] gøtumonnum, so kunnu vit sláa fast, at tað vinna teir ikki inn aftur. Spurningurin er, um teir fara at megna at vinna stríðið um eitt pláss í Europa Cup, har teir hava verið fimm ár á rað. Teir skulu vinna seks
seinnu helvt móti grannunum í B36, fingu teir ein mann útvístan nakað inn í seinna hálvleik. Hetta sama hendi leygardagin, tá ið innskifti Uni Mortensen fekk sína seinnu ostaflís eftir tvær ógvusligar [...] dystinum móti B36 skoraði árstalsfelagið beint eftir útvísingina og vann dystin 1-0. Vágamenn gjørdu tað sama, burtursæð frá, at teir ikki skoraðu fyrr enn einar tíggju minuttir fyri leiklok. Hilmar Hansen fekk [...] fyri opnum máli skallaði bóltin beint á málverjan hjá vágamonnum. Tað hevði eisini verið órímuligt, um havnarmenninir høvdu ognað sær annað stigið, tí felagsliðið úr Vágum var tað nógv betra liðið í dystinum