Fýra tiknir fyri rúsdrekkakoyring

Tríggir bilførarar vórðu tiknir í Eysturoynni og ein í Suðuroynni. Teir verða allir ákørdir fyri rúsdrekkakoyring.

Hóast góða veðrið um vikuskiftið, so siga allar løgregluskrivstovurnar kring landið tað sama.

? Tað hevur verið púra friðarligt øll trý kvøldini.

Men treyðugt so, onkur er, sum ikki kann latað verða at koyra bil tá viðkomandi hevur drukkið.

Soleiðis var eisini hetta vikuskiftið, tá fýra mans vóru tiknir fyri hetta lógarbrot.

Í Eysturoynni tók løgreglan tríggjar bilfrøarar fyri at koyra við kenning.

Leygarmorgunin klokkan hálvgun fýra var ein tikin í sambandi við eitt ferðsluóhapp.

Hann var farin út av vegnum í bili sínum, og tá løgreglan kom á staðið hildu teir tað verða best at taka blóðroynd av føraranum, tí mistanki var um at hann hevði drukkið.

Bert materiellur skaði stóðst av óhappinum.

Seinni leygardagin vórðu tveir bilførarar aftrat tiknir fyri somu ógerð.

Løgreglan ger vanliga royndir av bilførarum og tað var soleiðis hesir báðir bilførararnir vórðu tiknir.

Fjórði bilførarin, sum varð tikin hetta vikuskiftið var á Tvøroyri,

Sunnumorgunin um tvey tíðina, varð ein bilførari steðgaður av løgregluni og av tí at løgreglan eisini í hesum føri hevði mistanka um at førarin var ávirkaður av rúsdrekka, var blóðroynd tikin av honum.