Tað hevur gingið striltið hjá 2. liði hjá HB eftir summarsteðgin, eftir at teir vóru heilt frammi í oddinum, tá ið kappingin var hálvrunnin. Leygardagin spældu teir sín triðja landskappingardyst í seinnu hálvu, og eins og í hinum báðum dystunum taptu teir, hesaferð móti FS Vágum.
Í dystinum leygardagin, sum var leiktur, eftir at HB og NSÍ høvdu leikt í 1. deild, gekk spælið rættiliga javnt. Vágamenn høvdu tó munin, og tað vóru eisini teir, sum høvdu so at siga allar málmøguleikarnar. Serliga var tað sørvingurin Hilmar Hansen, sum spældi ein sera góðan dyst á miðvøllinum hjá vágamonnum.
HB hevði hinvegin stórar trupuleikar við at spæla seg til nakrar málmøguleikar. Liðið misti í heilum bóltin í uppspæli, og tískil fingu teir báðir áleypararnir, Hartvig Joensen og Eyðun Samuelsen, sera lítið at arbeiða við.
FS Vágar hevði eisini fleiri heilt stórar málmøguleikar, men málverjin hjá HB, Bárður Johannesen, prógvaði, at tá Kaj Leo Johannesen einaferð gevst við 1. deildarfótbólti, so hevur felagið ein fullgóðan avloysara í honum. Einar tríggjar reisur mundu tey flestu síggja bóltin í málinum hjá havnarmonnum, men so var Bárður har og fekk bjargað.
HB enn einaferð
10 menn
Tá ið HB leikti sín fyrsta dyst í seinnu helvt móti grannunum í B36, fingu teir ein mann útvístan nakað inn í seinna hálvleik. Hetta sama hendi leygardagin, tá ið innskifti Uni Mortensen fekk sína seinnu ostaflís eftir tvær ógvusligar takklingar.
Í dystinum móti B36 skoraði árstalsfelagið beint eftir útvísingina og vann dystin 1-0. Vágamenn gjørdu tað sama, burtursæð frá, at teir ikki skoraðu fyrr enn einar tíggju minuttir fyri leiklok. Hilmar Hansen fekk bóltin inni á HB-hálvuni, hann sneiddi tveir verjuleikarar av, og áraka brotsteigarmarkið smekkaði hann bóltin í málið, hóast Bárður Johannesen hevði hendurnar á kúluni.
HB fekk sín størsta málmøguleika í dystinum nakrar fáar minuttir fyri leiklok, tá ið Hartvig Joensen fyri opnum máli skallaði bóltin beint á málverjan hjá vágamonnum. Tað hevði eisini verið órímuligt, um havnarmenninir høvdu ognað sær annað stigið, tí felagsliðið úr Vágum var tað nógv betra liðið í dystinum.