ymisk vælgerandi endamál, og eitt teirra er at keypa eitt hjartatól til læknamiðstøðina í Vágum. Og hetta er longu gjørt, sigur Jens Eli Ellefsen. ? Hjartatólið er keypt, og verður latið skjótt. Annars vil [...] 160.000 krónur, og tá alt er goldið, eru meiri enn 100.000 krónur eftir at býta út til ymisk endamál, sigur Jens Eli Ellefsen, frá Lions Club Vágar. Ætlanin við tiltakinum er at savna inn pening, sum so [...] heima í Føroyum og úti í heimi. ? Men skulu vit hava nakað at deila út, so er neyðugt, at vit fáa pening inn slíkar dagar. Og tað er við takksemi at vit síggja hvussu góða undirtøku tiltakið fekk, sigur hann
byrjaði eg at hugsa um, hvussu eg eri partur av hesum yngra ættarliðnum, sum stendur við síðulinjuna og rópar og annars eru krittisk. Tað er ovmikið av ungum kreftum til, samstundis sum tað er ein stórur tørvur [...] óheftur sum journalistur á Degi & Viku. Nú er tann kósin slept og eri farin upp í part. Eg eri ikki óheftur longur, og eg fari sostatt ikki aftur í starv á SvF ? sjálvt um eg ikki komi á ting. Tað hevði verið [...] vera ímóti tær um, at tú hevur brúkt títt almenna journalist-starv sum loypfjøl til egnan politiskan fyrimun? ? Ja, tað ivist eg onga løtu í fer at verða ført fram. Á ein hátt skilji eg væl, um onkur heldur
hevði gagnað føroyska samfelagnum, um Edmund Joensen hevði funnið hesa loysnina eini tvey ella trý ár fyrr. Men orsøkin til nývalið er bæði láturlig og skammilig. Tað er helst eindømi í øllum heiminum, at [...] samráðingarnar við donsku stjórnina um bankamálið. Við øðrum orðum vil hetta siga, at Edmund Joensen nýtir Føroya Løgting og tær týdningarmiklu samráðingarnar við donsku stjórnina um bankamálið, til kastubløku [...] øllum er, at meirilutin í landsins størsta politiska flokki heldur, at tann sjónleikur og tað ráða- og atgerðarloysi, sum hevur valdað í skjótt fýra ár, er í fínasta lagi og kann halda fram. Nú er trupulleikin
floytuni, klarinettini og klaverinum ljómaðu um alla Fríðrikskirkjuna, og tú vart onga løtu í iva um, hví Jóhan Mortensen júst hevði valt Fríðrikskirkjuna sum karm um frumframførsluna. Tá so sangararnir byrjaðu [...] var boðskapurin til áhoyrararnar. Fyrsti partur snúði seg um lovsang og takkarsang, um at øll verk Hansara eru gjørd í trúfesti. Annar partur um skapanarverk Harrans, og til øll, sum á jarðarríki búgva [...] Verkið hjá Jóhan Mortensen er gjørt í trúskapi móti tekstinum í 33. sálma hjá Davidi. Ein songsongur í nýggjum hami er skaptur við kórverkinum hjá honum, sum sameinir røddir og ljóðføri á høgum musikalskum
fleiri hundrað mill. kr., so hevur ikki ein tann einasta skift eigara, tí hetta er jú tað »privata«. Hevði tað ikki sømt seg betur, um peningastovnarnir høvdu latið teimum illa støddu sethúsaeigarunum tær [...] tosa um, at tað einasta rætta var at privatisera Føroya Banka. Tað kann tykjast heilt einastandandi, at aftan á at tað privata vinnulívið hevur koyrt ikki bara ein men fleiri bankar á húsagang, so er lo [...] Heygum fyrst og fremst eru úti eftir, er: 1. Øll akfør hjá SL verða privatiserað. 2. Tey verða øll seld fyri eitt nógv niðursett symbolskt virði. 3. Avleiðingin er sjálvandi hon, at allir bussar, lastbilar
verið á nýggja fólkatingsmannin Jóannes Eidesgaard um at verða við í orðaskiftinum, men enn er óvist um hann verður við. Løgtingsvalið í Føroyahúsinum Um miðjan apríl verður skipað fyri valfundi. Roynt verður [...] gjørt sær metingar um heimastýrislógina í eini grein, sum verður prentað í Føringinum í apríl. Lise Lyck, sum er lektari við Handilsháskúlan í Keypmannahavn, er eisini við pallborðið. Hon er serkøn í smálanda [...] og summi hava hildið hana verið til óbótaligan skaða, tá ið um føroyska samfelagsmenning ræður. Tað er eydnast Føroyahúsinum at fáa fimm dugnafólk at sita við pallborðið mikukvøldið 1. apríl kl. 19.30.
verður neyðugt at gera reglur um føroyskan heimarætt. At tað ber til at siga hvør er føroyingur og hvør er ikki føroyingur. Hesin tørvur kann ógvuliga skjótt gerast átroðkandi, um gongd kemur á oljuvinnu á [...] vit hava greiðar linjur til ytsta mark. Hetta minnir á mangan hátt um støðuna, sum Ísland var í eftir 1918, tá teir fingu teirra sjálvstýrislóg. Ikki minst er hetta ein leið, sum avgerandi meirilutin av [...] at tað er alneyðugt at gera munandi broytingar í ríkisrættarligu støðu okkara ? beinanvegin. Taka vit ikki sjálvi stig til hesar broytingar, er vandi fyri, at onnur gera tað fyri okkum ? og tá er als ikki
undir hetta arbeiðið, sigur landsstýrismaðurin sum váttar, at hetta verður gjørt, hóast valstríðið í Føroyum er byrjað. Samráðingarnar mugu ganga sína gond. Uppleggið frá serfrøðingarbólkinum er klárt [...] at henda upphædd hevur verið nevnd, men at teir ikki bert hava eitt tal at samráðast um. So einfalt er tað ikki. Enn er ikki avgjørt hvørjir limir verða í sendinevndini sum fer niður at samráðast. Umframt [...] í gjár. Einki skriv er komið frá Nyrup Rasmussen. Vit hava biðið um samráðingar við donsku stjórnina, og tað gjørdu vit áðrenn valið varð útskrivað í Danmark. Einki í málinum er broytt frá okkara síðu
hvat hann fór at gera fyrr enn tórsrmorgunin 26. mars, sama dag sum formansvalið var. Mánadag seinnapartin um fýratíðina fekk danski Javnaðarflokkurin enn einaferð boðini um, at vit fóru ikki at atkvøða [...] teimum Koservativu. Og sjálvandi gera, sum teir bóðu hann. Um hetta fer at skaða okkara viðurskiftu við danska Javnaðarflokkin er ilt at meta um, men sæð upp ímóti tí neyðuga í, at danir ikki altíð skulu [...] eitt, so gera vit ikki eitt annað. So enn einaferð mugu vit sanna orðini, at einki er so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt. Lat okkum tí her heima standa saman um ein góðan flokk og ein góðan politikk
ja onkur var komin heilt norðan úr Klaksvík, siga eitt orð um at hepnari hevði verið, um flogvøllurin var nærri. Øll vóru komin at fegnast um okkara tjóðarflogfelag, sum nú hevur megnað at kappast á altjóða [...] hálvan av bygninginum var so karmur um undirhald sum Rasmus Magnussen stóð fyri, væl fyriskipað má sigast, borð við alskyns ábiti og drekkilsi, tó ikki sterkari enn vín og røðarapallur var sjálvandi eisini [...] hoyra røður, men heldur at fegnast um at okkara tjóðarflogfelag hevði megnað at lívbjarga sær í hørðu kappingini við onnur flogfeløg hesi 10 árini á egnum veingjum, og nú er ment so væl, at tað víðkar sambandið