Høgni fer úr SvF upp í politikk

Við at stilla upp fyri Tjóðveldisflokkin til løgtingsvalið 30. apríl sigur Høgni Hoydal samstundis eitt langtíðar farvæl til fasta starvið í SvF ? eisini um hann ikki verður valdur á ting

Niclas Johannesen


? Avleiðingin verður, at eg fari úr starvinum. Nú vendst ikki aftur. Eg havi lagt stóran dent á at vera óheftur sum journalistur á Degi & Viku. Nú er tann kósin slept og eri farin upp í part. Eg eri ikki óheftur longur, og eg fari sostatt ikki aftur í starv á SvF ? sjálvt um eg ikki komi á ting. Tað hevði verið ótrúverdugt.

Høgni Hoydal ljóðar næstan keddur dagin eftir, tað gjørdist greitt, at journalisturin, sum eitt nú hevur gjørt vart við seg við nógv umrøddu sendingunum um bankamálið nú fer upp í politikk.

Han stillar upp fyri Tjóðveldisflokkin, aftan á at flokkurin hevur verið eftir honum eina tíð.


Svar 5 minuttir

áðrenn deadline

? Eg segði eisini nei, fyrstu ferð eg bleiv spurdur fyri hálvum ørðum mánaði síðan. Í gjár mátti eg so taka endaliga støðu. Tað gjørdi eg klokkan fimm minuttir í fimm ? eftir, at genta mín Hildur helt, at eg skuldi gera tað. Eg havði lovað at givið svarið áðrenn klokkan fimm.

Høgni sigur, at tað var torført hjá honum at koma til hesa niðurstøðu, at rætt er at skifta trygga almenna sessin á SvF út við eitt ótrygt politiskt lív.

? Eg var rættiliga nega-tivur at byrja við. Politikkur verður jú ofta fatað sum skitið arbeiðið. Hinvegin so byrjaði eg at hugsa um, hvussu eg eri partur av hesum yngra ættarliðnum, sum stendur við síðulinjuna og rópar og annars eru krittisk. Tað er ovmikið av ungum kreftum til, samstundis sum tað er ein stórur tørvur á nýggjum kreftum í føroyskum politikki.

Hvat sigur tú til tær atfinningar sum fara at vera ímóti tær um, at tú hevur brúkt títt almenna journalist-starv sum loypfjøl til egnan politiskan fyrimun?

? Ja, tað ivist eg onga løtu í fer at verða ført fram. Á ein hátt skilji eg væl, um onkur heldur tað. Men tað særir kortini mín stoltleika, tí eg sum sagt havi lagt stóran dent á at vera óheftur sum journalistur. Og nú taki eg avleiðingarnar.

Hetta merkir, at Høgni Hoydal í roynd og veru ikki verður at síggja á Degi & Viku aftur ( ið hvussu er ikki sum journalistur).


Á vinstravonginum

Út frá hvørjum politiskum orsøkum fer tú nú upp í politikk?

? Broytingarnar seinastu árini í sambandinum millum Føroyar og Danmark vísa, at vit nú standa við eitt vegamót. Og verða tað ikki føroyingar sjálvir, ið taka stóru avgerðirnar, so fara onnur at gera tað fyri okkum. Tað kann verða danska stórnin, útlendsk oljufeløg o.s.fr.

Høgni Hoydal sigur, at arbeiðast má móti, at Føroyar gerast eitt fult sjálvstøðugt land.

? Ja, vit mugu byggja land. Tíðin er búgvin. Tí sum sagt: Lata vit okkum fanga í einum avgerðarloysi, so verða tað onnur enn føroyingar, ið fara at taka tær stóru týðandi avgerðirnar fyri okkum.

Hvørjum vongi í Tjóðveldisflokkinum ert tú á?

? Eg standi á vinstravonginum. Eg trúgvi upp á eitt solidariskt samfelag, sigur Høgni, sum í dag fyllir 32 ár.

Eisini ein annar sjónvarpsmaður, Ólavur Rasmussen stillar eisini upp fyri Tjóðveldisflokkin. Ólavur hevur seinastu tvey árini verið á Degi & Viku og so hevur hann eisini gjørt sendingina Undirhúsið.

Bæði Høgni og Ólavur eru stillaðir upp í Havn á einum Tjóðveldislista, har rúgva av ungum nøvnum bjóða seg fram. Eisini Anita á Fríðriksmørk, sum fekk næstflestar tjóðveldisatkvøður til fólkatingsvalið.