Fyri okkurt um einum mánað síðani skipaði Lions Club Vágar fyri stórum tiltakið á Giljanesi.
Væl varð gjørt burturúr, fyri at fáa fólk at koma og veita felagnum fíggjarligan stuðul.
Og væl varð rikið, tí undirtøkan var so stór sum ongantíð fyrr.
Tá uppgjørt varð, beint eftir Giljanestiltakið, lógu uml. 160.000 krónur, og tá alt er goldið, eru meiri enn 100.000 krónur eftir at býta út til ymisk endamál, sigur Jens Eli Ellefsen, frá Lions Club Vágar.
Ætlanin við tiltakinum er at savna inn pening, sum so skal latast út til ymisk vælgerandi endamál, og eitt teirra er at keypa eitt hjartatól til læknamiðstøðina í Vágum.
Og hetta er longu gjørt, sigur Jens Eli Ellefsen.
? Hjartatólið er keypt, og verður latið skjótt.
Annars vil hann vegna nevndina í Lions Club Vágar nýta høvið til at takka øllum fyri stuðulin.
? Tað eru so nógv, sum fáa gagn av tiltakinum, bæði her heima í Føroyum og úti í heimi.
? Men skulu vit hava nakað at deila út, so er neyðugt, at vit fáa pening inn slíkar dagar. Og tað er við takksemi at vit síggja hvussu góða undirtøku tiltakið fekk, sigur hann.
? Uttan stuðul frá Vágafólkið at keypa lutaseðlar, vildi tiltakið ikki verið møguligt og tað vil Lions Club Vágar takka øllum fyri, sigur Jens Eli Ellefsen, at enda.










