sannføra leiðsluna og venjaran í GÍ um, at hann er so mikið góður, at hann er førur fyri at styrkja um liðið hjá teimum. Jógvan Gregersen er formaður í GÍ, og hann sigur, at nýggi maðurin skal spæla tríggjar [...] henda mannin í landskappingini, sigur GÍ formaðurin. Øðrvísi fyri útlendingar Um GÍ vildi hava fatur á einum føroyskum spælara, sum hevði spælt fyri eitt annað felag síðsta vikuskifti, so eru reglarnir soleiðis [...] noyddur at bíðað í tredivu dagar, áðrenn hann kundi spæla fyri eitt nýtt felag. Tá talan er um útlendingar eru reglarnir øðrvísi. Tað er einki í vegin fyri, at ein útlendingur frá degi til dag skiftir til eitt
eg ikki at siga enn, tí vit skulu samráðast um tað. Í øllum førum leggja vit onga forðing í vegin fyri, hvørja loysn foreldrini velja. Hinvegin er talan um stór børn og tey duga at ansa sær, sigur Leivur [...] betri og størri vera møguleikarnir hjá næmingum, sigur Leivur Hansen. Eysturskúlin kemur at hýsa teimum hálvt hundrað næmingunum úr Kollafirði. Tey verða øll savnað í sama skúla, eins og tradisjónin er
Pensjónistafelagið Hugni og Eldradaganevndin fyri Eldradegi. Hesa ferð verður dagurin hildin í Ósáskúlanum í Klaksvík. Tað er fjórðu ferð, at skipað verður fyri hesum tiltaki, tvær tær fyrstu ferðirnar var [...] og umlættingarheim eru í landinum. Vit hava lyndi til at gera alt eftir útlendskum mynstri, ístaðin fyri at arbeiða út frá okkara egna. Eldraráðið, sum Landsfelag pensjónistanna, Almannastovan og Føroya [...] eim. Men enn er einki í umbúna. Spurdur um tey eldru kunnu vænta, at politikararnir fara at lova teimum fleiri heim, nú tað stundar til val, sigur Símun Pauli Poulsen. ? Politikarar lova alt ov, men gera
dag enn fyri seks árum síðani, tá teir sigldu uppá tað norðurjútsku havnina. Eisini verður lættari at koma til Keypmannahavnar, nú Stórabeltsbrúgvin verður tikin í brúk. Stórur áhugi er eisini fyri siglingini [...] upplýsingar um komandi summarsiglingina hjá Norrønu og annars um alt tað, sum Smyril Line stendur fyri. Her eisini søla av flogseðlum. Áki Jespersen, leiðari á ferðamannadeildini hjá Smyril Line sigur [...] síggja, hvørji tilboð Smyril Line hevur. -Vit hava gjørt faldara við allari ferðaætlanini saman við teimum ymsu pakkatúrunum til eitt nú Danmark, Hetland, Ísland og Noreg sigur Áki Jespersen, sum vónar, at
vælferðarsamfelag fer fyri bakka. Vit fáa fólkaflyting og armóð fyri loysing, og tað er ein alt ov høgur prísur at gjalda. Tí tiga loysingarflokkarnir við svarinum. Og at lata danir gjalda fyri at vit loysa frá [...] sjálvstýri, størri sjálvbjargni og størri sjálvsábyrgd fyri føroyingar innan fyri ríkisfelagsskapin, tað vil Javnaðarflokkurin. Javnaðarflokkurin er trygdin fyri vælferðini í Føroyum. Føroyingar veljið tí Jav [...] hvussu viðurskiftini skulu vera komandi árini, og vit skulu í semju við danir virka fyri størri sjálvstýri innan fyri ríkisfelagsskapin. Vit skulu hava greiðu á bankagøluni, sum vit føroyingar sjálvir við
serstakt fyri Almannastovuna. Men, sum eg skilji á tær, vilt tú og tjóðveldisflokkurin hava reglur og lógir, sum stýra smálutunum. Hetta »princip« helt eg var deytt, tá ið kommunisman fall. Fyri Javnaðarflokkin [...] Øllum - tað má so vera leiðslu, starvsfólki, politikarum (eisini tjóðveldismonnum) og helst eisini teimum, sum við ringum huga hava verið noydd at taka við hesi hjálp. Og hvør er syndarin? Jú, fyrst eru [...] eygað á annað í hesum stubbanum enn einum sera bíligum atkvøðuglepsi. At geva javnaðarmonnum skuldina fyri at arbeiðslagið er skeivt á Almannastovuni, er at sláa undir beltið. Sjálvandi hava javnaðarmenn einki
nóg professionellir til eisini at skipa fyri álítandi flutningi. At bjóða fiskimonnum, flakakonum og fiskaseljarum tann flutningin, sum nú er, er at halda tey fyri tað turra spott. Jóannes Martin Hansen [...] heldur enn at líta á, at fiskur kemur úr Føroyum. Óprofessionelt Jóannes Martin Hansen dylir ikki fyri at eftir hanasa áskoðan er okkara fiskaútflutningur ikki á nóg tryggum og nóg professionellum hondum [...] ein professionellan og álítandi samstarvsfelaga. Men hetta síðasta árið er tað alt ov ofta komið fyri, at seinkingar eru. Og tað, sum hendi hetta vikuskiftið bítur høvdið av allari skomm. Ongin fekk
stoltleikunum hjá australiarum, og er á World Heritage List, fyri sítt einastandandi djóra- og plantulív, og tann stóra mentanarliga týdningin fyri aboriginal fólkið. W.H.T. er ein listi, sum S.T. hevur sett [...] eina løtu. Umráðandi er ikki at leggja trýst á ryggin hjá teimum, tí tær kunnu gerast ræðsluslignar og drukna av berum sjokk. Vit sóu nakrar av teimum teir tríggjar dagarnar har úti. Vit hildu so leiðina móti [...] sera kløn bein. Satt at siga halda vit, at tey síggja eitt sindur ræðandi út. Stórsti parturin av teimum uml. 200.000 aboriginals býr i Northern Territory, og tað var júst har, at vit byrjaðu ferð okkara
teir kalla dómarainstruktørar. Egga Jensen tók instruktør útbúgvingina fyri fýra árum síðani, og Niklas á Líðarenda leyk prógvið fyri einum góðum ári síðani. Instruktørútbúgvingin gevur rætt til upplæring [...] at taka hægstu útbúgvingina. Danir eru høgt mettir kring Evropa fyri sína útbúgvingarskipan innan fótbólt. Hetta er eisini galdandi fyri dómarapartin, og um vikuskiftið vóru tríggir úr tí teir kalla l [...] trygd fyri, at støðið á útbúgvingini í Føroyum verður varðveitt. Fleiri av dønunum eru høgt virdir menn, sum ferðast í kring Evropa og harvið hava teir fingurin á pulsinum og eru tískil ein trygd fyri, hvat
átti at verið. Heldur enn á øðrum økjum er fótbóltsdømingin fullkomin, men tað verður støðugt arbeitt fyri at betra um. Í vetur hava skeið verið hildin kring landið. Málið við skeiðunum hevur verið at fyrireika [...] tað vóru seks luttakarar, í Eysturoy vóru 10 luttakarar og í Havnini fýra. Leygardagin varð skipað fyri próvtøku í Havn. Trettan royndu seg, og ellivu stóðu royndina. Teir vóru Bogi Joensen, Amaliel Jacobsen [...] Eygleiðararnir Tá B68 og VB hittust á Svangaskarði sunnudagin, høvdu nýggju lógtulkararnir saman við teimum trimum dønunum, sum vóru í Føroyum í dómaraørindum, sett dómaraeygleiðarunum stevnu. Petur Hansen