Leygardagin eftir páskir skipa Landsfelag Pensjónistanna, Pensjónistafelagið Hugni og Eldradaganevndin fyri Eldradegi. Hesa ferð verður dagurin hildin í Ósáskúlanum í Klaksvík.
Tað er fjórðu ferð, at skipað verður fyri hesum tiltaki, tvær tær fyrstu ferðirnar var tað hildið í Norðurlandahúsinum í Havn, í fjør í Suðuroy, og komandi ár verður tað hildið í Eysturoynni.
Tey eldru taka ógvuliga væl undir við tiltakinum. Norðurlandahúsið var fullsett á sinni, og eini 200 fólk vóru til tiltakið í Suðuroy í fjør.
Nógv ymisk mál standa á skránni á Eldradegnum leygardagin 18. apríl.
? Endamálið er at fáa samband við politikarar, sum hava skil á samfelagsviðurskiftum. Tey eldru eru ein gloymdur bólkur í samfelagnum. Størsti trupulleikin hjá hesum bólkinum eru íbúðarviðurskiftini, tí alt ov fáa ellis- og umlættingarheim eru í landinum. Vit hava lyndi til at gera alt eftir útlendskum mynstri, ístaðin fyri at arbeiða út frá okkara egna. Eldraráðið, sum Landsfelag pensjónistanna, Almannastovan og Føroya Kommunufelag velja, hevur verið í Íslandi og kannað viðurskiftini har viðvíkjandi íbúðum og tær loysnirnar eru nógv betri enn okkara. Tær føroysku loysnirnar eru altíð ov dýrar og nógv óneyðugt er við, sigur Símun Pauli Poulsen.
? Vit royna at gera okkum galdandi og fáa politikarar at síggja, at tað er neyðugt at fáa fleiri ellis- og umlættingarheim. Men enn er einki í umbúna.
Spurdur um tey eldru kunnu vænta, at politikararnir fara at lova teimum fleiri heim, nú tað stundar til val, sigur Símun Pauli Poulsen.
? Politikarar lova alt ov, men gera alt ov lítið. Vit vilja heldur hava, at teir lova minni og gera meir.
Nógvir fyrilestrar vera á Eldradegnum. Guðrið Andreasen fer at kunna um nýggju heiluvágkunngerðina, Jóannes Dalsgarð, stjóri í Húsalánsgrunninum, um íbúðarviðurskifti og fígging, og Elin Lindenskov, býráðslimur í Havn fer at greiða frá sínari meting um íbúðir. Petur Ellefsen, lækni fer at tosa um hoyribrek hjá eldri fólki, Herman Oskarsson um samfelagsbrúk og pensjónir, Jóngerð Biskopstø, fysioterapeutur, um fysiskar venjingar, og Jógvan Fríðriksson, prestur, fer at hugleiða um lívsvirði og eldratilveruna.